Skip to main content

Posts

Stoktar lippur og Kirin á Etika

Sushi á Etika var ein góður endi á einum væleydnaðum mentanardegi hjá floksfeløgum í Havn (Myndir: Birgir Kruse) Klokkan níggju høvdu vit bílagt borða á Etika at eta sushi. Winnie Simonsen borðreiddi eina leskiliga skrá fyri okkum. Fyrst fingu vit flógva saké og síðani Miso suppu, ið varð sopin beint av tallerkinum. Tað hugaliga við Sushi er at tú eftur í felag, rætt sum tá tey gomlu settu troðið á borðið. So kann hvør einstakur fáa sær kring borðið. Á fyrsta tallerki við sushi var krabbi, laksur, rækja og tunfiskur. Á seinna tallerkinum var ristur matur. Her vóru lippur, oksakjøt, laksur og høsnarungi. Omaná fingu vit ingifer panna cotta við rabarbukrapa og bananskúmi. Allir vóru vit samdir um at ristu lippurnar vóru tað besta. Afturvið royndu vit trý sløg av japanskum øli. Semja var um at Kirin var hin besta japanska ølin á Etika hetta kvøldið. Innan vit mettir og væl settir fóru avstað, lósu vit nøkur nýskrivað ørindi úr Skjaldraveldinum á svørtu Etikatalvuni.

Hallur and the Scaffolds live í Klaksvík

Hallur og Kristina á stallasjuni í Nólsoyar Páls gøtu í Klaksvík. Hóast illfýsið var nógv fólk samankomið. Sonhard tosar við Óla Karl um trummuspæl. Úr erva og niður á gøtuna, spældu og sungu stallasjufólkini hjá Halli avbera væl. Pauli, Høgni og Beddi, og niðast ein lofnaður Jákup (Myndir: Birgir Kruse) Stallasjukonsertin hjá Halli Joensen og orkestri, sum vit við hetta høvið kunnu nevna The Scaffolds, hepnaðist avbera væl og savnað nógv fólk, eini 500-800, hóast kulda og avfall, sum var tað á vetri. Stallasjukonsertin var á trimum pallum, upp eftur vegginum á húsunum hjá Halli og Anniku Joensen. Við mjørkaklædda Kjøli í baksýni, stóðu Beddi, Høgni og Pauli ovast í kuldanum og spældu sum einki. Á mittasta palli sótu Jákup Zachariasen og Godtfred Joensen við ávikavist steelgittara og keyboardi, meðan Hallur sjálvur stóð mitt fyri, við køksvindeygað í Nólsoyar Páls gøtu. Niðast sang Kristina Bærendsen, meðan Ólavur Øster spældi upp í lotið. Meðan pylsurnar gri...

Ljóst og litríkt inni hjá Halli og Anniku

Navnaskeltið er gult. Inni bryggjar Annika kaffi, og jú, kannan er gul. Hallur við gittarkufferti á køksgólvinum. Kristina kemur inn av stallasjuni (Myndir: Birgir Kruse) Hallur og Annika búgva við børnum í Nólsoyar Páls gøtu. Húsini fáa nýggja fasadu og tí standa stallasjurnar upp við vegginum. - Onkur kom fram við og segði at hetta var akkurát sum hjá Elvis í Jailhouse Rock . Tú skuldi havt eina konsert á stallasjunum, sigur Hallur. Sum sagt so gjørt. Føroya fyrsta stallasjukonsert varð hildin fríggjadagin. Húsini, sum standa so avbera væl fyri við tí allar besta útsýni yvir vágna, verða umvæld innan sum uttan. Litirnir seta í eyguni, tá tú kemur upp úr hjallaranum og inn í køkin. Hallur vísir mær The wall of fame við myndum av øllum teim stjørnum, hann hevur møtt, meðan Annika skeinkir kaffi í ljósa, men litríka køkinum, har øll savnast kring borðið. Køksvindeygað stendur opið og av mittastu stallasjuni trýnur Kristina inn við mikrofonunum, sum ljóðmaðurin Alvin El...

Rannvá Kunoy Frontal

Rannvá Kunoy upplatingardagin í Norðurlandahúsinum, Kinna Poulsen er kurator, Jan Andersson og Kinna, Rannvá lurtar eftir Elsu, konu Ingálv av Reyni, Rannvá og Bárður Jákupsson, Rannvá og Fríða Brekku Matras (Myndir: Birgir Kruse)   Í trettan ár hevur Rannvá Kunoy, 35, búð í London. Tað merktiskt longu í foyérini í Norðurandahúsinum, har Michael Raedecker, 47, var dj og spældi feitar rútmur, ið eina løtu kendust sum eitt bland av house og acid trip hop úr Bristol. Og tó eru vit við Ringvegin ein seinrapart í Havn. Rannvá Kunoy eigur Summarframsýningina “Frontal” í Norðurlandahúsinum í ár. Kinna Poulsen, sum er kurator, setti framsýningina við nøkrum innleiðandi orðum um listina hjá Rannvá. Í skránni sigur Kinna m.a.: "Hesir nýggjaru málningarnir hjá Rannvá Kunoy eru bygdir upp av nógvum elatunnum løgum av máling, sum tilsamans mynda gjøgnumskygdar formar, ið eins og óítøkiligur roykur ella skýggj seta ferð á hugmyndir áskoðarans, tó at myndirnar eru grundleggjandi nonfigurativ...

Michael Raedecker í Norðurlandahúsinum

Michael Raedecker er dj í foyéruni í Norðurlandahúsinum (Myndir: Birgir Kruse) Umframt at vera dj, tá Rannvá Kunoy lat upp framsýningina "Frontal" í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, er Michael Raedecker spennandi myndlistamaður úr Amsterdam. Eftir bachelor útbúgving í mótasniðgeving, las hann á Rijksakademie 1993-1994 og flutti síðani til London har hann tók master prógv í myndlist á Goldsmiths College í London 1997. Raedecker, sum fekk The Turner Prize í 2000, hevur sýnt fram á Biennaluni í Venezia og á The Douglas Hyde Gallery í Dublin og hevur havt einkarframsýningar í Museum für Gegenwartskunst í Basel, Kunstverein í Salzburg, The Approach í London, Andrea Rosen Gallery í New York og Hauser & Wirth í Zürich.  

Listin vísir hvør tú ert

Sigrun Gunnarsdóttir í nýggja ljósa og rúmliga ateliérinum uppi í Kolli á Eiði. Pápin, Gunnar, situr við árarnar á næstovastu myndini og abbin, Niels, átti staffeliið, sum Sigrun stendur við (Myndir: Birgir Kruse) Fyri tíggju árum síðani hevði eg eina samrøðu við Sigrun Gunnarsdóttir í Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum. Tíðarbundna orsøkin til samrøðuna var ein tilstundandi framsýning í New York saman við øðrum listafólkum. Tíggju ár seinni vitjaði eg Sigrun í nýggja gallarínum uppi í Kolli á Eiði. Hóast broyttar karmar, eru symbolini tey somu. Tí fari eg at blaða tíggju ár aftur og endurgeva gomlu samrøðuna við Sigrun her niðanfyri: Listin vísir hvør tú ert SYMBOL Inntil 1995 málaði eg mest naturalistiskt, men so hendi nakað, sum ávirkaði meg sera nógv, sigur Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen av Eiði. - Deyðin kom inn í okkara familju, og aftaná tað var alt broytt. Tá var tað fyrstu ferð, at symbol komu inn í mínar myndir, og síðani tá havi eg ikki kunna slept teimum Birgir Kru...

The Punk Meets The Godfather

Í 1972 skrivaði bretski sosiologurin Stanley Cohen um Folk Devils and Moral Panics. Árið eftir gav rokkbólkurin The Who út plátuna Quadrophenia. Gittarleikarin Pete Townshend er upphavsmaðurin. Í báðum førum gevur Dimma hesum verkum afturljóð (bókaperma og plátuhúsi) Miðlateigurin í Sosialinum 2. juni 2010: Alt síðani Káin og Ábel gjørdust ósamdir, hevur tilveran verið ein dystur um vald og hvør skal varða av hvørjum. Serliga tá ið nýggir miðlar taka seg fram. Rópt verður varskó, tí onkur kennir seg hóttan og vil bjarga verðini frá undirgangi. Rópini eiga tey gomlu, undirgangin eiga tey ungu. Elsti miðil í landinum boðaði herfyri frá, at nú stongdu tey fyri nýggja sosiala samskiftismiðilinum Facebook, ið er næsti granni Googles. Veruleikin brýtur seg tó inn á heimliga miðilin, sum á egnari forsíða vil fortelja um ein Eivør-stalkara á Facebook. Samstundis frættist, at Afganistan hevur framt sama stongsil. Hálvhjartað verður latið upp aftur á Dimmu, men við ein...

Tjørnuvík í juni

Veðrahorn á vegginum, Risin og Kellingin millum húsini, Kollurin, ið sæst av lendingini, ein avmontera mina frá krígnum og turkiløgini, sum standa monumental í grøna bønum undir Brandarskeri (Myndir: Birgir Kruse) Einki er sum ein biltúrur í góðveðrinum. Og á ljóðsporinum kunnu nýggjastu fløgurnar við Merle Haggard og Willie Nelson heldur ikki sláa feil. Og so slettis ikki, tá vit í líðini oman móti Tjørnuvík møta Hildubrandi, sum straks bjóðar kaffi og vísir okkum runt í bygdini, søgufróður sum altíð. Skúlans týdningur fyri bygdina verður undirstrikaður, men í aðrar mátar eru tað nógv virði, ið fara fyri skeyti, tá talan er um ferðavinnu og mentanarlig tilboð. Rennistrongurin út í Stakkin er eitt dømi. Ikki eru ráð at umvæla hann, skal hann lúka trygdarkrøvini. Og langt er síðani at bátur varð drigin og enn longri síðani at rekaviður var sagaður í saglagnum uttanfyri bygdahúsið. Men soleiðis er helst á flestu smábygdum. Lukkutíð eru enn fólk við børn...