Skip to main content

Posts

Borðreitt á Skansanum

Havnin er inni í eini skilaleysari periodu. Alt fysiskt gongur av skriðuni. Tað er ikki tann bygningur, ið ikki hevur blámusopp, lekur ella er feilkonstrueraður, ella nýkeptir kommunubygningar, sum eingin vil hava. Alt smalt fyri álitismyntir, betroede midler , pengar hjá øðrum fólki í okkara egnu kommunu. Býráðssamgongan rópar seg sosialdemokratiska og fremur umfordeiling , at javna stættarmunir í samfelagnum, siga tey. Haldi ikki hon er komin til upplýsta einaveldi enn. Eingin veit nakað, ikki ein gong býraðslimir í sama stýri. Tað avdúkaði Dagur og Vika í kvøld, har Marin Katrina ikki visti, hvat Heðin vildi við bankabygninginum í Steinatúni, og tví- ella trínevnda bygninginum, sum fyrr var Saltsøla á vestaru bryggju. Og so er ikki um at tala skúlarnir, sum nú eita Skúlin á Fløtum, men skalt tú hitta ein lærara, sum er í starvi í Kommunuskúlanum, so situr hann antin uppi í FSF húsinum í Gundadali uttan internetsamband, ella er hann í Argja Skúla, nei ikki tí nýbygda uppi á H

Eplasekkjasyndromið

Sum boðað frá á valplakatunum, vildi Bárður Nielsen fyri alt í verðini gerast sterki maðurin í Sambandsflokkinum. Tað boðaði hann frá framman fyri Handverkarafelagnum í Bøkjarabrekku í tættasta trafikki í høvuðsstaðnum. Sterkari í felag. Soleiðis bleiv tað eisini og soleiðis skal tað vera. Politikkur er tráanin eftir og viljin til makt. Bárður verður nýggi formaðurin, meðan lagaligi Kaj flaggar út, tí hann, sanniliga, hevur gjørt sína hernaðarskyldu í tí flokkinum. Men óbendi viljin til makt hevur eisini eina retoriska effekt. Bæði menn og kvinnur á høgraveinginum hava ein spunasmið, sum hevur billað teimum inn, at politiskur retorikkur er sum ein eplasekkur. Tín egni, persónligi eplasekkur, sum tú hevur savnað tær í eina kúlu á rygginum. Tá tú møtir upp til siviliseraðan debatt hjá Beintu í Degi og Viku , skalt tú bara opna fyri kjaftbandinum og tøma posan út á borðið til einki epli er eftir. Soleiðis er skúlaður høgraretorikkur hjá monnum og kvinnum í føroyskum politikki. Hevði næ

Hallur fyri fimtu ferð

Lívið er ein lítil løta er føroyska heitið á fimtu útgávuni hjá Halli Joensen. Heitið er tikið úr einum av seks sangum hjá Jákup Zachariassen, sum Niclas Johannesen í hesum føri hevur sett orð til. Sangirnir á nýggju fløguni hjá Halli eru tólv, sum í fýra førum hava støði í útlendskum sangum, ið eru fluttir í føroyskt mál. Umframt Niclas eru føroysku tekstahøvundarnir Martin Joensen, Steintór Rasmussen, Andrias Justesen, Páll Isholm, Eyðun Nolsøe og Niels Petur Nolsøe. Jákup Zachariassen, sum eisini hevur framleitt, eigur flestu løgini, meðan Hallur sjálvur eigur tvey. Teir útlendsku sangirnir, sum eru á føroyskum, eru eftir fyrimyndunum hjá Halli, Hank Williams, har Why should I cry er týddur til Hví fella tár , og Kris Kristofferson, har Love don´t live here anymore er vorðin til Eins og fremmand sita í duet við Tórfríð Tavsen. Í ensku útgávuni er duettin við Deanu Barry. Nýggja fløgan hjá Halli verður eisini givin út á altjóða marknaðinum. Tá er heitið Cozy Cowboy og a

Love Shop 25 ár

Tveir dagar eftir veturnætur er aftur summar. Tað er í dag. Tí nú kemur nýggja 25 ára savnsfløgan hjá Love Shop Evergreen - Best of Love Shop , sum tú hesa vikuna kanst spæla til høgru á blogginum. Love Shop vil siga Jens Unmack, sum er hin einasti, ið er á lívi. Ein doyði í ferðsluvanlukku og hin av krabba. Tel tínar dagar, góði lesari. Og lurta so eftir Unmack, sum heldur tað verða góða ironi, um tú kanst snýta deyðan . Til nýkomnu Love Shop savnsfløguna hevur Unmack valt En nat bliver det sommer og allar hinar góðu, poppoetisku sangirnar pluss tveir nýggjar. Eftir veturnætur er gott at hvila í Love Shop. Einki meir. Bara gott. Poetiski gittarin kann ljóða sum hjá Rasmussi, ið vit akkurát hava hoyrt í útvarpsbiografinum Til Lindu . Í billjósinum eftir danska landavegnum vagga blómandi bókstavirnir hjá Jens Unmack á donsku sinnopsmarkini, og skapa regnvátar setningar sum Jeg håber himlen, den vil briste, falde ned på må mig, Jeg håber himlen, den vil briste, åbne op for mig

Torbjørn uttan filtur og handrit

Í kvøld frumsýndi Kringvarpið filmin Hann rópar á meg   (58 min), sum er ein lýsing av listamálaranum Torbjørn Olsen (f.1956) beint nú, og aftur til barnaárini úti í Grønlandi í Havn. Tað er Ivan Hentze Niclasen, ið hevur lagt til rættis, og Hans Petur Hansen, sum hevur filmað og klipt. Onnur eldri brot síggjast eisini. Tey eru úr filminum hjá Katrin Ottarsdóttir Atlantic Rhapsody (1989), úr einum dokumentari, sum Øssur Winthereig gjørdi um Torbjørn í 2000, og úr mentanarsendingini Basalt , sum Ingun í Skrivarastovu og Bjarni Rubeksen gjørdu um altartalvur í 1998. Í Útvarpinum í morgun segði Ivan, at filmurin um Torbjørn er gjørdur uttan handrit, men úr eini rúgvu av filmsupptøkum, kanska tretivu. - Í so máta er filmurin tretivu stuttfilmar, sum á ymsan hátt lýsa Torbjørn sum listamann og menniskja, segði Ivan. Í fyrsta umfari kann sigast, at hetta er ein álvarsligur mangul og veikleiki í allari framleiðslu, at leggja handritið til viks og lata filmin, sum er tøkur, taka yv

ABC-hjálpin

Nú vikan rennur út, kann ikki sigast annað enn, at Abc-hjálpini hevur verið hollur stuðul. Tað byrjaði tá Starvsmannafelagið skrivaði undir sáttmála við Fíggjarmálaráðaði. Tá fekk Jørgin í A fyri fyrstu ferð høvið at viðmerkja sum kritiskur andstøðupolitikkari í Útvarpstíðindunum. Nýggi leikluturin hjá A-liðnum er interessantur. Samstundis skrivaði fyrrverandi løgmaður í B á Facebook: Tađ kennist sum avrúsingin er byrjađ. Var úti í gjár uttan fartelefon fyri fyrstu ferđ í sjey ár. Til allar mínar vinir royni tađ, tađ kennist fantastiskt, men tađ krevur mót :-) Veit longu nú, hvat næsta stig verđur, men alt viđ máta. Beinanvegin skrivar blaðstjórin á Sosialinum hetta svar, ið talar fyri C: Fyri fyrstu ferð í sjey ár hava vit upplivað, at Føroya løgmaður ikki hevur skrivað á Facebook í ein heilan mánað. Hvat man tað vera tekin um? Ja, tað er so opni spurningurin til eina púra ópolitiska pressu at svara. Men sama dag velur sama pressa at hava hundamoggarí sum høvuðssøgu.

Filmsfelagið í oktober

Tríggir heilt ymiskir filmar verða sýndir í Filmsfelagnum í oktober. Fyrsti er hin týski Phoenix , har fremsti leikstjórin Christian Petzold lýsir umstøðurnar í Berlin beint eftir krígslok. Nelly (Nina Hoss) hevur verið í konsentrasjónslegu, og er týðuliga merkt av hesum. Tá vit møta henni er honn vavd inn í bandasju, tí andlitið er skurðviðgjørt. Dreymurin er at møta manninum Johnny (Ronald Zehrfeld). Tá tað hendir, kennist hann ikki við hana. Søgur fara at ganga um, at tað var hann, ið sendi hana í føvniningin á nazistunum. Við filminum varpar meistarligi Petzold ljós á samleika og søgu. Eitt intenst og tvítýðugt melodrama, sum tekur navn eftir einum náttklubba í Berlin, men leikstjóran líkt, eisini vísir til søgnina um fuglin, ið reisir seg úr krígsins øru øsku. Phoenix verður sýndur mikukvøldið 14. oktober kl 20. Ruth Og Alex er heiti á eini feel good komediu við Diane Keaton og Morgan Freeman í høvuðsleiklutunum sum aldrandi hjún í Brooklyn. Tey hava búð á fimtu hæd

Inge Knutsson er deyður 67 ár

Í morgun ger Tóroddur Poulsen vart við, at svenski týðarin Inge Knutsson er deyður, 67 ára gamal. Farin úr tíðini, sum sviar siga. "Ein norðurlendskur meistari er farin", skrivar Kristianstadsbladet , sum Inge í mangar mátar var partur av, eisini sum mentabloggari. Mentablaðstjórin Sune Johannesson skrivar leygardagin: ”Hans engagemang stannade inte vid enskilda titlar, i mina ögon var han alltid en förnämlig ambassadör för att föra in litteraturen från till exempel Island och Färöarna till vårt land. Jag ser än idag ingen som språkligt kan konkurrera med honom. En mästare.” Í september 2013 hitti eg aftur Inge og sonin Esbjörn á bókamessu í Svøríki. Tá tók eg myndina omanfyri. Eins og pápin fæst sonurin við bøkur. Teir hava báðir vitjað í Føroyum og Inge, sum var bókmentafrøðingur, hevur umsett nógv, eisini yrkingar hjá Heðini Klein, til svenskt, sum aftur eru fluttar í enskt mál, m.a. í útgávuni Modern Scandinavian Poetry 1900-1975 . Inge týddi úr íslendskum, før