Skip to main content

62 Norður


Fjølmiðlaumrøða 62 Norður, Útvarp Føroya 22. november. 2007:

Fleiri av okkara miðlum hava fylt runt í ár: Dimma 130, Sosialurin 80, Útvarpið 50 og Sjónvarpið hálvt so gamalt. Eg fari at hefta meg við henda yngsta miðilinum og dømi um brúkarasjónarmið í Degi & Viku.

Vit bakka eina viku. Søgan um bústovnin í Børkugøtu í Havn er ”uppfunnin” í Degi & Viku, sum reisir málið um eini niðurslitin og vandamikil hús. Arbeiðsfólk, brúkaraumboð og evsti myndugleikin verða tikin við. Í næsta parti skriva Javni og foreldur kæru til Brunaumsjónina. Fríggjakvøldið veit redaksjónin at siga at nú verður bústovnurin umvældur. Tí sama seinrapart hevur landstyrismaðurin funnið eina millión.

Í einum landi uttan brúkaravernd, er Dagur & Vika besta umboð, vit hava. At reisa eitt mál, fylgja tí og loysa tað, er ynskistøðan hjá einum miðili, ið tekur tankan um fjórða statsvaldið í álvara. Samstundis sum hetta skapar rótfesti í fólkinum, er hetta gott myndavarp, har myndirnar eru sigandi og víðka um fatanina av evninum. Nú stendur bara spurningurin eftir, hví tað almenna keypir so lítið hóskilig sethús frá privatum at brúka til almennar stovnar.

Hóskvøldið fyri viku síðani, sóu vit skakandi søguna um Norrønu, sum so nógvar gitingar vóru um. Livandi privatmyndir skúgva allan iva til viks og tala teirra týðuliga mál, tá fólk og stólar bólta hvørt um annað. Og so samrøða við eina mammu, ið sigur “ansvarsleyst” meðan dótturin gongur í land. Konfronteraður við privtamyndirnar og orðini hjá mammuni, sannar stjórin í beinleiðis studio-samrøðu, at hetta nú tykist ansvarsleyst, jú. Okkara vegna stýrir Johnsigurd samrøðuni, siðiligur og beinrakin, og hóast støðan er kroyst, fær hann hin interviewaða at kenna seg væl.

Innslagið, ið byggir á privatupptøkur, nemur við spurningin, hvat brúkarin í einum globaliseraðum heimi fær at vita í sovorðnum føri. Er vitan styrki, ella er vitan veikleiki? Nær skal hvat sigast og hvussu? Og hvørjum endamáli tænir tað sagda ella ósagda? Eru 160 bilar koppaðir og skæddir, sum ein norska avís sigur, ella er lítið og slettis einki hent, sum marknaðarleiðarin sigur? Og toppurin av tvørrandi kunning er forboðið móti at taka myndir, samstundis sum lokala avísini í Hetlandi hevur fotograferað og spjatt tað heila um internetið. Okkara vegna vísti Dagur & Vika sína styrki í hesum máli, ið bygdi á eitt greitt brúkarasjónarmið.

Tá fólk blanda seg við egnum myndum og tilfari, tá er talan um borgara-journalistikk, civic journalism. Hetta reisir spurningin, hvørt journalisturin er tann, ið hevur patent uppá at verða á røttum stað til røttu tíð. Hvat, um hann ikki er tað? Er hendingin so ikki tíðindi? Søgan av Norrønu gav okkum svarið.

Tær redaktiónir, sum geva brúkaranum rúm og taka hann í álvara, fara ivaleyst at verða tær bestu at mynda og fóta sær í framtíðar tíðindafloyminum. Dagur & Vika er ein teirra.

Útvarp Føroya 62 Norður, Birgir Kruse 22. november 2007