Sunnudagin verður listakvinnan á Eiði, Sigrun Gunnarsdóttir, 75 ár. Í hesum sambandi heilsar stjórin í Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen, henni og sigur, at Sigrun er eitt av fremstu myndlistafólkunum í Føroyum. - Listin er ein ósundurskiljandi partur av henni, og hennara serstaki stílur hevur sett síni spor í føroyska myndlist. Við sínum klára litspæli og greiðu formum skapar hon verk, sum bæði eru einfald í útrykki og djúp í týdningi. Myndirnar endurspegla lív og tankar hennara og bera í sær eina sterka frásagnarkraft, ið røkkur langt út um tað persónliga og gerst ein partur av felagsmentan okkara, sigur Solveig undan 75 ára degnum. Henny Dánialsdóttir, sum í skúlaverkinum er ráðgevi í handaverki og list, ella estetisku lærugreinunum, sum hon sjálv altíð sigur og leggur dent á, er stórur fjeppari av Sigrun, tí listin hjá henni kann nakað heilt serligt í undirvísingarhøpi. - Sæð við barnaeygum er listaheimurin hjá Sigrun ein fantastiskur heimur at traðka inn í....