Dagin eftir Minnisdag Martin Luther Kings er Obamadagur í Tórsbyrgi og kring allan heim. Helst verður onkur av røðum Obamas at hoyra á næstu útgávu av ‘Great Speeches of the 21. Century’, sum sæst til høgru fyri telduna, handan tveir Martin Luther King diskar. Retoriska afturljóðið frá King hoyrist týðuliga í røðunum hansara (Mynd: Birgir Kruse) Setanarrøðan hjá Obama var stevføst og sannførandi sum vant. Kanska meiri miðsøkjandi og pragmatisk, enn aðrar stytri og meiri flammandi røður, sum vit áður hava hoyrt. Kann verða, at Obama í valdystinum hevur valt at víðka um støðið, og ikki einans byggja á Martin Luther King og hansara bíbilskt gylta retorikk, men eisini á landsfaðirin Thomas Payne og tað meiri javnt lættkeypta, sum hann nú veit at amerikanarar vilja hoyra. Bara hann ikki blívur leflandi popputur. Tá verða nógv skuffaði. Tí givið er at Obama hevur skapt eitt nýtt tíðarskeið í amerikanskari hugsan, frá bonaðu handilsgólvunum og út á gøtuna, har tey heimleysu svørtu skutra sær