Skip to main content

Posts

The Master of Discomfort

Her er ein perma á blaðnum hjá svenska filmstovninum, Swedish Film, sum javnan kemur út og sigur frá um nýggjan svenskan film. Júst henda perma fær meg at nikka, tá eg lesi undirheitið á greinini um leikstjóran Ruben Östlund (f. 1974) the master of discomfort . Östlund vann fyrstu virðisløn í Cannes í ár, Palme d'Or, fyri The Square , sum er ein provokerandi og ágangandi uppliving av, hvat list er og kanska ikki er. Summir ummælarar vilja vera við, at hetta er mest kjakskapandi filmur í ár. Høvið verður eisini at fylgja við í kjakinum, tí júst The Square er seinasti filmur í Filmsfelagnum fyri jól. Hann verður vístur í Havnar Bio mikudagin 29. november kl 20. Sama ágangandi discomfort stíl brúkti Ruben Östlund í filminum Force Majeur (2014), sum Filmsfelagið eisini vísti tá hann var nýggjur. Tann filmurin var um eina svenska familju, sum fór í Alpurnar at standa á skí. Tá eitt skalvalop tykist gera enda á teimum uppi á háfjallshotellinum, rýmur maðurin og letur øll v

Kom til Bethlehem í kvøld

Í kvøld verður seinasti av teim trimum ísraelsku filmunum sýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio, har Ísraelskir Filmsdagar eru á fyrsta sinni. Filmurin er hin kontroversielli Bethlehem , um samnevnda staðin á Vestara Áarbakka í Palestina, har søgan sigur, at Jesus varð føddur. Filmurin er ein nútíðarsøga um njósnaravirksemi og spentu viðurskiftini millum Ísrael og Palestina. Fyrsti ísraelski filmur var A Quiet Heart,  har Vinafelagið Føroyar-Ísrael var vertur, og í gjárkvøldið var The Cakemaker sýndur. Hetta er fyrsti biograffilmur, sum ísraelski leikstjórin Ofir Raul Graizer gjørdi eftir bara trettan døgum. Eitt stillført meistaraverk um kærleika, sum eisini rúmar samkyndleika. Men í kvøld verða vit førd til Bethlehem . Virkandi ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn, Eyal Lampert, hevur longu gjørt av, at tiltakið við nýggjum ísraelskum biograffilmum verður aftur í Havn næsta ár. Eisini vil ísraelska sendistovan stuðla Filmsfelagnum at finna góðar filmar, sum lýsa skeið o

Ísraelskir filmsdagar settir

Ísraelsku filmsdagarnir í Føroyum byrjaðu í Havnar Bio í gjárkvøldið, tá Annika Olsen, borgarstjóri, setti sýningarnar. Annika vísti á, hvussu vit vanliga hugsa um stórar bíbilskar filmar, tá Ísrael og filmar verða nevndir í sama viðfangi. Men hesir filmar eru gjørdir í Hollywood. Hinvegin vita tey fæstu, at Ísrael hevur fingið fleiri Oscar-nomineringar enn nakað annað land í Miðeystri. Hon vísti eisini á, hvussu nýggju filmarnir vuksu úr eini blandingsmentan og einum sera fjølbroyttum samfelag við nógvum stórum sum smáum tvídráttum. Annika nevndi eisini, at kristna uppalingin í Føroyum helst hevur ávirkað mong til eina jaliga fatan av landinum, men samstundis metti hon, at slíkar fatanir fullkomiliga hvurvu í myrkrinum í biografsalinum, tí hvør einasti filmur var eitt upplegg til nýtt kjak og nýggjar og fjølbroyttar fatanir. Ísraelskir filmar eru sera persónligir og lýsa allar partar av einum fløktum samfelag. Við tænastum sum t.d. Netflix kunnu mong nú síggja filmsrøðir sum

Hanus vann við Wunder-Pizza

19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini, sum Klippfisk skipaði fyri í 48 tímar um vikuskiftið. Dómsnevndin valdi filmin Wunder-Pizza , ið Hanus Johannessen leikstjórnaði, sum vinnara. Gunvør Balle, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, las grundgevingina hjá dómsnevndini upp í auluni í Kommunuskúlanum, sum nú ber heitið Finsen. Grundgevingin var soljóðandi: "Vit vórðu øll beinanvegein tikin við, tí høvuðsleikarin skapar eina bæði stuttliga og hugvekjandi identifikatión. Tað er sum at síggja ein heilan film, í einum stuttfilmi, sum er fólksligur og hongur saman, er heilskaptur, hevur stuttligar myndir, og stuttligar endurtøkur, sum viðtøkurnar siga fyri hesa sjangru. Vinnarasøgan er ein søga, sum er gjøgnumførd - bæði í frásøgu og við myndum, og lýkur sjálvandi treytirnar, uttan at tað gerst uppátikið. Framleiðsluliðið hevur gjørt sær stóran ómak at finna føroysk locations, sum eru sannførandi og stuðla væl upp undir skemtið, ið ber søguna fram. Vinnarafi

Hvar fer framtíðar skúlin?

Her er Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, saman við Jórun Simonsen, fyrrverandi lærara í Venjingarskúlanum og á Føroya Læraraskúla, har hon ikki bara hevði fimleik, men eisini leik . Tær møttust í Høllini í Norðurlandahúsnum mikudagin, har Nám og Mentamálaráðið skipaðu fyri ráðstevnuni Mennandi samstarv í framtíðar skúlanum fyri lærarum og leiðarum í fólkaskúlanum. Árni Øregaard hevði gjørt ein fínan lítlan film , har fólk úr øllum landinum, í ymsum aldri og av báðum kynum søgdu frá bestu minnum um skúla, læring og lærarar. Rigmor hevði ein playlista, sum hon tendraði, tá ráðstevnan byrjaði í Høllini. Listan hevði hon goymt sum Jórun . Heitið sipaði til besta læraran, sum við soninum, Erlendi, var komin niðan í Norðurlandahúsið. Jórun býr heima, úti í Grønlandi, tey rópa. Umframt í Høllini vóru fyrilestrar í øllum Norðurlandahúsinum, sum lærarar skuldu velja ímillum og tekna seg til eina viku undan tiltakinum.  Skúlin og framtíðar førleikar var yvirskrifti

Sjarmørurin er besti norðurlendski filmur

Meðan finski filmurin Little Wing (Selma Vilhunen) vann stóru norðurlendsku virðislønina í Helsinki, varð danski filmurin Charmøren, sum er um ein iranskan flótta í Danmark, kosin hin besti á 59. norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, har føroyskur filmur eisini varð umboðaður. Omanfyri er danski leikstjórin, Milad Alami, avmyndaður á tokstøðini, eftir at hann leygarkvøldið fekk NDR Filmpreis fyri fyrsta filmin í spælifilmslongd. Ardlan Esmaili spældi iranski flóttin. Hin stóri vinnarin á filmstevnuni í Lübeck var norska Iram Haq, sum vann tvær virðislønir fyri Hva vil folk si?  Onnur var áskoðaravirðisløn frá avísini Lübecker Nachrichten. Iram Haq fekk eisini virðisløn í Lübeck fyri fyrra filmin Jeg er din  (2013), sum Norðurlandahúsið vísti tað árið. Her er norski leikstjórin, sum eins og kvinnuligi høvuðsleikarin í virðislønta filminum er av pakistanskari ætt, avmyndað í samrøðu við sjónvarpið hjá NDR í gongini í sjónleikahúsinum í Lübeck, har virðislønarhandanin fór fram.