Birgir Kruse, fjølmiðlaummælari, 62 Norður 8. mars 2007
Menn tingast og kvinnur keglast. Hørð tíðindi móti mjúkum virðum. Og skuldi tað hent, at vit ivast, so minna miðlarnir okkum á hesar høpisleysu pástandir. Men glottar eru.
Dimma byrjaði mánaðin við eini framúr grein um 8. mars í nýskapandi kvinnuteignum Bloggan. Men samstundis skuffaði mannligi tíðindaleiðarin í Útvarpinum fleiri ferðir við skjødisleysum upplesturi, flutti ungdómshúsauppreisturin í Keypmannahavn í ein annan býling og navngav fiskimálaráðharran Kallsoy. Tað er líkasum ein onnur slekt. So respektleysum upplesara er óbehagiligt at lurta eftir.
At ein hard core feministur, og ikki Carli, vann norðurlendsku bókmentavirðislønina, var ein skjótur vinkul hjá bæði Vikublaðnum og Portalinum. Gamaní lættkeypt, men spennandi, tá útlendsk tíðindi fáa ein heimligan vinkul og gerast okkara, hóast Carli í hesum føri var ein ikki-søga.
”15 minutes of fame” varð nevnt í SvF kjakinum mánakvøldið. Vendingina eigur Andy Warhol, ein miðdepul í vinnandi skaldsøguni. Og forseta-fame var kjakevnið hjá Elini Heinesen, ið metti at Føroyar nú kunnu seta seg sjálvar á heimskortið, tá Bill og Blix koma. Ein tilveruligur skrástívari. Men so brýtur hin mannligi tíðindaleiðarin av og stillar um til eina danskan journalist, so hesin kann siga okkum, hvat vit nú skulu halda. Elin var við sviðusoð og hyggjarin drigin eftir hárinum – til Danmarkar.
Týsdagin vóru vit saman við kvinnum á 62 Norður. Eyðgunn Samuelsen frá Demokratia var gestur og grundsjónarmiðið var: fleiri kvinnur á ting. Tær fingu 20% av atkvøðunum, men eiga bara 9,4% av umboðanini, segði ein hóvlig Eyðgunn, ið ikki smæddist fyri at viðganga mistøk. Kvinnuprátið var væl fyrireikað, men vit komu ikki runt um evnið, tí vit hoyrdu ikki hvat Miðflokkurin fór at gera og um Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin veruliga ynskja kvinnurnar hagar, ið pipari grør.
Tvístøða, konflikt, er miðdepilin í journalistiskum arbeiði. Millum báðar kvinnurnar kom fram ein kognitiv konflikt, hóast Óluva avgjørt var og eisini átti at vera advokatur hins grábeinta – okkara vegna – í samrøðuni. Frálikt avrik.
Men at ein javnaðar-avhoppari í prime time útvarpstíðindum skal sleppa at skammrósa Hans Paula Strøm var tað mest margháttliga í hesari tíðindavikuni. Redaktørurin varð nevndur og sum umbiðin ummælari kann eg ikki halla til aðra sannføring, enn at søgan var planta.
Topparin í mannsjavinismu fyri opnum skermi hesa kvinnuvikuna var Landsverkfrøðingurin, ið vildi hava fólk at kenna seg ótrygg í ferðsluni. Tað tryggjaði trygdina. Men tað vóru kvinnurnar í Miðvági ikki samdar við honum í og leiddu børnini burtur. Hetta var heilt stuttligt sjónvarp. Turt staðfestandi ein absurditet í nærumhvørvinum.
Kynspolitiski toppskorarin í ófrívillugum skemti var starvslýsingin frá Innlendismálaráðnum, ið søkir eftir leiðara til 6 samanlagdar stovnar. Um stjóran verður sagt: ”hann skal vera bæði til gummistivlar og klædning.” Trongt er at vera kvinna á evstu rók í hesum døgum.
Og so var aftur ein vika við mannligum lesarabrøvum farin, har tilverunnar stóru spurningar vóru viðgjørdir, so sum pirran hjá Iglesias og hvussu visjón skal stavast.
Aftur ein vika, har tíðindaflutningurin staðfesti, at kvinnur við makt provokera, meðan menn við makt fascinera. Langt eftir fráfaringaraldur.
Tí tá Bill og Benn, orsaka Blix, koma higar, er miðalaldurin 69. Sjálvt ikki Bjørk kundi generera so nógvar pengar, sum teir. Tí kom hon aldri higar at framføra í nett sama sali sum Bill og Blix gera. Norðurlendska høllin genererar 2,5 mió hesa løtu.
Nú vit hava staðfest, hvat vinnan vil blaka pengar eftir, lat okkum so at enda fara í krovið á hesum mastodonti og seta okkum spurningin: hvat vil Kringvarpið blaka pengar eftir, nú Kvinnudagurin fór aftur um bak?
Hvør myndar skránna við sendingum? Menn, ella kvinnur?
1. mars gera 12 menn sendingar í Útvarpinum, meðan 5 kvinnur sleppa framat. Og hetta er miðaltalið fyri hesar fyrstu 9 dagarnar í mars. 12 og 5. Ringast var mánadagin í hesari vikuna, tá 3 kvinnur sluppu at gera sendingar, meðan 13 menn sluppu fram at - í sama public service miðili og á sama degi. Fyri at sitera Poul Mohr, ið var eitt gullkorn í Degi og viku: ”Tað hevði ikki sæð soleiðis út, um kvinnur mannaðu tingið”. Í hesum føri altso Útvarpstingið.
Sambært heimasíðuni hjá Kringvarinum eru 46 fólk, sum fast gera sendingar, 32 menn og 14 kvinnur. Í tíðindarenslinum eru 18 menn og 7 kvinnur.
Tit eiga at sleppa mannliga kvørkratakinum á Kringvarpsskránni. Sleppa smádreingjaligu fokuseringina á tøkni, ið hevur drenað og enn drenar innihaldið. Besta dømið er ambitiónin at senda útvarp uttan manning, tá eingin lurtar. Nei, latið kvinnurnar sleppa framat. Ikki við mannligari vinnu-fascinatión, sum pr-fyritøkur og vinnuhús borðreiða við, púra uttan forpliktilsi. Men minni tykkum sjálvi hvønn morgun á, at í dag skal programmflatan ganga á tveimum beinum: einum kvinnuligum og einum mannligum. Ikki fyrr enn tá verður stevið gott og vit kunnu gera okkum vónir um at mana gamla uppáhaldið í jørðina, sum sigur, at menn við makt fascinera, meðan kvinnur við makt provokera. Tit í varpinum eru tey kringastu, at loysa okkum úr hesum fjøtrum.
Birgir Kruse, fjølmiðlaummælari, 62 Norður 8. mars 2007