Skip to main content

Borðreitt á Skansanum


Havnin er inni í eini skilaleysari periodu. Alt fysiskt gongur av skriðuni. Tað er ikki tann bygningur, ið ikki hevur blámusopp, lekur ella er feilkonstrueraður, ella nýkeptir kommunubygningar, sum eingin vil hava. Alt smalt fyri álitismyntir, betroede midler, pengar hjá øðrum fólki í okkara egnu kommunu.

Býráðssamgongan rópar seg sosialdemokratiska og fremur umfordeiling, at javna stættarmunir í samfelagnum, siga tey. Haldi ikki hon er komin til upplýsta einaveldi enn. Eingin veit nakað, ikki ein gong býraðslimir í sama stýri. Tað avdúkaði Dagur og Vika í kvøld, har Marin Katrina ikki visti, hvat Heðin vildi við bankabygninginum í Steinatúni, og tví- ella trínevnda bygninginum, sum fyrr var Saltsøla á vestaru bryggju.

Og so er ikki um at tala skúlarnir, sum nú eita Skúlin á Fløtum, men skalt tú hitta ein lærara, sum er í starvi í Kommunuskúlanum, so situr hann antin uppi í FSF húsinum í Gundadali uttan internetsamband, ella er hann í Argja Skúla, nei ikki tí nýbygda uppi á Hamrinum, men tí gamla niðanfyri vegin, men omanfyri Sjósavnið, har parkerast kann.

Men so er tað Skansin og havnin í Havn.

Mitt í øllum hesum svarta snakki, renni eg meg í hesa fantastisku myndina av Skansanum og missi púra málið:


Hetta er tað mest fantastiska eg havi sæð í nýggjari tíð í Havn. Hugsa tær, at øll dekkaðu eitt sovritt borð einaferð um vikuna júst á hesum stað, sum Heðin sigur liggur óbrúkt í einum miðbýi, sum annars er deyður?

Tórunn Djurhuus Lassen, sum hevur Prýðislist sigur á Facebook, at "nú prátið um Skansan bert hevur snúð seg um pakkhús, bilar, betong og asfalt, so fari eg at vita um hetta riggar. Tað bleiv til eina hugnalig løtu á Skansanum saman við vinkonum Eydna Olsen og Beatrice Thomas Á Heygum. Eg fekk John Mikkelsen á Áarstovu at hjálpa mær við at testa hetta av í dag, túsund takk, John, tað eydnaðist sera væl”, sigur ein vælnøgd Tórunn á Facebook.


”Eg valdi at borðið skuldi standa við liðina av kanónini, tí at Beatrice hevur eitt serligt tilknýti til staðið, umframt at eg vildi testa útsýnið harfrá, nú tað hevur verið so nógv tjak umkring Skansan”, sigur Tórunn, sum fann uppá borðið á Skansanum.

Sterkasta statement eg havi varnast, nú Skansin, uttan at vita av tí, kom í so harðan andglett.

"Fyri meg er tað jú fantastiskt, at onnur síggja møguleikan, ið eg bara testaði av", sigur Tórunn, ið fann uppá at seta borðið júst har við kanónina á Skansanum, og so fekk John úr Áarstovu at borðreiða.

"Annars hevði hatta borið væl til at gjørt um summarið, at sett smá borð har, og fingið okkurt lætt ábit. Har er fantastiskt at sita", sigur Tórunn við Birkblogg.

Tórunn Djurhuus Lassen tók myndirnar, sum síggjast á hennara Facebook profili.