Skip to main content

Torbjørn uttan filtur og handrit


Í kvøld frumsýndi Kringvarpið filmin Hann rópar á meg (58 min), sum er ein lýsing av listamálaranum Torbjørn Olsen (f.1956) beint nú, og aftur til barnaárini úti í Grønlandi í Havn.

Tað er Ivan Hentze Niclasen, ið hevur lagt til rættis, og Hans Petur Hansen, sum hevur filmað og klipt.

Onnur eldri brot síggjast eisini. Tey eru úr filminum hjá Katrin Ottarsdóttir Atlantic Rhapsody (1989), úr einum dokumentari, sum Øssur Winthereig gjørdi um Torbjørn í 2000, og úr mentanarsendingini Basalt, sum Ingun í Skrivarastovu og Bjarni Rubeksen gjørdu um altartalvur í 1998.

Í Útvarpinum í morgun segði Ivan, at filmurin um Torbjørn er gjørdur uttan handrit, men úr eini rúgvu av filmsupptøkum, kanska tretivu. - Í so máta er filmurin tretivu stuttfilmar, sum á ymsan hátt lýsa Torbjørn sum listamann og menniskja, segði Ivan.

Í fyrsta umfari kann sigast, at hetta er ein álvarsligur mangul og veikleiki í allari framleiðslu, at leggja handritið til viks og lata filmin, sum er tøkur, taka yvirhond. Men sum frá líður verður veikleikin vendur til eina avgjørda styrki. Stillisliga fer hann at liva sítt egna lív, filmurin.

Eins og Torbjørn sjálvur sigur um málningarnar, sum rópa á hann – tað er ikki motivið, tað eri eg og málningurin, sum tað snýr seg um – á sama hátt kunnu vit siga, at lidni sjónvarpsfilmurin í kvøld bleiv til Torbjørn og skíggjan.

Lidna avrikið bleiv ein stillfør, gamaní í byrjanini nakað leiðilig, heild, sum veksur í forteljandi styrki, heilt til endan.

Vit hoyra um uppvøksturin úti í arbeiðarakvarterinum í Grønlandi, har tey lána telefonina frá grannanum, um drongin, sum legst inni hjá foreldrunum og óttast alt, um Ingálv og bjargandi Keypmannahavn, um styrkjandi brøðralagið og oyðandi brennivínið. At enda fær læknin orðið, at lýsa viðbreknu heilsuna og heilt nágreiniliga livrina, sum hevur fingið skorpu. Við søguligum flash backs og fram til nútíðina við kenda útsýninum, har Vesturkirkjan er mitt fyri, síðani Molin, fjørðurin og Nólsoyggin í baksýni. At enda gulgrumsutar náttarmyndir av einsama vallaranum úti í Grønlandi. Einsemi, meðan málningurin rópar, sum heitið sigur. Og so verður einsliga gongan í tunga leðurjakkanum avbrotin við góðu tíðindunum um Mentanarvirðisløn landins eitt myrkt kvøld í Leivsgøtu, innan hann fer um hornið eftir Eiriksgøtu. Í køliskápinum bíðar ein Gull.

Heilrunnið, uttan filtur, uttan handrit.

Gott og óprentiøst. Bravo!

Í Mentanarblaðnum í Sosialinum eitt vikuskifti í mars í ár hevði Dorit Hansen framúr góða og beint fram erliga samrøðu við Torbjørn Olsen um somu viðurskifti, sum filmurin varpar ljós á - rópandi løriftið, sum er húð listamansins á vegginum, og órógvandi, men eisini stabiliserandi Gullølina, sum aldri fer úr eygsjón. Húðin hongur á vegginum var heitið á samrøðuni.

Torbjørn avmyndaði eg í rutubussinum í Sandoynni, tá hann var á veg til Skálavíkar at fáa Mentanarvirðisløn landins hin 16. januar í ár. Fyrst í øðrum borðinum, so í hinum bussborðinum.