Kjakmentan hevur verið ovast á arbeiðsskránni hjá Sosialinum í seinastuni. Tað er frálíkt, hóast eg ivist í hvørja meining tað gevur, at ein miðil soleiðis fer í sjálvsvingandi sjálvsviðgerð í tænastu fyri lesaran. Er tað annað enn at fylla teigarnar, so lesarar og lýsarar ikki rýma? At skapa eitt vitborið trúfesti millum lesarar? Jú, tað eiga allir miðlar at gera, serliga teir handilsligu. Sambandið við marknaðin og eitt og hvørt vitborið rák, er júst tað, sum ein miðil altíð verður spentur upp ímóti, rætt sum málarin, ið fer í kríggj við løriftið, sum verður ein vøra, ið skal finna sín marknað. Soleiðis skal tað vera, og helst úti um alt landið. Men tá vit koma til almentgagnliga frammanundan betalta public service miðilin, Kringvarp Føroya, eru korini annarleiðis. Har ber ikki til at gera tað sama sum aðrir teitismiðlar, ið bara tendra mikrofonina, tí teir onga redaktión hava, og lata ein uppistandsskemtara loysa frá posabandinum, sum til dømis í tríggjar tímar á Sjómannadø