Skip to main content

Athena aftur upp í royk





Athena brennur við bryggju í Runavík (Myndir: Hanus Kruse)

Eitt samdøgur eftir at eldur kom í Athenu, sum lá við bryggju í Runavík, rýkur enn úr skipinum. Eldur sæst á hekkuni og í rivum á dekkinum. Eftir at eldurin hevur herjað skipið í eitt samdøgur er brúgvin hokna og masturin á brúnni dottin niður

Tað var stutt eftir midnátt at privatfólk á Facebook boðaðu frá um eld umborð á Athenu. Umframt myndir varð boðað frá um spreingingar og ógvusligan eld, fleiri metrar upp í loft. Seinni komu Vágaportalurin, Dimma og Portalurin við tíðindunum, meir og minni dagførd.

Tá morgunsendingin hjá Kringvarpinum byrjaði frættu vit eisini tann vegin um álvarsligu hendingina, sum lættliga kundi skapt undantaksstøðu mitt í Føroyum. Helst er hetta fyrsta álvarsliga støðan síðani flogvanlukkuna í Mykinesi, at Kringvarpið kundi spent seg upp til orðingina í nýggju public service avtaluni um fráboðan til almenningin.

Í grein 9 í galdandi public service sáttmála stendur: "Sum lýst í kringvarpslógini hevur Kringvarp Føroya skyldu til at taka lut í almennum tilbúgvingarskipanum. Hetta merkir, at Kringvarpið skal varpa boð av týdningi fyri tilbúgvingina til Føroya fólk."

Eftirsum Kringvarpið var hin seinasti av Føroya miðlum at boða frá hesi hending og samstundis er hin einasti, ið fær gjald fyri tænastuna, er miðlastøðan ikki haldbar.

Út á náttina varð havnarøkið í Runavík ruddað, løgregla og brandbilar fóru burturfrá, tí tamarhald fekst ikki á eldinum og fólk vóru biðin um at halda seg burtur. Út á dagin vóru fólk í økjum, har roykurin rakti, flutt burtur til Leguhúsið í Nesvík og bygdahúsið á Strondum.


Reiðaríið Thor í Hósvík hevur verið óheppið. Ikki færri enn fýra ferðir hevur eldur verið í teirra skipum. Fyrst í systirskipinum Hercules, 21. apríl í 2007, tá ellivu mans doyðu. 4. juli sama ár kom eldur í Athenu. 27. oktober í 2010 kom aftur eldur í Athenu, sum á øðrum sinni varð gjørt í stand. Nú kom so triðju ferð eldur í Athenu, sum var undir umvæling í Runavík og júst hevði lýst eftir manning, har ikki færri enn 200 høvdu biðið um tjans.

Hanus, sum var ørindi á Toftum í kvøld, tók myndirnar av Athenu. Hann gav sær eisini stundir at eta ein rullukebab á bryggjuni við brennandi skipinum í baksýni. Ein góður biti við ringum útsýni.