Skip to main content

Ein orðavirðiligur verkstaður í Kirkjubø

Fremsta núlivandi plátuskald, Bob Dylan, segði í eini serstakliga drúgvari takkartalu í 2015, tá Jimmy Carter gav honum heiðurin MusiCares Person of the Year, at tú kanst seta Nashville í eina tíðarlinju innan og eftir Kris, eitt pre-Kris og eitt post-Kris tíðarskeið, ”because he changed everything,” segði Dylan. 

”This was about the time that Willie Nelson picked up and moved to Texas. About the same time. He’s still in Texas. Everything was very copacetic. Everything was all right until -- until -- Kristofferson came to town. Oh, they ain’t seen anybody like him. He came into town like a wildcat, flew his helicopter into Johnny Cash’s backyard like a typical songwriter. And he went for the throat. “Sunday Morning Coming Down,” segði Bob Dylan í taluni í 2015, sum vardi 40 minuttir.

Árið eftir fekk hann sum fyrsti tónleikari Nobelvirðislønina í bókmentum, “for having created new poetic expressions within the great American song tradition,” sum bókaliga Nobeldómsnevndin segði við 75 ára gamla plátuskaldið, ið ikki møtti. Amerikanska sendikvinnan í Svøríki, Azita Raji, helt taluna hjá Dylan og minnisríka løtan varð helst, tá Patti Smith sang A Hard Rain's A-Gonna Fall við fullum orkestri, men einu løtuna noyddist at steðga av bangilsi.

Tað var longu í 1971, at bæði Janis Joplin og Charley Pride sungu seg vestureftir gjøgnum amerikansku Suðurstatirnar við Me and Bobby McGee hjá Kris Kristofferson. Hon hvít, hann svartur, høvuðspersónurin í sanginum kynsneutralur í amerikanskari hevd, sum á plátu hevði foredlað søgukynstrið hjá Steinbeck, og í bestu førum knýtt tað til lastbilin, sum vil taka okkum undrandi hitch hikers uppí. Plátuskaldskapur sum í Willin’ hjá Lowell George í Little Feat frá sama ári. Og Grapes of Wrath hjá Steinbeck frá 1939, sum Kris í 1981 exploiteraði við Here Comes That Raibow Again, beint úr somu søgu. 

Ein amerikanskur Facebookvinur helt í gjár, at Me and Bobby McGee burdi verið amerikanski tjóðsangurin. 

Men Kris greiðir frá, at honum dámdi ikki at fáa bundnar uppgávur, sum akkurát hesa frá Fred Foster, ið átti Combine Music, sum Kris just var farin at arbeiða fyri. Í telefonini nevndi hann navnið Bobby MacKee, sum var telefondáma hjá Boudleaux Bryant, ið skrivaði Love Hurts. “Me and Bobby McKee, how does that grab you?” Kris dámdi einki og royndi at sleppa undan sanguppgávuni og yvirhøvur at møta Foster. ”I can’t write on assignment.” Men tá Kris í regni koyrdi frá Morgan City, til New Orleans og Baton Rouge og hevði kaliforniska Steinbeckstaðin, Salinas, í tankunum, riggaði. Komin til Nashville var sangurin, enn ein sangur á vegnum, bundin at amerikanska meginnervalagnum, liðugur.  

Tó, í 1971 gav eg mær lítið far um Kristofferson sjálvan. Samanborið við Joplin hevði hann onga rødd. Fyrstu ferð eg av álvara varnaðist Kris Kristoferson var úr einum hessjanposa við LP plátum frá CBS sama árið. Hugsi at sjáldsomu pláturnar vóru ætlaðar danska marknaðinum. Frámerkið hjá donsku deildini av CBS var Det er Musik og so ein mynd av barmfagrari danskari dámu við stjørnum á vørtunum. Sangurin hjá Kris var Little Girl Lost. Millum hinar favorittarnar vóru Redbone The Sun Never Shines Upon The Lonely og Nils Lofgren við White Lies. Men eingin sangur hevði djúpt stillføra intensitetin hjá Kristofferson, at seta seg og koma undir húðina, sum tey siga. Alt samalt í einum tríminutta poppsangi sum ein stuttfilmur. 

Haldi ikki, at eg tá hevði gáa um, at hann átti sangin hjá Janis Joplin um Me and Bobby McGee, sum meri enn so bleiv spæld á B&O spælaranum í Dansistovuni á Eiði og send á FM í somu bygd. Me and Bobby McGee. Sætt at siga lurtaði eg ikki eftir countrytónleiki tá. Men Dansistovan og línumenninir á Eiði fingu meg á aðrar tankar, tí orðleyst vistu teir at siga, at henda sjangra sum eingin onnur bygdi á storytelling, tað at fortelja og siga søgur, fyrst av øllum um longsul og einsemi, og aldri at vera har, tú veruliga ynskti og kendi teg heima. Always on the Run. Ella The Highway is My Home, sum Merle Haggard sang.

Summarið 73 vóru Elisabeth og eg í Notodden og vitjaði mammubeiggjan, Arnold, Bodil og systkinabørnini Bente og Sissel. Bente, sum just hevði fingið koyrikort, koyrdi til Drammen at síggja Cisco Pike í lokala biografinum. Ovasti kongur av coolness, serliga tá hann í Convoy fekk sær sólbrillur. 

Tá Tummas fimmogfjøruti ár seinni ringdi og spurdi, um eg kundi introdusera Kristofferson í Høllini í Norðurlandahúsinum, trúði eg ikki mínum egnu oyrum. 

Játtaði, og slapp at siga við ikki bara tey møttu, men eisini yrkjaran sjálvan, Let the Devil Take Tomorrow, Tonight He’s our Friend, innan hann fekk mikrofonina. 

"...Høvið kundi ikki verið betri enn at sleppa at kaga í sangkatalogið hjá Kris Kristofferson. 28 sangir beint úr penninum, ið sambært Bob Dylan broytti Nashville, tá hann kom hagar mitt í 60’unum. Pennurin hjá Kris Kristofferson, ið gjørdi skilnað, so at tú kundi tosað um tíðina innan og tíðina eftir at hann kom til Nashville. "Everything was all right until Kristofferson came to town. Oh, they ain't seen anybody like him", segði Bob Dylan í einari søguliga góðari talu í fjør. Og hann helt fram: "He came into town like a wildcat, flew his helicopter into Johnny Cash's backyard like a typical songwriter. And he went for the throat. "Sunday Morning Coming Down." You can look at Nashville pre-Kris and post-Kris, because he changed everything." Og so er restin søga, sum tey siga. Nú er lyklapersónurin komin higar á øðrum sinni, fyrru ferð var fyri 9 árum síðani í Ítróttarhøllini, tá eg haldi meg minnast at hann sat niðri. Tað hevur hann ikki gjørt higartil. 80 ára gamal hevur hann staðið uppi og sungið allar storytelling-sangirnar, einsamallur við gittara og munnhørpu, uttan at fjala at stutttíðarminnið er farið. Let the Devil take tomorrow, Tonight He’s Our Friend og í ovurmorgin er hann í Oslo. Vit fara í kvøld at hoyra eina perlurøð frá Shipwrecked in the Eighties, skipsbrotin í 80’unum – høvuðsstjørnan fylti 80 í juni, mind you – til næstsíðsta sangin, Please don’t Tell Me How the Story Ends, til allar seinasta sangin, Why Me Lord, har dótturin Kelly og makin Andrew syngja saman við pápanum og verpápanum Kris Kristofferson..."

Kvøldið fyri var døgurði í Roykstovuni í Kirkjubø og eg skrivaði soleiðis á bloggin:

”Í kvøld tók eg í hondina á 80 ára gamla Kris Kristofferson. Tá er tað, sum um tíðin stendur still. Allir sangirnir, allar pláturnar og øll tíðarrákini. Partly true, partly fiction. Einaferð segði Bob Dylan, at tá Kris kom til Nashville broyttist alt. "Ja, faktist vóru tað hansara orð", segði Kris og hugdi niður við døgurðaborðið í Roykstovuni í Kirkjubø í kvøld. Flóvur. Og so flenti hann so hjartaliga…Í gjárkvøldið komu tey úr Hawaii, har tey búgva á oynni Maui. Men tey hava eisini hús í Malibu í California, har tíðarritið Rolling Stone tosaði við Kris og Lisu um at eldast, um vinfólk sum Muhammad Ali og Merle Haggard, ið fella frá, og um at missa stuttíðarminnið, tá Kris fylti 80 ár í juni í ár. Tey eru á konsertferð, og eftir steðgin í Føroyum, skal Kris syngja í Noregi, Danmark og Svøríki. Eg tók norsku fløguna Kris på norsk (Kirkelig Kulturverksted 1999) við og fekk hann at signera í Roykstovuni. So vórðu stundir at fara í kirkju undir kønari leiðslu av Jóannesi Patursson. Seinni borðreiddu hann, konan Guðrið og mamman Sólvá við laksi, neytakjøti og rabarbum í søguligu Roykstovuni. Kris Kristofferson, sum mitt í 60'unum broytti musikkmaskinuna í Nashville til at verða ein orðavirðiligan verkstað, hugnaði sær óført.”

Friður verið við minninum um plátuskaldið Kris Kristofferson, sum leygardagin fór úr tíðini, 88 ára gamal. "When you see a rainbow, know he’s smiling down at us all."