Skip to main content

Tæt på danskerne

Í kvøld sá eg nýggjastu sending frá Jonathan Spang, sum nýliga fekk heiðursløn frá donskum skúlalærarum í samfelagsfaki. Veit ikki um eg skal grína ella gráta um brúna grønlendska ísin hjá danskaranum, og í so fall um hvat av hesum báðum eg skal velja at grína ella gráta yvir, heiðurslønina, ella avrikið hjá Jonathan í danska almannamiðilinum, Danmarks Radio. 

Eitt faktum er tó, at filmiskt er Danmark ein pressað tjóð, skulu vit hyggja eftir úrvalinum, Slavenation Danmark, sum ikki bara er í umfari í fleiri pørtum beint nú, og hin DR røðin Slave af Danmark, sum nú byrjar, men eisini er virðislønt fyri ein spælifilm av øllum Norðurlondum, Viften. 

Eg skilj væl at tað pínur í sjálvsfatanini, tá tú verður konfronteraður av og um tína egnu tjóðskaparsøgu, og alt lívið – helst – hevur hildið teg verið óangrípiligan, tí tú hevur det Danske mindretal i syd, Det centrale Mellemdanmark í Føroyum og det arktiske Norðurdanmark, sum er inngongdin til Norðurkollin, og vanliga er kent sum Grønland. Tað pínur hjá øllum, tá sjálvsfatanin verður prikað. Ikki minst tá øll tíni grannalond ganga saman at velja besta film í okkara øki og geva honum stóra virðisløn við hesi motivering, sum enn ikki er umsett til føroyskt og tí enn stendur á donskum í norðurlendska samstarvinum:

Juryens motivering

Det er sjældent at se en film, som er så selvsikkert og grundigt gennemtænkt ned til selv den mindste detalje. Instruktøren, Frederikke Aspöck, snubler ikke. Viften tager et nyt og friskt greb på racisme og magtspil. Den handler om Danmarks kolonitid på De Vestindiske Øer i 1848 på St. Croix. 

Det er modigt, stærkt og ambitiøst af filmskaberne at udfolde denne alvorlige og traumatiserende historie på så personlige, legende og nogle gange endda humoristiske og overraskende smukke måder. De ser tilbage på historien, og det er ikke behageligt. Viften er en historie om en meget specifik del af den danske fortid, og samtidig lader den sig meget let relatere til vores aktuelle dilemmaer og til et globalt publikum.

På en overbevisende og yderst kompleks måde fortolker filmen retrospektivt slaveoprøret mod den danske kolonimagt. Alle kæmper for at finde en plads inden for race- og klassehierarkiet. Alliancer og agendaer ændrer sig, og det gør fortællingen uforudsigelig og medrivende. Manuskriptforfatter Anna Neye, som også spiller hovedrollen, har skabt en alsidig og hidtil uset historie, hvor alle karakterer har fejl, og mange har indre moralske kampe.

Juryen valgte Viften blandt et udvalg af nordiske film af meget høj kvalitet. Filmen er en kombination af et fremragende manuskript og et slående visuelt narrativ og lydbillede, hvilket skaber en stærk filmisk oplevelse. Alt i alt har filmskaberne givet publikum en smuk, sød og farverig oplevelse, som også indeholder bitter gift og behersket vrede. 

Vi lykønsker producerne med, at disse stærke og originale stemmer nu kan høres i vores nordiske biografer.

Filmsfelagið setti hann á skrá við inngangi frá Ole, hin 7. juni og hesi lýsing í programmteksti:

Nýggi danski filmurin ”Viften” verður lýstur sum ein menniskjanslig søga um makt og bundinskap hjá tveimum pørtum, sum ikki neyðturvuliga vilja vera saman. Sambandið verður lýst við djúpum álvarsemi, men eisini absurdum skemti, sum bjóðar donsku søgufatanini og serliga søgugloymskuni av, siga tær, ið hava gjørt filmin.

Árið er 1848 og staðurin er Skt. Croix í danska Vesturindia. Anna Heegaard og Petrina, sum báðar eru littar, eru bestu vinkonur. Hóast eins í húðarliti, er gerandisdagurin ógvuliga ymiskur. Anna er frí og ræður yvir og eigur Petrinu, sum undir henni er trælur.

Anna livir í sús og dús í borgini hjá manninum, sum er ríkisumboðsmaðurin Peter von Scholten, meðan Petrina er húshaldirska. Alt gongur væl í hond, til fólk fara at tosa um ein uppreistur. Munnu vinkonurnar Anna og Petrina fara at standa á somu síðu, tá uppreisturin verður?

Leikstjóri er Frederikke Aspöck, sum í 2019 gjørdi fongsulsfilmin ”De frivillige”, og handritið hevur Anna Neye skrivað. Hon spælir við í filminum og er kend frá ”Normalerwize”. Filmurin er upptikin á Gran Canaria.

Filmsfelagið vísti í 1987 filmin hjá Palle Kjærluff-Schmidt ”Peter von Scholten” við Ole Ernst í høvuðsleiklutinum. Hesa seinastu tíðina hava fleiri nýggir postkolonialistiskir filmar verði á skránni í Filmsfelagnum, teirra millum grønlendski ”Twice Colonized” og íslendski ”Volaða land”, sum báðir taka støði í knýtinum til Danmark.

Ummælarin hjá Information sigur um nýggja danska filmin ”Viften”: - Fremstillingerne i den danske film ”Viften” om Danmarks tid som slavenation er en gave til en samtale, der ikke må stoppe. Om en fortid, der for alt længe har været poleret til ukendelighed, men vedbliver at være en skamplet.

Kendasti danski filmsummælari, Per Juul Carlsen, sigur í Kristeligt-Dagblad, at ”Viften” er et charmerende og farvestrålende slag i mellemgulvet på Danmarkshistorien. [...] Her i 2023 er den så absolut en tiltrængt udfordring, en film til en tid, der trænger til nye vinkler.

Ummælrin hjá Børsen, Michael Solgaard, sigur: - Filmen får med et glimt i øjet og underspillede grusomheder en skovl under den koloni-leflen og -romantisering, som mange nok har om Danmarks år i Vestindien.

Ole fer at innleiða nýggja danska filmin ”Viften”, sum er hin seinasti í Fimsfelagnum fyri summarsteðgin.

Nú Danmarks Radio tók filmin, Grønlands hvide guld, av skránni, altso púra strikaði hann, og segði einum ábyrgardhavandi upp, mótmæltu føroysk og grønlendsk filmsfólk, tí hetta minti um sensur. Tað helt eg vera nakað milt sagt og setti tí hesi orð, niðanfyri, á hetta uppslag hjá Eiriki, sum bar boðini, á Facebook:

"Kan minde om censur" er ein ógvuliga mild útsøgn, tá sendingin er tikin av skránni. Tá er farið eitt stig víðari enn censur. Í týskari lóg er fyribrigdið berufsverbot, tá talan er um eina "professional disqualification". Haldi vit eru har, tá eitt professionelt bann verður gjøgnumført og filmurin ikki er modereraður ella tillagaður, men púra tikin av skránni.

Hetta var snópisligt at eygleiða hjá eini píndari natión. Men brúna strípan hjá Spang hvørvir helst ikki so skjótt av hvíta grønlendska ísinum sum upprunafilmurin í danska sjónvarpinum.