Skip to main content

Er tíðin farin frá speglrefleks?

Eg veit, man skal ongantíð skriva eitt spurnartekin í yvirskriftina, ella nakað annað tekin yvirhøvur. Men nú er tað so, at hesin tekstur varð føddur í einum spurningi. Spurninginum, um tunga gamla plásskrevjandi speglrefleksútgerðin, eg keypti frá Goeker, skal leggjast á hillina. Ikki bara eina løtu, men forever.

Eri komin til sættis við, at besta myndatólið er tað, tú altíð hevur hjá tær. Einki meir. Eingin tungtvigandi kropsforleingjari, ið krevur tasku, filtur, battarí og minniskort. Fyri ikki um at tala stativ og ljósskjól, um tú vilt nakað heilt serligt, sum órógvar alt og øll.

Point and shoot við tínari fartelefon, og goym alt hjá Google í skýnum. Og legg tað so út á Facebook sum eina myndasøgu, at vita um myndin riggar og tolur dagin og ein afturat.

Sum tíðin gongur, verður Google ein nyttugari og stuttligari myndagoymsla. Tí hon umboðar alt tað, tú avmyndað í eini handavending meðan eingin sá. Og tú sleppur altíð til full size myndirnar.

Sama varð henda dagin eg gekk á sandinum heima á Sandi í Sandoynni. Sandur, so langt tú sært. Mjúkt og reint og aktiverað við einum filtri, sum eg skuldi brúkt eina góða løtu at funnið í speglrefleks, tí myndin er í litum, men balanserar í einum hugtakandi svørthvítum universi. Sandur sum sansalig uppliving. Í eini handavending millum Mølheyggjarnar. Hvast sum eggin á knívi. Í eini flatari fartelefon, sum eg tók úr lummanum.