FJØLMIÐLAR Edmund Jacobsen: Konsolidering er mantra beint nú innan føroyskt vinnulív. Eisini innan føroyska fjølmiðlaheimin, har rákið heilt týðiliga gongur mótvegis størri eindum.
Almennu fjølmiðlarnir vóru fyrstir - ÚF og SvF løgdu saman til Kringvarpið. Og seinastu mánaðirnar hava fýra privatar fyritøkur gjørt tað sama. Fyrst yvirtók Vinnuvitan Vikublaðið, og síðani komu boðini um, at Sosialurin hevði keypt Rás 2.
AGRESSIV KAPPING
Veiðan eftir stórrakstrarfyrimunum fer uttan iva at hava við sær betri gagnnýtan av starvsfólki og framleiðslutólum innan føroyska fjølmiðlaheimin. Men bæði lurtarar, og ikki minst lýsarar, fara eisini at merkja broyttu ognarumstøðurnar.
Og broytingarnar verða neyvan bert jaligar, heldur Birgir Kruse, ritstjóri og royndur fjølmiðlamaður, ið herfyri gav út skúlabókina “Fjølmiðlar” umvegis Føroya Skúlabókagrunn.
- Vit kunnu bera ótta fyri, at størri eindir fara at binda lýsarar til alt færri fjølmiðlar við at nýta avsláttur, har lýsarin fær fyrimun, um hann bert velur fjølmiðlarnar hjá einum samtaki. Kappingin kann tískil gerast sera agressiv, og tað eru føroyingar ikki vanir við innan fjølmiðlaheimin, sigur Birgir Kruse.
Hann vísir tó á, at tað er nærum ógjørligt at spáa um, hvussu samanleggingarnar fara at ávirka lýsingamarknaðin, tí hetta er fyrstu ferð, at føroyskir fjølmiðlar leggja saman í stóran mun.
VANDI FYRI MIÐSAVNING
Nógv álvarsligari heldur hann tað vera, um konsolideringin av redaktiónum fer at hava við sær “mainstream” fjølmiðlar, ið bert fara at taka tíðindi og evni til viðgerðar, ið venda sær til stóru lurtara-, hyggjara- ella lesarafjøldina.
- Tá ið nógvir og ólíkir fjølmiðlar eru á marknaðinum, so er eisini betri pláss fyri teimum øðrvísi og løgnu áhugamálunum. Samanrenningar kunnu hava við sær, at allir fjølmiðlar jagstra tey breiðu áhugamálini, og harvið detta minnilutarnir niðurímillum, sigur Birgir Kruse.
Í nýggju bók síni nemur hann við fyribrygdi tagnarmeldurin, har persónar og bólkar við øðrvísi meiningum enn breiða fjøldin velja at tiga, tí tey verða útihýst av teimum miðsøkjandi fjølmiðlunum:
UM TAGNARMELDURIN
Týski professarin Elisabeth Noelle-Neumann sigur, at miðlar eru so miðsøkjandi, at tey, ið hava annarleiðis meiningar, kenna seg fremmand og velja at tiga. Á henda hátt elva miðlar til eina ringrás av tøgn, ein tagnarmeldur, har tøgnin breiður seg og elvir til, at kjakið doyr. Samstundis siga miðlarnir, at teir umboða Palleba og Marsannu, tað vil siga vanliga fólkið. Miðlarnir vilja vera við, at teir eru okkara umboð og fólkaræðisliga trygd mótvegis øllum yvirvaldi. Hetta kann eisini verða beint øvugt, heldur týski professarin.
Kelda: Bókin “Fjølmiðlar” eftir Birgir Kruse
- Mín vón er, at núverandi savning innan føroyskar fjølmiðlar ikki hevur við sær, at teir gerast ov miðsøkjandi, men vísa dirvi, og eisini taka øðrvísi og “skeiv” evni til viðgerðar, sigur Birgir Kruse.
MARKNAÐUR TAMBAST
Samstundis heldur hann eisini, at enn er pláss fyri nýggjum tiltøkum á føroyska fjølmiðlamarknaðinum. - Eg øtist hvørja ferð eitt nýtt blað kemur á marknaðin. Til dømis ivaðist eg stórliga í, um pláss var fyri einum blaðið sum Vinnuvitan. Men royndirnar higartil hava prógvað, at marknaðurin kann tambast sera nógv og eisini dyrka nýtt lendi. Og hann kann tambast enn meira, serstakliga innan livandi útvarp, ið ikki smæðist fyri at vera handilsligt, men eisini nærverandi og merkt av journalistiskum yvirskoti, sigur Birgir Kruse og leggur afturat: - Eg eri sannførdur um, at útvarp er framtíðarmiðilin burturav hjá føroyskum lurtarum og vinnulívi. Tí verður tað serstakliga spennandi at síggja, um tað verður ein nýskapan ella eitt afturstig, nú Rás 2 av álvara fer at taka kappingina upp við ÚF, sigur Birgir Kruse.
Viðskiftaleiðari á Reproz væntar, at betri tilboð og hægri tænastustøði verða jaligu árinini av samanlegginunum innan føroyska fjølmiðlaheimin. Men miðlarnir fáa eisini størri ávirkan á marknaðin, heldur hann.
Ilt at meta um avleiðingar
Tað er uttan iva stórrakstrarfyrimunirnir, ið hava fingið føroyskar fjølmiðlar til at leggja saman. Avleiðingarnar verða uttan iva, at lýs arar fáa fjølbroytt ari tilboð, meðan miðlarnir samstundis fáa størri ávirkan á marknaðin.
Soleiðis ljóðar niður støðan frá Allan Dalsgarð, viðskiftastjóra hjá lýsing ar fyritøkuni Reproz. - Enn hava vit onki merkt til, at miðlar hava lagt saman. Men samanleggingarnar eru sjálvandi gjørdar, so til ber at gagnnýta innanhýsis tilfeingi betri, og á henda hátt at fáa betri úrslit, sigur Allan Dalsgarð. Tískil væntar hann, at lýsarar og lýsingarfyritøkur fara at merkja samanleggingarnar innan miðla heimin innan alt ov langa tíð.
- Við størri eindum skuldi tað borið til hjá miðlunum at samansett betri og fjølbroyttari tilboð til kundan. Kanska við at nýta okkurt slag av avsláttri, um ein fyri tøka velur at lýsa í fleiri av miðlunum í sama samtak ið. Eg vænti eisini, at miðlarnir verða førir fyri at veita betri tænastu enn í dag, sigur viðskiftastjórin. Hann peikar millum annað á Sosialin, ið nú kann samanseta góð tilboð til lýsarar, ið ynskja at verða sæddir og hoyrdir av einari breiðari fjøld enn í dag. Men avleiðingarnar nýtast ikki bert at verða jaligar, heldur Allan Dalsgarð:
- Tá ið miðlarnir savnast í færri samtøkum, so fáa teir samstundis nógv størri ávirkan og kunnu tí betri stýra menningini á lýsingamarknaðinum, sigur hann. Hóast Reproz enn onki hevur merkt til árin frá samanlegginunum, so er Allan Dalsgarð sannførur um, at tað bara er ein spurningur um tíð:
- Um tað ikki var fyri at gagnnýta fyrimunirnar við at hava størri eindir, so høvdu fjølmiðlarnir onga orsøk til at leggja saman. Okk urt fara vit at merkja til tað, sigur hann at enda.
Edmund Jacobsen, Vinnuvitan 27. september 2007