Skip to main content

Posts

Grafikkur frá níggju til átta!

Limabræv frá Steinbrá: Góði felagslimur í Steinbrá. Á ólavsøku er Steinprent opið frá klokkan níggju á morgni til átta á kvøld. Báðar dagarnar,  tað er ólavsøkuaftan 28. juli og ólavsøkudag 29. juli, er ólavsøkuframsýningin opin í Steinprenti á Skálatrøð frá kl. 09:00 – 20:00, har hesi listafólk sýna fram: Tóroddur Poulsen Tróndur Patursson Poul Janus Ipsen Fríða Matras Brekku Morten Skovmand John Kørner Torbjørn Olsen Marius Olsen Jonas Hvid Søndergaard Anker Mortensen PernilleKløvedal Helweg Prent, sum eru gjørd í Steinprenti, eru eisini við á ólavsøkuframsýningini, sum letur upp í Listasavninum ólavsøkuaftan 28. juli kl 15:00. Teirra millum eru Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Claus Carstensen, ið hava tulkað sangir av plátuni Vendetta hjá bólkinum 200 í gulum og svørtum, eins og upprunaligi húsin, so sum sæst omanfyri. Steinbrá er áhugafelag, ið stuðlar Steinprenti. Vit eru í løtuni 175 limir. Vit takka fyri tygara stuðul, men loyva okkum at min

Enn sum áður

Enn sum áður er grátt í Havn fyri ólavsøku. Her er útsýnið yvir fjørðin í morgun. Grátt út yvir grátt í allar ættir frá morgunstundini. Turt, men út á dagin slavið. "Enn sum áður fevnir tjóðarhátíð okkara um tveir sannar høgtíðsdagar, har maður fer av húsi til Havnar at hitta familju, vinir og kenningar," sigur borgarstjórin í rúgvusmiklu ólavsøkuskránni hjá Tórshavnar kommunu, sum eisini fevnir um hevdbundna felagssangin, sum er akkurát sum í fjør og undanfarin ár. Aldargamal siður verður nevndur, og framhaldandi sigur hin fevnandi og skilagóði høvuðsstaðar-borgarsjórin, at "Enn sum áður eru yngri og eldri siðir sjálvur mergurin í tjóðarhátíðini, tí okkum dámar væl at halda hesar dagar, sum vit plaga at halda teir. Men tíðin flytur seg eisini, og so hvørt sum yngri ættarlið koma til, broytast tey ynski og krøv, ið liggja sum lunnar undir tí, ólavsøkan hevur at bjóða sínum gestum. Tíðir koma og fara og siðir skifta, og hin góða ólavsøkan er og verður altíð bæði s

Gaffa: Færøsk musik

Spørger du en færing, om der findes et begreb, der entydigt kan påklistres etiketten færøsk musik, så vil nok de fleste, helt fra klimpreren i kælderen til dirigenten på podiet, i første omgang svare med et uforbeholdet ja. Men det kræver sin forklaring, fordi der findes nok ingen musikløs krog i hele verden. Heller ikke den færøske. Klaviaturet er begrænset og alle toner, rytmer, klange og harmonier er kendte og brugte i hele verdens kulturkredse vokalt eller instrumentalt, elektrisk og akustisk, eller i en blandig af samtlige dele. Der er sandelig intet nyt under solen, hvad angår musik. Og dog. På Færøerne har en befolking på under 50.000 skabt sit eget symfoniorkester, en landsdækkende musikskole og verdens bedste heavy metal bands. Dette sidste kan verificeres op til flere gange på Wacken Open Air festival i Tyskland. Sangtraditionen står stærk på Færøerne, både på torvet i hovedstaden, når nationen samles til fællessang på nationaldagen ólavsøka den 29. juli, og i kirk

LGBT leggur 'Manor' fram á Býarbókasavinum

LGBT Føroyar skipar fyri tiltaki á Býarbókasavinum í Havn í kvøld, týskvøldið 22. juli 2014, kl 19:30 í samband við søguliga bókaútgávu. Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyum, Barbara Christophersen, sjónleikari og Birgir Kruse, bloggari og ritstjóri, fara at hugleiða og lesa upp úr 130 ára gomul stuttsøguni Manor , sum týski rithøvundurin Karl Heinrich Ulrichs (1825-1895), niðanfyri, skrivaði um samkyndar vampýrar í Føroyum í 1884. Í juli í 2014 eru 130 ár liðin, síðan týski rithøvundurin og rættvísistríðsmaðurin Karl Heinrich Ulrichs festi stuttsøguna Manor á blað. Á Býarbókasavninum í Havn verður hugleitt um, hví og hvussu tað tók stuttsøguni so nógv ár at finna vegin fram til Føroyar. Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyum, fer at tosa nærri um hvør Karl Heinrich Ulrichs var, og at enda fer Barbara Christophersen, sjónleikari, at lesa stuttsøguna upp. Søgan snýr seg um tveir ungar samkyndar føroyingar, ið gerast góðir, men tíverri gongur annar maðuri

Havnin í bussi

Í dag er einki sum fyrr, og minni sum í morgin. Hetta er seinasti feriudagur og eg taki bussin oman í býin. Beint nú haldi eg, at ókeypis busskoyring er besta tiltak í Havn. Her savnast fólk úr øllum ættum. Ung og gomul, sum eru á stovni, og vilja tosa, forvitin ferðafólk og ólátaðir næmingar. Tjúgunda hvønn minutt er býarbussurin ein óbetalilig viðgerðarstova mitt í Havn. Púra ókeypis. Niðri í Steinatúni luktar av sveitta. Nú manglar bara eitt skelti, sum bannar sveitta. Úr armholum, skrevi og iljum. Ella mugu vit fara úr bussinum hinumegin. Beint út á gøtuna yvirav nýggja Býráðsresidensinum fyri hálvfems milliónir. Niðri í Vágsbotni er bókstavaherverkið fari at grípa meir um seg enn arkitektaherverkið. Nú haldi eg at einmannaskriftin á vegginum er vorðin nakað monoton og oyðileggjandi, eisini á nýgjørdum gluggum, veggjum og innstallasjónum. Hetta er ikki bara herverk, men óljóð í almenna rúminum. Men hinvegin skínur sólin yvir tann ganska bý. Ein milliónaskúta av Skála b

Summarnátt við Ruby

Ruby liggur enn sum áður fyri akker í Nólsoyarfirði. Navnið hóskar til eina náttklubbsangarinnu. Og kanska bíðar Ruby eftir makreli. Farmaskipið, sum er bygt í 2002, hevur flagg úr Gibraltar og hevur fyrr verið kallað Frisia, Apolo og Anja. Tað siga skipaforritini á telduni. Men um midnáttarleitið rulla skipsljósini hugtakandi inn eftir stilla summarfjørðinum. Tað eru summarkyrrindi í Nólsoyarfirði. Men tey finni eg ikki í streymtalvuni. Summarkyrrindi við Ruby.

Barbara Fish House mitt í Havn

Eirikur Lindenskov og gamli Fordurin í Gongini. 22 ára gamal keypti Eirikur ytstu húsini, Nýggjastovu, í 1988 fyri 180.000 krónur. Síðani hevur hann keypt og sjálvur sett í stand tey næstu húsini niðan gjøgnum Gongina, eisini Baianstovu, sum í kvøld letur upp undir heitinum Barbara Fish House. Søguligi bannarin á vegginum til høgru, sigur frá tíðini í Havn longu innan Kolumbus fann Amerika, tá hesi hús, sum tú nú stendur frammanfyri, vórðu bygd. This is storytelling, This is Barbara Fish House! Albert Isfeld, arkitektur, helt at tey bæði Ingun og Eirikur eiga at fáa virðisløn fyri at hava keypt og so kærleiksfult at hava varðveitt hesi húsini so væl og funktionelt mitt í gomlu Havnini. - Tað hevur mær vitandi eingin gjørt og tað púra av egnum áhuga. Tað er prísverdugt! Jákup Sumberg kokkur er komin úr tveystjørnaðu Michelinmatstovuni, Matsalen, hjá Mathias Dahlgren í Stockholm. Nú býr hann á Oyrarbakka og fer saman við Onnu Østerø á Koks at leggja matskránna í Barbara