Skip to main content

Minnið grør í kjallaranum




So er fyrsti skúladagur í skúlaárinum 2012/2013 farin aftur um bak. Um eitt knapt ár fara teir 746 næmingar, sum í dag vórðu innskrivaðir, fyri fyrstu ferð at halda summarfrí. - Tað havi eg aldri havt fyrr, segði ein næmingur, ið eftir eitt ára skúlagongd fyri mongum árum síðani hugsaði djúpt um farna árið og tey mongu árini, ið stóðu fyri framman. - Tað eru líka nógv ár, sum eg havi livað, segði hann og taldi á fingrunum.

Hetta við minni, frameftir og aftureftir, kemur fyri í skaldsøguni Løgneren (1950) hjá Martin A. Hansen (1909-1955). Har fer nýggi bygdalærarin at vaska kálkið av gluggunum, so næmingarnir kunnu síggja landslagið og vaksa við tí. Gamli lærarin hevði kálkað gluggarnar, tí hann helt at útsýnið til gerandisdagin órógvaði. Soleiðis broytast hugsanirnar um at halda skúla, rætt sum í mótaverðini:

Ja, Natanael, jeg er ikke fri for at skryde lidt ad de smaa Narrestreger. Naa, jeg kan nu godt have mine Tvivl. Nu skal du høre. Skolestuens nederste Ruder var kalkede, da jeg kom. Det forstyrrede min Forgænger, at Børnene rakte Hals og kikkede ud. Jeg vaskede Kalken af. Naturligvis kan det nu og da ogsaa forstyrre mig. Men jeg er ved at have den Tro, at de ikke kan se noget vigtigere end det, de kikker paa ud gennem Vinduerne her. Det er Landskabet, deres Erindring skal gro i. Men mon de ikke ser det, fordi de er nødt til at sidde herinde? Naar de leger udenfor ser de det ikke...
Meðan politikarar og onnur handilsfólk fiska sum aldri áður á heimliga skúlafeltinum, hava teir umborð á Lerki og Róki fingið fimm grindahvalir í trolið á Íslandsrygginum. Fyrsta skúladag, sæst tað aftur í kjallarum í Nólsoy.


Men sjálvt í teim bestu spákúlum ber ikki til at siga um nýbyrjaða skúlagongdin fer at eydnast. Tað er upp til hin einstaka næmingin og hvussu mentunarsólin hjá foreldrum og lærarum stendur.



Eini hyggjuráð eru tó greið longu fyrsta skúladag. Tað er at frávelja teir politikarar sum skammleyst brúka skúlabyrjan til egnan politiskan fyrimun. Ein teirra hevur fylgt so illa við, at hann kallar Bjørn Kalsø ladstýriskvinnu í mentamálum. - Man tað vera tí at hetta er eitt afturvendandi uppskot frá teim tíðum, tá mentamálaráðharrin veruliga var kvinna? Nei, eg sigi sum bygdalærarin í donsku søguni frá 1950: Best er at vaska gluggarnar, so vit síggja út í tún. Og eitt sundur av ervafrásjón vil eg viðmæla eisini. At síggja alt úr erva eina løtu, uttan at missa stavnhaldið til gerandis.