Fría skúlaorðið: Sosialurin 7. februar 2007:
Birgir Kruse, ritsjóri á Føroya Skúlabókagrunni:
Hvat fekst tú sum heild burtur úr orðaskiftinum ?
Eg fekk nógv burturúr framløgunum hjá Andriasi Petersen, Heidi Petersen og Bill Justinussen. Greitt og visjonért. Tey høvdu ítøkiligar niðurstøður, ið bendu á, at flokkarnir høvdu viðgjørt málið væl og virðiliga. Eg hefti meg serliga við orðini hjá Andriasi, um at fremstu samfeløgini altíð eru tey, ið hava bestu útbúgvingarnar. Staðfesting hansara, at ”tað eru bara positivar samfelagskorrelatiónir til útbúgving” vóru helst bestu orðini, søgd á tingi.
Heidi, ið var samd við Andriasi, viðgjørdi eisini móðurmálið sum
meginnervalagið í læruverkinum. Eftir hetta var serliga gott at hoyra
Lisbeth Petersen úr Sambandsflokkinum viðmerkja, at í skúlanum skuldi
føroyskt lærast ”væl og virðiliga”. Av áhoyraraplássunum stóð samgongan BCE eina løtu bjørt á nethinnuni.
Hvussu metir tú útlitini vera fyri, at umstøðurnar í fólkaskúlanum fara at batna?
Landstýrismaðurin er varisligur í frágreiðingini um fólkaskúlan. Nøkur
framsøgufólk gjørdu vart við hetta og vildu ganga longri og skjótari, at fáa ein betri skúla. Tað er eitt gott tekin. Til samanberingar kann nevnast, at inntrivini hjá landstýrismanninum, ið eru til allan fólkaskúlan í trý ár, tað er 7000 næmingar, hvørt av trimum árum, kosta akkurát tað sama, sum dagsins meirútreiðslur til eittans skúla í Hovi. Spurningurin er, um tinglimir kunnu møta framtíðini við hesum perspektivi.
Hvørji inntriv hevði tú raðfest fremst, ráddi tú?
Betri skúlabyrjan og fleiri tímar til henda part av skúlagongdini, uttan at taka frá øðrum floksstigum. Her skulu nýggir pengar til. Leggja vit fleiri tímar inn í talvuna, so krevur tað tilfar. Tíðin er farin frá at lærarar undirvístu, undirhildu, skrivaði og leiktu. Hetta hava vit professionell fólk til í dag. Fáa tey umstøður, so kunnu tey eftir stuttari tíð gera hópin av frálærutilfari. Men tað kemur ikki av sær sjálvum. Og so slettis ikki úr kopimaskinuni. Her er eitt stórt potensiali, sum bara tinglimir kunnu seta í gongd.
Rigmor Dam, Fría skúlaorðið, Sosialurin 7. februar 2007