Atli Kárason Petersen, tónaskald, millum Heinesens og Sloans hús í Havn. Framman fyri sær hevur hann yrkingasavnið hjá Williami Heinesen (Myndir: Birgir Kruse)
Mastra-skari í regni er heitið á tónleikaverki, ið Atli Kárason Petersen komponerar fyri Tórshavnar kommunu, sum fyllir 100.
Verkið skal framførast á nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkesturi í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 10. januar 2009 kl. 20:00.
Teksturin byggir á yrking hjá Williami Heinesen úr savninum "Panorama med regnbue" (1972), sum Carl Jóhan Jensen hevur týtt til hetta serliga og veitslukenda høvið í Norðurlandahúsinum:
Ein sovorðin herlig verðslig bygd!
á farstøðini við ferjustaðið verður bygt út nú
og tjúknir av byggipøllum tarna.
Ein skjótan munn av beiskum brennivíni
og avstað út í oynna hjá Cythere.
Síðan út í pallaskóginsíðan
út á fjørðin
í bróstinum vellur og bralar.
Gandaða regn, gandaða toka,
Gandaða hvønndagsverð,
slups, krapi og runa.
Sum tað kortini er gott og rætt.
Sum alt lítilsvert er vælsignað
um baktjaldið bert er lívsfrískar vónir!
Skráin fyri veitslukendu nýggjárskonsertina í Norðurlandahúsinum er henda:
J.F.Händel - Arrival of the Queen of Sheba
G. Fauré - Cantique de Jean Racine
P. Tchaikovsky - Flower waltz
Eivør - egið lag
C. Franck - Panis Angelicus
Stravinsky - Firebird
steðgur
Frumframførsla: Atli Petersen - Mastra-skari í regni, Tórshavn 100 ár
Jenkins - Sanctus
Jenkins - Palladio
F. Lehar - Kom og dansa
Morricone - Gabriel's oboe úr The Mission
Eivør - egið lag
Eivør - Eitt kvøldið so síðla
H.C.Lumbye - Champagne Galop
Nýggjárskonsertin verður send beinleiðis í Kringvarpinum.