Skip to main content

Posts

Innan tanngarðarnar

Runt um í landinum liggja snørdir hoyposar, har bøndur hava hoyggjað við traktori. Lagdir á rað, tykjast posarnir sum tanngarðar úr ævintýrinum hjá Karius og Baktusi. Hjá útlendingum er tað kanska eitt annarleiðis ævintýr, at koma um gyrðingarnar og læra munin á tí, sum kanska, kanska ikki, er innangarðs og uttangarðs. Hesar nýggju Føroyar dagaðu fyri mær, tá eg á Hagstovuni um dagarnar sá eitt yvirlit, ið sýndi føroyingar, ið ikki eru føddir í Norðurlondum, kanska eini 8% av samlaða fólkatalinum. Til dømis 82 fólk úr Afrika, um vit ikki telja teir 31 føroyingar við, sum eru føddir í Etiopia, 71 fólk úr Teilandi, 66 fólk úr Filipsoyggjum og 65 fólk úr Asia annars. Abstraktu tølini blivu heilt ítøkilig, tá eg sá permuna á nýggjari kristnibók, sum Ingi Sørensen hevur tikið av fýra føroyskum børnum í heimabundnum troyggjum á gólvinum í Listaskálanum. Fyrsta heita almenna vælkomuheilsan eg havi sæð. Enn eitt ítøkiligt dømi um at Føroyar eru opnar og vilja fevna heimin, sæst á

Minnið grør í kjallaranum

So er fyrsti skúladagur í skúlaárinum 2012/2013 farin aftur um bak. Um eitt knapt ár fara teir 746 næmingar, sum í dag vórðu innskrivaðir, fyri fyrstu ferð at halda summarfrí. - Tað havi eg aldri havt fyrr, segði ein næmingur, ið eftir eitt ára skúlagongd fyri mongum árum síðani hugsaði djúpt um farna árið og tey mongu árini, ið stóðu fyri framman. - Tað eru líka nógv ár, sum eg havi livað, segði hann og taldi á fingrunum. Hetta við minni, frameftir og aftureftir, kemur fyri í skaldsøguni Løgneren (1950) hjá Martin A. Hansen (1909-1955). Har fer nýggi bygdalærarin at vaska kálkið av gluggunum, so næmingarnir kunnu síggja landslagið og vaksa við tí. Gamli lærarin hevði kálkað gluggarnar, tí hann helt at útsýnið til gerandisdagin órógvaði. Soleiðis broytast hugsanirnar um at halda skúla, rætt sum í mótaverðini: Ja, Natanael, jeg er ikke fri for at skryde lidt ad de smaa Narrestreger. Naa, jeg kan nu godt have mine Tvivl. Nu skal du høre. Skolestuens nederste Ruder var kalkede

So kom sólin til Havnar

Eftir toku og regn kom sólin til Havnar og skínur á bøkur og morgunkaffi. Kaffikoppurin, sum er úr einum loyniligum flogfari, hevur eina yrking úr savninum Cuppa Coffee  eftir Susan Weil. Klikk á myndina, so ber til at lesa. Og tó, á middegi má eg sanna at Havnin er tað mjørkahol, hon hevur spælt upp til í seinastuni. Kjaftsvart, so langt eygað sær. Men hinvegin, tað er ikki serliga langt.

Metseljarin Søren Ulrik Thomsen vitjar

Norðurlandahúsið ber í dag tey gleðiligu boð at Søren Ulrik Thomsen fer at lesa yrkingar mánakvøldið 27. august kl 19:30. Tað er í samstarvi við Rithøvundafelagið at Norðurlandahúsið skipar fyri rithøvundakvøldinum, har danski yrkjarin og metseljarin fer at lesa saman við Carl Jóhan Jensen og Oddfríði Marna Rasmussen. Inger Smærup Sørensen verður orðstýrari og tað er ókeypis atgongd. Beint fyri árslok í fjør skrivaði eg á hesum bloggi um film og yrkingar í árinum, sum fór. Tað var undir heitinum Filmur og stakkalastás , og rímuligvís nevndi eg Søren Ulrik Thomsen: Og so er tað danski metseljarin Søren Ulrik Thomsen. Havi hug at nevna ein kaffimunn í Norðurlandahúsinum á middegi 11. september 2001. Meðan vit sita og smápráta um upplestur sama kvøld, kemur Úlvur Hjörvar, sáli, algoystur inn um dyrnar, loysir hálsklútin og sigur at “Nu er den helt gal i Staterne, de flyver ind i tårnene og alt står i flammer!” Við húsavørðinum fóru vit, Søren, Poul Vad, Steinbjørn B. Jacobsen,

Úr mjørkanum...

Freistandi er at siga úr mjørkanum í ljósið , men tað ljóðar, sum var tað skrivað á gravstein, ella tikið úr einum svørtum jarðarferðarsálmi, so tað siga vit ikki henda slavna dag við toku eftir øllum Oyggjarvegnum og ikki minni í Havnini, ið enn eina ferð er sum skræddarseymað til hymnofonplátuna hjá Sangbrøðrum, ið á sinni kvóðu um Tá ið tokan lættir av . Ikki fyrr enn í Sundalagnum sleyt í. Fyrst steðgaðu vit við Hvalastøðina við Áir, har tveir arbeiðsmenn bøta um hølini, so alt ikki forferst. Støðin við Áir er ein av teim sjey stórhvalastøðunum, sum hava verið í landinum, telja vit ikki døglingastøðina Betzy í Havn við. Við nøkrum slitum var virksemi við Áir frá 1905 til 1984. Hans Jákup Joensen, Eiðis Hansjakku, var eigari frá 1936 til 1951 og aftur frá 1962 til 1969, so her arbeiddu nógvir Eiðismenn. Á Gjánoyri var hvalastøð frá 1894 til 1924 við nøvnum sum Urd, Emma og Skuld. Í dag er útsýnið annarleiðis. Uppi á turrum á hesum vakra og søguliga stað hevur í lang

Í hoyna í Bø og har um leiðir

Í bygd og í bý angar av nýslignum grasi. Í hoyna er tíðin, tá ið hoyggjað verður, beint eftir ólavsøku í august ella septembermánaði. Tað er eisini navnið á einum av teim tólv astronomisku mánaðunum um hetta leitið, sum kallast í hoyna og kann byrja upp til fjúrtan dagar hvørju megin 4. august. Úr slavna mjørkanum í Havn koyrdu vit ein túr vestureftir, í sólríku Vágar, har vit fyrst steðgaðu í Bø, har bøur og hoyggj geva eina nýggja meining í hesum døgum. Heilt av brøttu tekjunum við sjóvarmálan og niðan í bøin, har børnini spæla. Alla staðni angar av nýslignum grasi. - Heitið í hoyna er tó ikki bara navnið á sjálvum hoyggjarbeiðinum, sigur eitt gamalt eintak av Orðafari frá Málnevndini. Tá sagt verður "Fólk í hoyna" átti heldur at staðið: "Fólk í hoyggj", sigur Orðafarið og leggur afturat, at í hoyna kann ymist annað vera enn bara hoygging - ikki er sjáldan, at grind kemur í hoyna. Niðri á sandinum, Suðuri í Fjósi, sum skeltið sigur, standa t