Vegurin til House of Blues á Mandalay Bay gekk framvið einum egyptiskum sfinski og pyramidum við so sterkum toppljósi, at rúmdarmenn sóu tað í ringrás. Innan konsertina fekk eg southern soul food - Jambalaya við sterkum gulum pipari og søtum flatbreyði (Myndir: Cornell MySpace og Birgir Kruse) Endurpostaður bloggur frá 7/8-2008: Í nøkur ár hevur fløgan Euphoria Morning verið mín yndisfløga. Upphavsmaður er Chris Cornell, ein frálíkur sangari, ið ljóðar sum ein samandráttur av øllum tí tónleiki eg lurtaði eftir í 70’unum. Deep Purple, eftir Ian Gillan, Paul Rogers í Free og Bad Company - og í løtum við einum farra av Led Zeppelin og Ritchie Blackmore, men tá er tað meiri á gittarsíðuni. Og so er allar ræddarreferansurnar eisini at hóma úti í tí fjara - Journey, Kansas og so framvegis. Chris Cornell er í mínum huga hin besti 70’ara sangarin, sum ikki er úr 70’unum. Hann er nógv yngri enn so. Kom fram síðst í 80’unum við Soundgarden og var stórsta Seattle navnið tá Náttarrav