Fríggjadagin í næstu viku, hin 24. mars, gevur 29 ára gamli Eyði Horsdal úr Havn út fyrstu heildarútgávuna, Songs with Eva , sum er talmerkt LP pláta, ið eisini kann stroymast. Til FMA kappingina leygarkvøldið var Eyði ein av tilnevndu spírunum. Nýggja plátan, sum Tutl gevur út, er í sjáldsama vøkrum gate fold húsa, ið Mirjam Jørgensen hevur sniðgivið. Húsin hevur í mínum hondum ein taktilan líkleika við klassisku pláturnar Live at Leeds hjá The Who og Harvest hjá Neil Young. Tað kennist gott, at hava eina ordiliga LP plátu í hondunum aftur. Klokkan nýggju sama kvøld fer Eyði at hava almenna stovukonsert inni hjá Elini Brimheim Heinesen í Magnus Heinasonargøtu 8 mitt í býnum. Útgávukonsertirnar byrja tó longu hóskvøldið fyri í Reinsarínum kl 20:00, og halda fram í sølubúðini hjá Tutl fríggjadagin kl 16:30. Dagin eftir, leygardagin 25. mars, eru konsertir í Listaskálanum kl 16:00 og kl 20:30 í Tøting í Gøtu saman við Bjarka Hansen. - Fríggjadagin, sjálvan útgávudagin, er lagt upp til