Vitaly Bubentsov úr Murmansk sýnir fram í Bowlinghøllini í dag. Á ovaru myndin motiv úr Murmansk og á niðaru myndini trý motiv úr Havn (Myndir: Birgir Kruse) Vitaly Bubentsov (f. 1944) er teknari, grafikari, málari og eisini høvundur úr Murmansk, heilt har norðuri í Russlandi. Fyri tveimum árum síðani møtti hann føroyingum á arktiskari ráðstevnu har í býnum. Nú sama ráðstevna er í Havn, fylgdi Vitaly við. Ein av føroyngunum, hann møtti fyri tveimum árum síðani, var Anni Kyster. Eftir trimum døgum í Havn hevur Anni skipa fyri framsýning í niðara enda av matstovuni í Bowlinghøllini á Hálsi. Frálíkt og fólksliga viðkomandi. Mær dámar væl at fólk sjálvi taka stig til egnar mentapallar og -karmar. Eisini tá Ólavur í Geil Guttesen skipar fyri mentanarkjaki í Filadelfia við Landavegin. Tess fleiri pallar mentanin fær, jú breiðari verður fatanin, undirtøkan og upplivingin av list og mentan. Russiski heiðurskonsulin, Árni Dam, var eisini til staðar í Bowlinghøllini. Vit skiftu orð um eitt gam