Skip to main content

Posts

Og til morgunlesturin verður endursendur, senda vit tónleik…

Soleiðis segði teknikarin í Útvarpinum í morgun, eftir at tvey innsløg høvdu verið í sama miðli um miðlastøðuna í Føroyum, nú ráðstevna verður í Norðurlandahúsinum í morgin.  Kom at hugsa um tá Ívar segði, at ”Nú endursenda vit Føroyar í dag, sum fyrstu ferð varð send av Kristiansborg í gjár.”  Eg ætli mær avgjørt at fara at lurta í morgin, og sum bloggari havi eg langt síðani takka ja til spennandi innbjóðingina. Mítt hjartamál er júst hetta. Eri púra infiseraður. Men aftur til annonseringina. Gamaní er bæði summartíð og hægsta tíð fyri lágt hangandi agurkum, men hvussu ber tað til, at tannleysur pausutónleikur frá gamaltfarnum døgum, We are the world var nýggjasti sangur eg hoyrdi, er so berandi partur av skránni, útvið 50 minuttir uttan eitt redaktionelt frábrigdi, bara høpisleyst innihaldsleysur pausutónleikur? Stjórin í Kringvarpinum, Ivan, bar eina spennandi nýggjheit, at í heyst fer ein barnaapp at koma. Frálíkt. Tað hevur higartil eydnast væl at fáa ung á skránna við nýskapandi

Glasgow getaway

Meðan náttúran er stóra magnetin hjá útlendskum ferðafólki at koma higar, er tað stórbýurin í sjálvum sær, hjarandi, blinkstrandi og jazzutur, ið er okkara magnet og attraktión at fara út í heim. Frá tí lítla til tað stóra. Frá bygdini til metropolin, og ein hin fyrsta býin í Evropa, Glasgow, sum í 1950 fór um milliónina. Alt síðan Strandferðslan setti Smyril í sigling beint til Aberdeen, og eitt privat felag slapp at yvirtaka bæði navn og farleið, og síðan slepti øllum, so vit bara høvdu privatkapitalistisku farleiðina til Danmarkar eftir, havi eg fegnast um strembanina hjá Atlantsflogi, fólksins vegna, at bróta hetta sjálvvalda danska samband, eisini um prísirnir eru hægri enn hjá SAS.  At ferðast beinleiðis til tann staðin tú vilt, og ikki verða noyddur at liggja fyri íla við Oyrarsund, ella í einum hvítkálkaðum smábýi í Norðurevropeiska snippinum, sum vart tú tíðarvilstur í Fiskerne hjá Hans Kirk, har aldrandi føroyingar hava búsett seg við útsýni til havið og uggað seg við, at næ

Amariel Norðoy deyður

Í dag bórust deyðsboðini av Amariel Norðoy. Hann varð 76 ára gamal, nú hann andaðist á Hvidovre Hospital, har familian var savnað um hann. Amariel var føddur í Klaksvík í 1945, og búði í Keypmannahavn. Í bókini Myndlist í Føroyum (2000) skrivar Bárður Jákupsson, at Amariel hevur serliga havt áhuga fyri tí føroyska deksbátinum, og sipar til Norðan.  Sagt verður, at Amariel ”hoyrir til teir listamenn, ið staðiliga halda seg til eitt fast tema og alsamt umringja tað ígjøgnum eitt lutfalsliga avmarkað úrval av myndaevnum. Tema hansara er umhvørvið í fjøruni og við bryggjuna. Skip og bátar liggja fyri íla, skrokkanna myrka tyngd og bylgjandi linjur ígjøgnum flótandi spegilsmyndir skapa tungar litflatar, ið ganga upp í litríka mótsetningsfulla myndaskipan á ultramarinbláum og pergamentgrønum botni. Ella báturin liggur við bryggju, útróðrarmenn umborð og fólk á bryggjuni eru lutir í yðjandi samanseting. Í útsýninum yvir havnina við meldri av pakkhúsum, neystum, skipsmatrum og lýsandi flotum