Í dag bjóðaði Pernille Mejslov okkum í Námi til framsýning á Føroya Fólkaháskúla, har hon undirvísir í kreativari skriving og tekning. Hon er úr Lejre kommunu við Roskildefjørðin. Samstundis løgdu hon og Rigmor Dam seinastu hond á næmingablaðið Tjaldrið, sum er eins gamalt og háskúlin, 120 ár. Næmingarnir hava sjálvir gjørt alt blaðið og myndprýtt við tekningum og fotomyndum. Á baksíðuni er fotomynd av eini instalatión við eini song og slóð til tónleikastykkið Sovi Bara hjá Jónas Langgaard. Eftir gongini hava næmingarnir á heystskeiðnum gjørt ein stóran máling, har tey eiga eitt petti í part. Næsta ár er málninguri ein annar, sigur Pernille. Permuna á søguliga Tjaldursblaðnum hava teir tríggjar Ýr Ákadóttir, Paulina Joensen og Annika á Fløtum Rasmussen gjørt. So ganga vit gjøgnum túnið, heilsa uppá nýggja stjóran, Hedvig Weserlund Kapnas, og ganga yvir í Hansastovu, sum er kreatva húsið, har eisini kjallari er. Fyrst fyri eru litfagrir fuglamálningar hjá Anniku, su e