Fjølmiðlaumrøða 62 Norður, Útvarp Føroya 22. november. 2007: Fleiri av okkara miðlum hava fylt runt í ár: Dimma 130, Sosialurin 80, Útvarpið 50 og Sjónvarpið hálvt so gamalt. Eg fari at hefta meg við henda yngsta miðilinum og dømi um brúkarasjónarmið í Degi & Viku. Vit bakka eina viku. Søgan um bústovnin í Børkugøtu í Havn er ”uppfunnin” í Degi & Viku, sum reisir málið um eini niðurslitin og vandamikil hús. Arbeiðsfólk, brúkaraumboð og evsti myndugleikin verða tikin við. Í næsta parti skriva Javni og foreldur kæru til Brunaumsjónina. Fríggjakvøldið veit redaksjónin at siga at nú verður bústovnurin umvældur. Tí sama seinrapart hevur landstyrismaðurin funnið eina millión. Í einum landi uttan brúkaravernd, er Dagur & Vika besta umboð, vit hava. At reisa eitt mál, fylgja tí og loysa tað, er ynskistøðan hjá einum miðili, ið tekur tankan um fjórða statsvaldið í álvara. Samstundis sum hetta skapar rótfesti í fólkinum, er hetta gott myndavarp, har myndirnar eru sigandi og víðka um