Sigrun Gunnarsdóttir í nýggja ljósa og rúmliga ateliérinum uppi í Kolli á Eiði. Pápin, Gunnar, situr við árarnar á næstovastu myndini og abbin, Niels, átti staffeliið, sum Sigrun stendur við (Myndir: Birgir Kruse)
Fyri tíggju árum síðani hevði eg eina samrøðu við Sigrun Gunnarsdóttir í Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum. Tíðarbundna orsøkin til samrøðuna var ein tilstundandi framsýning í New York saman við øðrum listafólkum. Tíggju ár seinni vitjaði eg Sigrun í nýggja gallarínum uppi í Kolli á Eiði. Hóast broyttar karmar, eru symbolini tey somu. Tí fari eg at blaða tíggju ár aftur og endurgeva gomlu samrøðuna við Sigrun her niðanfyri:
Listin vísir hvør tú ert
SYMBOL Inntil 1995 málaði eg mest naturalistiskt, men so hendi nakað, sum ávirkaði meg sera nógv, sigur Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen av Eiði. - Deyðin kom inn í okkara familju, og aftaná tað var alt broytt. Tá var tað fyrstu ferð, at symbol komu inn í mínar myndir, og síðani tá havi eg ikki kunna slept teimum
Birgir Kruse
Sosialurin 17.11.2000
- Sigrun, um góðar tvær vikur letur tú sjálv fimta upp framsýning í New York. Hvussu kom henda amerikanska framsýningin av føroyskari list í lag?
Í november í 1997 vóru vit sum familja í New York í sambandi við, at Tordur, maður mín, varð eygleiðari fyri Føroyar á ST aðalfundinum har. Tá møtti eg Elfi von Kantzow í donsku Sjómanskirkjuni. Elfi er svensk, gift danskara, og tey munnu hava búð í New York í eini 50 ár. Hon hevur skipað fyri nógvum listaframsýningum, sum kuratorur fyri American Scandinavian Society og er ein sera áhugaverd kvinna. Tá ið hon fekk at vita, at eg var listakvinna, vóru vit beinanvegin á bylgjulongd, og prátið fall sjálvsagt á Føroyar og føroyska list, og hvussu tað hevði verið at skipað fyri einari føroyskari framsýning í sjálvum hjartanum í New York. Hetta varð so byrjani til framsýningina, sum hin 5. desember letur upp í New York. Síðani tá havi eg so havt regluligt samband við Elfi. Hon og maðurin vóru og vitjaðu okkum í summar. Í sambandi við ætlaðu framsýningina samlaði eg síðani tilfar frá 14 listafólkum, sum varð sent til metingar hjá Elfi. Úrslitið gjørdist so, at vit fimm, Astri Luihn, Kári Svensson, Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni og eg sjálv vórðu tey, ið komu at mynda hesa fyrstu framsýning í New York. Vónandi verður hetta bert ein byrjan til víðari samstarv á listarliga økinum.
- Hvørjar eru umstøðurnar, har sýnast skal fram?
Nú havi eg ikki verið og sæð T.A.G. Gallery sjálv, men sambært Elfi eru hølini ljós, góð og høgt er til loftið. Hølini liggja sera væl fyri, mitt í New York, beint við Fifth Avenue, tætt við tey kendu listasøvnini sum Guggenheim, Metropolitan og Witney. Eisini eru ein hópur av matstovum har um vegir.
- Hvussu verður farleiðin hjá tykkum, sum fara úr Føroyum ,og hvussu skulu tit búgva í hesum stóra staði, beint uppundir jól?
Ferðin hjá okkum byrjar fríggjadagin 1.desember, tá vit flúgva til Reykjavíkar; verða eina nátt á Sjómansheiminum Ørkini og haðani verður so farið til Keflavíkar við bussi. Síðani verður flogið til New York, har vit verða leygarkvøldið um 6 tíðina. Meðan vit eru í Reykjavík, fara vit eisini at vitja á Hafnaborg, har vit fimm skulu hava eina framsýning í aprílmánaði næsta ár. Í New York gista vit á YMCA. Tað liggur eisini sera væl fyri. Beint við Central Park og tætt við T.A.G. Gallery, har vit sýna fram.
- Greið mær frá um tey myndaevni, tú arbeiðir við. Tey eru eitt sindur - ein heilan deil - annarleiðis enn hjá øðrum listafólki í Føroyum. Hví? Er nøkur ætlan, ella serligur vilji í hesum serstaka motiv-vali? Ein serligur heimur, tú vilt lata upp fyri?
Mínar myndir eru míni hjartabørn. Eg havi altíð vilja haft nakað at givið við mínum málningum, frá tí eg minnist. Eisini tá ið eg gekk á Akademinum, men tá var eg sera bundin í mínum myndavali. Tað er altíð ein partur av mær, sum liggur í hvørjari mynd, tí havi eg sera torført við at sleppa teimum. Tað verður so intenst. Inntil í 1995 málaði eg mest naturalistiskt, men so hendi nakað, sum ávirkaði meg sera nógv. Deyðin kom inn í okkara familju, og aftaná tað var alt broytt. Tá var tað fyrstu ferð, at symbol komu inn í mínar myndir, og síðani tá havi eg ikki kunna slept teimum. Eg veit satt at siga ikki, hví míni myndaevni eru annarleiðis enn hjá nógvum føroyskum listafólkum - eg havi einki svar. Nú eri eg ein kristin, eg veit ikki um tað kann hava nakað við myndavalið at gera - kanska, men tað, sum ein er sannførdur um, kemur jú til sjóndar, í tí ein ger, antin so ella so, so kanska er tað tað. Eg haldi ikki, at eg bevíst vil lata nakað upp, men eg vil við mínari list koma við nøkrum alternativum, lýsa, at Gud ikki er deyður, og at lívið er vert at liva, hóast alt. Kanska er tað ein av grundunum. Men at symbolini eru komin inn er ikki bevíst. Eg havi sett mær fyri, at einki ella eingin skal steðga mær. Eg má mála alt tað, sum liggur mær á hjarta. Mær dámar sera væl Dr. H. R. Rookmaker, professara í listasøgu, og hansara sjónarmið. Hann sigur í bókini Art needs no justification m. a., at ein kann ikki velja ein stíl sum best ber til, tí stílurin er ein partur av innihaldinum, tað listarverkið sigur, liggur í sjálvum forminum. Á ein hátt hevur listamálarin ikki ein stíl, sum kann skiftast út við ein annan; hann er ein stílur. Í stílinum vísur hann, hvør ið hann er.
- Arbeiðslagið, hvussu er tað, tá tú málar? Nakrar serligar arbeiðsvanar?
Eg eri A-menniskja, so mær dámar best á morgni. Vanliga fari eg ein túr oman á Møl við hundinum. So fari eg til verka. Tá er eisini friður í húsinum. Børnini eru farin í skúla og maðurin til arbeiðis. Tá kann eg arbeiða frá umleið klokkan 9 til umleið klokkan 15. Oftani havi eg fleiri myndir fyri ísenn, tað dámar mær best, og jú meira eg arbeiði, tess meira verið eg inspirerað. Eg fari at nevna orðatakið Eitt gott listaverk er 95% arbeiði og 5% inspiratión. Tað er sanniliga nakað at hugsa um.
- Setir tú tær sjálvari nøkur ávís krøv tá tú málar?
Sum krav vil eg, at myndirnar skulu verða í balansu, bæði í liti og skapi. Um ikki, so er tað eitt bevíst val. Nakað eg hugsi sera nógv um nú, er tað, at miðjan skal verða fylt upp, sum tað týdningarmesta í myndini.Tað sentrala - sjálv lívsnervin, sum alt gongur út frá. Eg hugsi altíð nógv í samband við hvørja einastu mynd. Og so dámar mær sera væl at lurta eftir tónleiki meðan eg máli.
- Hvussu við ateliéri, hevur tú atgongd til tað?
Eg havi eitt atliér, sum er umleið 20 fermetrar til støddar og við góðum ljósi.
- Tú búði eina tíð í Grønlandi; eg havi varnast, at valið av myndaevnum endurspeglast í hesum; broytti Grønland teg sum menniskja og listafólk - og kann ein forrestin skilja ímillum menniskja og listafólk?
Í 1998-1999 vóru vit sum familja í Eysturgrønlandi. At vera so langt burturi og so avbyrgdur í eitt heilt ár má seta síni spor. Eg upplivdi alt sera intenst. Tað var tungt til tíðir, men sera læruríkt. Á fleiri økjum var tað sum at fara 40 ár aftur í tíðina. Men tú livdi, meðan tú livdi. Fólkini vóru sera fitt, vit blivu góð við tey og umvent. Undarligt er lívið; vit fingu ein sera góðan vin, sum lærdi dreingirnar hjá okkum alt um fangaralívið. Men sjálvan Páskadag fór hann út á ísin við familjuni og doyði har úti, bert 40 ára gamal. Tað tók sera fast hjá okkum øllum. Náttúran og hundarnir - alt gav mær nakað, sum ikki kann forklárast. Og ikki at forgloyma ljósið, sum ávirkaði meg sera nógv. Eisini henda stórsligna tøgnin, sum tú merkti, tá tú vart úti á ísinum á hundasleðu. Ikki eitt lot ella ljóð, uttan bara suðið fra skinnarunum á hundasleðuni. Tað var eitt veldugt upplivilsi. Tú vart eitt við náttúruna. Tað var, sum komst tú tí æviga nærri, kenslan av Guds nærveru. Tað sæst aftur í málningum mínum, alt annað er heilt ógjørligt. So listarliga mentist eg jú uttan iva, eisini tí, at listin og menniskjan kann jú ikki skiljast sundur. Listin vísur, hvør tú ert sum menniskja og umvent.
- Listamálarin Niels Kruse var abbi tín. Hvussu minnist tú hann?
Abba mín minnist eg ikki, eg var bert 3 ára gomul, tá ið hann doyði. Tað sum eg veit, havi eg fingið fortalt. Hann var ein sera dámligur maður, kensluborðin og góður við børn. Málaði hvønn einasta dag og hevði leingi um hvørja mynd. Tá mamma og mostur hildu, at nú var málningurin liðugur, fór abbi rættuliga í gongd. Í meðan børnini vóru smá høvdu omma og abbi postin. Abbi plagdi eisini at skera út og mála navnamerki til bátar, og var doktarin burtur, so heittu tey á abba. Tá var hann álitið, so hann hevði nógvar ymiskar uppgávur her norðuri. Málningarnir vóru ikki dýrir tá - 25 krónur fyri hvønn. So tað var mangan smáligt hjá teimum, men tey høvdu tað gott. Hevði hann ikki havt so góða konu, so hevði tað nokk ikki gingið. Abba dámdi væl, tá ið onkur kom inn á gólvið, sum hevði skil fyri list. Tá bleiv hann so upplyftur og glaður; Ásmundur Poulsen spurdi abba einaferð, um hann ikki kundi læra seg at mála. Tá svaraði abbi, at tað kundi hann ikki. Tað mátti ein verða føddur við. Mamma sigur frá Ingálvi av Reyni, at abbi var sera livandi og hjartaligur, tá hann vísti sínar myndir fram.
- Hvat heldur tú um málningar hansara; nakra favoritt-mynd?
Málningar hansara dámar mær sera væl . Teir eru á sera høgum listarligum støði, haldi eg. Einki merkt av tilvild, alt væl gjøgnumhugsað. Hann var sera vælgerðin. Sjálv eigi eg ein lítlan málning frá 1921, sum eg eri ómetaliga glað fyri. Ein sonn perla frá abbasa hond. Sum tann einasta í familjuni, ið fór tann listarliga vegin, gjørdi omma av, at eg skuldi arva málarakassan og staffeliðið. Tað eri eg framvegis sera glað og stolt av, og tað verður nógv brúkt.
- Takk fyri prátið, góða eydnu og ikki minst góða ferð til New York!
Takk fyri tað.
Úr: Myndlist í Føroyum Bárður Jákupsson, Sprotin 2000:
Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen (f. 1950) á Eiði var næmingur á tekniskúlanum hjá Askou-Jensen á Glyptotekinum í Keypmannahavn 1971-72, síðan á málaraskúlanum og grafikkskúlanum á listaakademinum hjá Wilhelm Freddie, Dan Sterup-Hansen, Freddie A. Lerche og Sven Dalsgaard 1973-80. Í mong ár sóust av og á landslagsmálningar frá hennara hond, og lýsingar av útróðrarmonnum umborð á bátum sínum. Men tey seinastu fimm árini hevur hon fingið høvi til at hugsavna seg um myndlistina, og hon hevur funnið seg sjálva í einum ímyndandi stíli, har hennara trúarliga sinni fær andarúm. Í symbol-løddum lýsingum, ið hava surrealistiskan dám, verður støðutakan til tilverunar stóru spurningar – føðing, deyða og uppreisn í páradísi – av fullum huga boðað.