Rannvá Kunoy upplatingardagin í Norðurlandahúsinum, Kinna Poulsen er kurator, Jan Andersson og Kinna, Rannvá lurtar eftir Elsu, konu Ingálv av Reyni, Rannvá og Bárður Jákupsson, Rannvá og Fríða Brekku Matras (Myndir: Birgir Kruse)
Í trettan ár hevur Rannvá Kunoy, 35, búð í London. Tað merktiskt longu í foyérini í Norðurandahúsinum, har Michael Raedecker, 47, var dj og spældi feitar rútmur, ið eina løtu kendust sum eitt bland av house og acid trip hop úr Bristol. Og tó eru vit við Ringvegin ein seinrapart í Havn.
Rannvá Kunoy eigur Summarframsýningina “Frontal” í Norðurlandahúsinum í ár. Kinna Poulsen, sum er kurator, setti framsýningina við nøkrum innleiðandi orðum um listina hjá Rannvá. Í skránni sigur Kinna m.a.:
"Hesir nýggjaru málningarnir hjá Rannvá Kunoy eru bygdir upp av nógvum elatunnum løgum av máling, sum tilsamans mynda gjøgnumskygdar formar, ið eins og óítøkiligur roykur ella skýggj seta ferð á hugmyndir áskoðarans, tó at myndirnar eru grundleggjandi nonfigurativar. Listakvinnan brúkar í sínum myndum onnur verk, sum verða kopierað, avskeplað og síðani yvirmálað og á henda hátt eru listasøgulig spor ella sitat løgd í myndirnar, sum arbeiða við og ímóti ímyndingum áskoðarans og sum gera upplivingina av myndunum djúpari og fjølbroyttari."
Til framsýningina er gjørt eitt katalog við myndum og tekstum, sum Kinna Poulsen, Gunnar Hoydal, Tom Morton og Pernilla Holmes hava skrivað.
Fyri Dimmalætting hevði eg í mars 2006 samrøðu við Rannvá Kunoy, sum tók forsíðuna við orðunum “Listin er elitisk og ikki demokratisk”. Samrøðan kann lesast her á blogginum: http://birkblog.blogspot.com/2006/03/listin-er-elitisk-og-ikki-demokratisk.html
Umframt her heima, hevur Rannvá Kunoy sýnt fram í Keypmannahavn, London, Milano og Amsterdam.