Eyðun av Reyni við bókini, sum íslendski listfrøðingurin Aðalstein Ingólfsson hevur skrivað og Listasavn Føroya gevur út. Niðri undir sæst Eyðun á knæ frammanfyri stórbara málninginum "Í Brimi og Gjálvi" (Myndir: Birgir Kruse)
Fernisering var í Listaskálanum í dag. Eyðun av Reyni lat upp nýggja framsýning og bók um listamannin varð løgd fram.
Ein lívsfrísk framsýning, borin av deiligu bókini um Eyðun. Myndaúrvalið er óvæntað livandi og heftir seg við litir og strok, sum eg ikki havi varnast fyrr. Soleiðis kann perspektivið knappliga broytast.
Meðan myndirnar í bókini eru fram úr væl valdar til endamálið, so er teksttypografiin ikki nóg góð. Tá um tekstin umræður, kundi trímælta bókin verði betri frágingin í sniði. Men teksturin í sjálvum sær er fínur.
Fitt av fólkið var samankomið í Listaskálanum, men sum vant einki listafólk uttanfyri múrarnar. Bara Zacharias Heinesen, haldi eg. Og slettis eingin frá grannarúminum, Grafiska Verkstaðnum.
Spell, nú vit í komandi ári fara at minnast falna múrin hjá týskinum og ikki minst virkandi fólkaræði í kommununi. Og for fanin, eg má so siga, vit hava bara ein listaskála í landinum.
Bólkarnir kunnu vera so nógvir teir vera vilja. Men skotgravir hava aldri skapt list. Heldur ikki menning. Jú, kanska hjá Bofors, stórleverandørur í Miðeysturi.
Einaferð sá eg danska journalistin Lasse Ellegaard í sending haðani. Hann koyrdi gjøgnum mest ófriðarligu býlingarnar og skuldi hitta ein palestina. Greitt var at allur hansara samhugi lá har. Eitt kúgað fólk hevur jú altíð rætt.
Men á vegnum møtir hann einum óvæntaðum persóni, sum í eini óvæntaðari støðu sigur nakað heilt óvæntað.
Tá sigur Ellegaard fram fyri seg, at um hann sum journalistur ikki kann fyrihalda seg til veruleikan, so er han på skideren og hevur eitt veruligt problem.
Sama hugsaði eg í gjár.
Nú bíði eg bara eftir onkrum óvæntaðum.
Í meðan njóti eg ófatiligu náttúrumegina hjá Eyðuni av Reyni.