Skip to main content

Nám, atlas og filmur

Í dag var nýggja navnið Nám avdúkað. Eftir drúgt innanhýsis kjak, vóru tað Sansir, ið fingu uppgávuna at skapa nýggja samleikan við øllum teim lutum, ið har hoyra til. Sum ein ábendandi brellbiti, varð hetta svart-hvíta og leikandi tekin lagt út fyri fimm mánaðum síðani:

Allur samleikin, við litum og øllum, varð í dag lagdur fram fyri almenninginum á Hoyvíksvegi 72. Ætlanin er at øll tey 22 starvsfólkini, sum eru í gomlu stovnunum, skjótt skulu flyta á hesa adressu og arbeiða undir somu lon.

Her eru øll starvsfólkini, tó ikki eg sjálvur og Wenche, sum vóru burturstødd, tá Finnur Justinussen og Per á Hædd tóku myndini á Tórsbreyt við Norðara Ringveg í Havn. Allir jakkarnir, reyðir og svartir, hava Nám-búmerki.


Og omanfyri er tað sum andin sveimar yvir vøtnunum, ovast til høgru í myndini. Finnur Justinussen og Per á Hædd ljóssettu og tóku myndina í upptøkurúminum í Námi, har Karina stýrir knøttunum í kontrollrúminum og eg lesi í Neumann mikrofonina. Og so var tað atlas...


Spennandi var at vísa fólki eitt varisligt innlit í komandi atlasið, sum ætlandi verður liðugt í august 2012. Arbeiðið er í gongd, ein innbundin dummy er løgd fram, so fólk kunnu taka atlasið í hond og blaða í teim 248 blaðsíðunum, sum enn eru tómar. Á plakatini síggjast tvey av teim mongu týddu uppsløgunum og á borðinum er hópin av pappírum og navna- og orðalistum, sum hoyra til týðingina. Á plakatini stendur at lesa:  Mest umrødda bókini, sum Nám hevur í umbúna, er nýggja heimsatlasið Heimurin - atlas til heim og skúla. Útgávan, sum ætlandi verður liðug í august 2012, verður gjørd í samstarvi við heimsins størsta kortaforlag Harper Collins. Fyrsta føroyska atlas, Heimsatlas, kom í 1993 og er selt í 12.000 eintøkum. Heimsatlas varð gjørt í samstarvi við svenska kortaforlagið Liber. Nýggja útgávan, Heimurin - atlas til heim og skúla, verður munandi størri og fer við temakortum at venda sær til ein hægri málbólk, frá elstu flokkum fólkaskúlans til miðnám.



Jan Christiansen og Uni Arge vóru millum tey fyrstu at blaða í atlasinum, sum fær heitið Heimurin - atlas til heim og skúla.


Her eru stjórar og rektarar í nánd av stuttfilminum hjá Sakarisi Stórá. Nám hevur keypt filmin til skúlabrúks og latið gera uppgávur, sum síggjast á undirvísingarportalinum Snar, ið er partur av Námi.


Ein fegin Sakaris Stórá kunnar seg við undirvísingartilfarið um stuttfilmin Passasjeren, sum er gjørt samstundis sum nýggi samleikin hjá Námi varð kunngjørdur. Verður tikið væl undir við hesum at brúka film í undirvísingini, fer Nám eisini at keypa aðar føroyskar stuttfilmar til skúlabrúks. Alt tilfarið hjá Námi verður sýnt fram á Hoyvíksvegnum í ein mánað ella so.