Skip to main content

Posts

Hjartabørn í Kenja

Hetta er heitið á einum heimildarfilmi, sum Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson úr Klaksvík hava tikið upp á ferð í Kenja í februar mánað í ár. Nú er filmurin liðugur og sæst við skúlauppgávum til hádeild á undirvísingarportalinum Snar .  - Um kameraútgerðina kunnu vit fyrst siga, at tá vit komu til Kenja, var tað uttan nakra ætlan at gera ein film. Men í kuffertinum høvdu vit eitt SonyA7iv kamera við Tamron 28-75 G2 linsu, tvær tráðleysar DJI mikrofonir og ein DJI Ronin gimbal, sigur Niels Jóhan, sum við góðum eygað hevur filmað. Rakul Ró, sum hevur klipt, sigur frá og lesur tekstin frá ferðini. Filmurin, ið varir knappar 40 minuttir, byggir á frásagnir frá fólkum, tey møttu. Tey eru føroyingar, íslendingar og afrikanarar, og málini vit hoyra, eru føroyskt og enskt. Undir heitinum Hjartabørn í Kenja hava tey vitjað ein kenjanska skúla, sum er knýttur at felagsskapinum Mirjam, sum Hilda Viderø, ið eisini er úr Klaksvík, stendur fyri. Í hugvekjandi og nemandi filminum ho

Spoiler: Hann fær bæði sex og pengar frá henni

Úr brellbitanum á Netflix fyri Deceitful Love: - Hvat um tú vart 60 ára gamli maðurin, og eg var 30 ára gamla kvinnan?  Ferðing vindur uppá seg, siga tølini. Vinnan er í vøkstri. Samstundis sum tað elvir til nýggj filmisk upplivangarátøk, hoyra vit mótmæli frá Barcelona og av Kanarisku oyggjunum um, at tað er blivið so dýrt at búgva og liva á attraktivu ferðastøðunum. Nú vanliga fólkið ikki skal ferðast, tí tað gevur so nógv útlát, er ein uppløgd loysn at sita heima og lata sjónvarp flyta teg til fremmand lond á filmi at uppliva støð og hendingar. Ikki minst, tá filmurin verður skorin sundur í átuligar partar til eksotiskan heimahugna. Filmur er nærvera á ein hátt, sum eingin annar miðil kann bjóða. Det lystfyldte nærvær, sum Otto Leisner, ið altíð vildi síggja glað fólk á skíggjanum, kallaði tað.  Nýggj á Netflix er ein italsk røð frá Amalfistrondini við Salernoflógvan, Inganno , sum merkir svik, við altjóða heitinum Deceitful Love , á donskum Bedragerisk kærlighed . Heitið og summar

Er tíðin farin frá speglrefleks?

Eg veit, man skal ongantíð skriva eitt spurnartekin í yvirskriftina, ella nakað annað tekin yvirhøvur. Men nú er tað so, at hesin tekstur varð føddur í einum spurningi. Spurninginum, um tunga gamla plásskrevjandi speglrefleksútgerðin, eg keypti frá Goeker, skal leggjast á hillina. Ikki bara eina løtu, men forever. Eri komin til sættis við, at besta myndatólið er tað, tú altíð hevur hjá tær. Einki meir. Eingin tungtvigandi kropsforleingjari, ið krevur tasku, filtur, battarí og minniskort. Fyri ikki um at tala stativ og ljósskjól, um tú vilt nakað heilt serligt, sum órógvar alt og øll. Point and shoot við tínari fartelefon, og goym alt hjá Google í skýnum. Og legg tað so út á Facebook sum eina myndasøgu, at vita um myndin riggar og tolur dagin og ein afturat. Sum tíðin gongur, verður Google ein nyttugari og stuttligari myndagoymsla. Tí hon umboðar alt tað, tú avmyndað í eini handavending meðan eingin sá. Og tú sleppur altíð til full size myndirnar. Sama varð henda dagin eg gekk á sandinu

- Vit fara at síggja føroyskan film!

Meir enn 2500 atgongumerki vórðu seld í forsølu til stop-motion-animatiónsfilmin Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum, sum Kringvarpið hevur latið í føroyskan ham, og nú gongur í Havnar Bio Soleiðis søgdu tey í hópatali. Vit fara at síggja føroyskan film! Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum. Wauw. Tankarnir ganga aftur til bilettsøluna og biografdagarnar við høvdingasoninum, Winnetou, og týska maskinmeistaranum, Old Shatterhand. Hóast ymiskir, skuldu teir bjarga søguni og skipa lógloysið, so allir nýbyggjarar kunnu liva í sátt og semju. Teir á preriuni og nú dýrini í Vallbakkaskóginum. So er vøllurin settur, teknaður og máldur upp. Tankin kann ikki hugsast liðugur, uttan at taka støðu til, hvussu uppbyggiligt Kringvarpið hevur verið í júst hesum føri, meðan eins almenna arbeiðsplássið, sum við parlamentariskari valskipan í rygginum er beint hinumegin vegin, Mentanarnevnd Føroya Løgtings, á jólum í fjør fekk konfirmerað, at biografur skuldi skrivast út úr føroyskum

Nei, vit skulu einki tjóðleikhús hava

Hóast Dario Fo segði, at í einum landi við ongum tjóðleikhúsið, har stendur deyðin í durinum, so er nú greitt, at vit skulu einki tjóðleikhús hava.  Eitt sindur jánkasligt, fyri at siga tað milt, var hetta enn einaferð staðfest og sementerað í morgunsendingini hjá Útvarpinum, Vikan.  Eitt sjónarmið var, at tjóðleikhúsið skuldi partú ikki vera í Havn, og eitt annað sjónarmið, sum er tað sterkasta í Havn, er, at har skulu vit hava parkeringspláss, í hvussu er á teim støðum, vit higartil hava hoyrt, at borgarstjórin í Havn hevur peikað á.  Har skulu bilar standa meðan vit arbeiða og eru til handils, og innan vit fara heim at upptaka enn eitt, ella kanska tvey, parkeringspláss í tí túninum. Bilar fram um alt. Hetta er sjónarmiðið í Havn. Bilar skulu eiga útsiktina av Skálatrøð, sum eg enn haldi vera heimsins bestu. Og bilar fáa almennan stuðul, so vit keypa fleiri av teimum. Til ber eisini at ganga og at hugsa býarplanlegging út frá øðrum enn kinesiskum elbilum og teirra forbannaða løðarum

Ein orðavirðiligur verkstaður í Kirkjubø

Fremsta núlivandi plátuskald, Bob Dylan, segði í eini serstakliga drúgvari takkartalu í 2015, tá Jimmy Carter gav honum heiðurin MusiCares Person of the Year, at tú kanst seta Nashville í eina tíðarlinju innan og eftir Kris, eitt pre-Kris og eitt post-Kris tíðarskeið, ”because he changed everything,” segði Dylan.  ”This was about the time that Willie Nelson picked up and moved to Texas. About the same time. He’s still in Texas. Everything was very copacetic. Everything was all right until -- until -- Kristofferson came to town. Oh, they ain’t seen anybody like him. He came into town like a wildcat, flew his helicopter into Johnny Cash’s backyard like a typical songwriter. And he went for the throat. “Sunday Morning Coming Down,” segði Bob Dylan í taluni í 2015, sum vardi 40 minuttir. Árið eftir fekk hann sum fyrsti tónleikari Nobelvirðislønina í bókmentum, “for having created new poetic expressions within the great American song tradition,” sum bókaliga Nobeldómsnevndin segði við 75 ár

Bankatoskur er okkara besta brand

Jógvan er høvuðskokkur og matstovuleiðari í Áarstovu. Við hansara lið eru frá vinstru Skander, Hördur og Azzam. Vit skulu droyma stórt, segði Ben Arabo í Vikusendingini hjá Útvarpinum í morgun. Hóast hann sipar til rúmdarmannin, sum vitjaði her í vikuni, vil eg uppí hesa útsøgn eisini knýta Bankatoskin, sum Áarstova borðreiðir við í kvøld. Úr tí smáa skulu vit eisini droyma stórt. Bankatoskur er blivin besta og lívsseigasta brand, vørumerki, úr føroyska kovanum. Azzam vísir á vegginum, hvussu stórur eini Bankatoskurin var, tá hann varð keyptur frá Fofish hjá Jónhardi Frederiksberg í Leirvík. Eftir mínum eygamáti táttar hann í 160 sentimetrar. Pallborðsfundir eru heima á Sandi um at velta grønmeti til matna, og í Havn fáa vit Bankatosk á hægsta fine dine støði, Barbuvín úr Dímun, ost úr Múla og persiskan kaviar. Hetta er ein sterk gastronomisk rørsla, ið hevur fingið fótin fyri seg. Tað er eingin sjálvfylgja at Bankatoskurin enn fæst til matna og enntá til keyps á matstovu. Fyrr var ikk