Skip to main content

Posts

Obama remaking America

Dagin eftir Minnisdag Martin Luther Kings er Obamadagur í Tórsbyrgi og kring allan heim. Helst verður onkur av røðum Obamas at hoyra á næstu útgávu av ‘Great Speeches of the 21. Century’, sum sæst til høgru fyri telduna, handan tveir Martin Luther King diskar. Retoriska afturljóðið frá King hoyrist týðuliga í røðunum hansara (Mynd: Birgir Kruse) Setanarrøðan hjá Obama var stevføst og sannførandi sum vant. Kanska meiri miðsøkjandi og pragmatisk, enn aðrar stytri og meiri flammandi røður, sum vit áður hava hoyrt. Kann verða, at Obama í valdystinum hevur valt at víðka um støðið, og ikki einans byggja á Martin Luther King og hansara bíbilskt gylta retorikk, men eisini á landsfaðirin Thomas Payne og tað meiri javnt lættkeypta, sum hann nú veit at amerikanarar vilja hoyra. Bara hann ikki blívur leflandi popputur. Tá verða nógv skuffaði. Tí givið er at Obama hevur skapt eitt nýtt tíðarskeið í amerikanskari hugsan, frá bonaðu handilsgólvunum og út á gøtuna, har tey heimleysu svørtu skutra sær

Er tíðin farin frá barnaútvarpi?

Súsanna, Katrin, Fríðbjørg og Beinta avmyndaðar á skrivstovuni í dag (Mynd: Birgir Kruse) Í dag vitjaðu tær fimm Súsanna, Fríðbjørg, Margaret, Katrin og Beinta. Tær ganga á Lærara- og pedagogskúlanum á Frælsinum í Havn. Í lærugreinini samskifti skulu tær gera eina verkætlanaruppgávu, sum til endans er ein útvarpssending. Lærarar eru Firouz Gaini, Mikkjal Mikkelsen, Øssur Winthereig, Poul Guttesen og Inger Smærup Sørensen, og Kári Mikkelsen og Eyðun Klakkstein, journalistar, eru vegleiðarar. Í sendingini, sum skal verða liðug fríggjadagin, skulu tær fimm lýsa barnaútvarpið og hvørt tíðin er farin frá hesum slagi av sendingum. Spurningarnir til mín vóru: *Hvat er tað týdningarmiklasta, sum skal til fyri at eitt barnaútvarp veruliga skal fanga barnið? *Hvat eigur ein so avgjørt at halda seg burtur frá, í barnaútvarpi? *Hvørji eru tey klassisku mistøkini, ið verða gjørd í samband við barnasendingar? *Er tíðin ikki farin frá barnaútvarpi, nú børnini hava so nógvar aðrar møguleikar? *Er tað

Framá, BiografFøroyar!

Yours truly í 3D brillum í Hollywood, august 2008 Heini Gaard spyr í Dimmalætting í dag: Birgir Kruse, Er nakað, tú sært serliga fram til á filmkalendaranum 2009 ? Ja so avgjørt: Menn, ið hata kvinnur – mest lánta bók á býarbókasavninum, har bíðitið er í vikur, hóast fleiri eintøk eru. Samstundis mest selda bók í Norðanlondum, sigst. Eftirsum Býarbókasavnið samstundis fyllir 40 er filmurin settur á 100 ára skránna hjá Tórshavnar kommunu. Og fremsti vitari innan krimisjangruna, okkara egni Jógvan Isaksen, fer at innleiða. Og so fáa vit eitt glas av sjampus. Ein ordilig frumsýning, opin fyri øllum, mitt í Havn. Og so síggi eg fram til filmin Brúðgomminn (Wite Night Wedding) eftir Baltasar Kormákur, sum verður sýndur á íslendsku filmsdøgunum í Havnar Bio 22-26. apríl 2009. Ársins filmur í Íslandi. Og so síggi eg eisini fram til heimildarfilmin um Jóannis Nielsen, sum Katrin Ottarsdóttir ger, hin triðja í røðini um menn úr Havn. Eg vóni, at ein filmklubbi fer at blóma í høvuðsstaðnum, e

Stop The Slaughter in Gaza

Annie Lennox og Bianca Jagger millum bretskar politikarar og aktivistar í London í gjár Undir heitinum ‘Stop The Slaughter in Gaza’ heitir Annie Lennox á stríðandi partaranar at gevast við krígnum og heldur tosa saman. Tiltakið er í 18 bretskum býum. Annie Lennox er kend sangarinna. Hon er úr Aberdeen, vinnuliga vinabýnum hjá Havnini. Í 12 ár var hon gift ísraelska filmsleikstjóranum Uri Fruchtmann. Hartil er hin sosialur aktivistur, ið javnan er frammi og ikki smæðist fyri at siga sína meining. So ein ávísan pondus hevur hon í hesum máli. Lennox er enn eitt dømi um at tað í størri mun verða poppstjørnur, heldur enn politikarar, ið tekna framtíðina. Undan henni hava vit lagt til merkis írsku tónleikararnar Bob Geldorf og Bono, amerikansku filmstjørnuna George Clooney og so eisini meinagóðar kvinnur sum Lady Di og krúnprinsessa Mary. Kulturbloggen, niðast til høgru á hesari síðu, hevur áhugaverda eygbering, ið sampakkar væl við orðini hjá Hans Holm í Kringvarpinum í dag, sí: http://kul

Gott nýggjár

Ovast eru øll í Tórsbyrgi savnað við kyndlum; síðani sæst hvussu fest verður í og hvussu gongan fer avstað; síðani sæst Martin við innbjóðingini, sum er borin í hvørt hús; at enda verður tjóðsangurin sungin og niðasta myndin sýnir Rebekku við bálið (Myndir: Birgir Kruse) Seinasta tíman í gamla árinum savnast fólk í Tórsbyrgi at bera kyndlar, sum Martin Enok Jespersen hevur tilriggað allan dagin. Frá Jógvani Weihe hevur hann fingið eplasekkir úr hessian, sum hann og sonur Erik hava vundið um stokkar, tvey ganga tvey, sum teir siga, og so dyppað alt í dieselolju. Hvørt húsarhaldið í Tórsbyrgi fær so ein kyndil og eftir at fest er í, ganga øll runt økið. Byrjað og endað verður við bálið handan hitamiðstøðina mitt í Tórsbyrgi. Eftir rundferðina verður tjóðsangurin sungin og kyndlarnir verða kastaðir á bálið. So er midnátt og øll ynskja hvør øðrum gott nýggjár við heilsanum, sjampanju og ræstari súpan.

Gleðin at siga søgur á jólum

Bestu heimildarfólk á jólum vóru Christoffer Jensen, 66 ár, og Brandon Walters, 11 ár. Hin fyrri, sum Ólavur Rasmussen fekk at fortelja, er úr Klaksvík og hin seinni, sum Baz Luhrmann fekk at fortelja, er úr Avstralia (Myndir: Birgir Kruse og Janie Barrett) Tvær søgur skaraðu framúr á jólum. Heimliga søgan var hon hjá Ólavi Rasmussen um Klaksvíksstríðið eftir kríggið, og útlendska søgan var hon hjá Baz Luhrmann um avstralska upprunafólkið, tíggju ár fyrr. Altso tvær søgur, sum í fortaldari tíð liggja undan og eftir seinna heimsbardaga. Hin fyrra í Kringvarpinum og hin seinna í Havnar Bio. Vit, sum eru so mikið til árs komin og hartil hava blaða so nógv í aldrandi skúlabókum, at vit meta Heðin Brú sum modernaðan, kunnu í báðum førum ivast í søguliga sýninum og søguligu fjarstøðuni. Hvussu nær kann søgan koma? Ella hinvegin, hvussu gomul og fjar skal søgan verða, til tess at fáa viðgerð og skapa kjak í samfelagnum? Og fáa innivist í perspektiverandi lærubókum? Ímeðan gongur tíðin og fólk

Sattelittradio í hondum

Sattelittradio er í hondum, niðri undir sæst eitt uppslag úr Jóladimmuni og niðast Carl Malamud, ið uppfann netradio Millum jólagávurnar í ár var eitt sattelittradio. Set til streym, finn ein tráðleysan beinara, goym støðina og skrúva frá. So kanst tú lurta eftir øllum heimsins útvarpsstøðum. Eisini teim trimum føroysku. Tað var Carl, við tí undarliga eftirnavninum Malamud, ið fyrstu ferð sendi útvarp um internetið. Hann lat teldunørdar hittust einaferð um vikuna at tosa um – ja, teldur. Hetta var í 1993. Árið eftir sendu Rolling Stones eina konsert um internetið við hesi tøkni, sum vit í dag kenna sum netradio . Síðani bleiv vanligt at útvarpsstøðir fóru at senda um netið eisini. Ein tænasta, sum í dag er so útbreidd at hon kann fevna um úrvaldar sjangrur og fastsett tíðarskeið, tá umræður tónleik. Júst til tín smakk. Mest spennandi í so máta er amerikanska Sirius støðin. Men har skalt tú tekna hald fyri at lurta. Sum skilst er útvarpsmiðilin í broyting. Stórari broyting. Frá at verð

Ein sag og ein knívur...

Sag og knívur eru amboðini í hjallinum, har Ivan følir uppá kjøtið og limar tað heila sundur, millum súkklur og bildekk (Myndir: Birgir Kruse) Meðan tey syngja Eitt fjós og ein krubba , fóru Ivan og eg í hjallin við knívi og sag. Ørindini vóru at sundurlimað eitt væl angandi og trivaligt veðrakrov. Millum bildekk og súkklur hevur veðrurin, sum vág 50 pund og er frá Ólavi Reinert í Norðradali, hingið í hjallinum í Tórsbyrgi. Ivan Holm úr Nólsoy er inniløgumaður og kann eftir stuttari løtu sundurlimað eitt krov. Og tað uttan so mikið sum at kveita í bókina um At býta seyð og fletta . Tað liggur so beint fyri. Eitt, tvey trý so er døgurðin til fyrsta jóladag klárur. Matskráin er ræst kjøt, kókaður ryggur og stoktur bógvur og tjógv. Afturvið eru epli, føroyskar røtur og reyðkál.

Í bók og rammu

Eyðun av Reyni við bókini, sum íslendski listfrøðingurin Aðalstein Ingólfsson hevur skrivað og Listasavn Føroya gevur út. Niðri undir sæst Eyðun á knæ frammanfyri stórbara málninginum "Í Brimi og Gjálvi" (Myndir: Birgir Kruse) Fernisering var í Listaskálanum í dag. Eyðun av Reyni lat upp nýggja framsýning og bók um listamannin varð løgd fram. Ein lívsfrísk framsýning, borin av deiligu bókini um Eyðun. Myndaúrvalið er óvæntað livandi og heftir seg við litir og strok, sum eg ikki havi varnast fyrr. Soleiðis kann perspektivið knappliga broytast. Meðan myndirnar í bókini eru fram úr væl valdar til endamálið, so er teksttypografiin ikki nóg góð. Tá um tekstin umræður, kundi trímælta bókin verði betri frágingin í sniði. Men teksturin í sjálvum sær er fínur. Fitt av fólkið var samankomið í Listaskálanum, men sum vant einki listafólk uttanfyri múrarnar. Bara Zacharias Heinesen, haldi eg. Og slettis eingin frá grannarúminum, Grafiska Verkstaðnum. Spell, nú vit í komandi ári fara at mi

Mastra-skari í regni

Atli Kárason Petersen, tónaskald, millum Heinesens og Sloans hús í Havn. Framman fyri sær hevur hann yrkingasavnið hjá Williami Heinesen (Myndir: Birgir Kruse) Mastra-skari í regni er heitið á tónleikaverki, ið Atli Kárason Petersen komponerar fyri Tórshavnar kommunu, sum fyllir 100. Verkið skal framførast á nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkesturi í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 10. januar 2009 kl. 20:00. Teksturin byggir á yrking hjá Williami Heinesen úr savninum "Panorama med regnbue" (1972), sum Carl Jóhan Jensen hevur týtt til hetta serliga og veitslukenda høvið í Norðurlandahúsinum: Ein sovorðin herlig verðslig bygd! á farstøðini við ferjustaðið verður bygt út nú og tjúknir av byggipøllum tarna. Ein skjótan munn av beiskum brennivíni og avstað út í oynna hjá Cythere. Síðan út í pallaskóginsíðan út á fjørðin í bróstinum vellur og bralar. Gandaða regn, gandaða toka, Gandaða hvønndagsverð, slups, krapi og runa. Sum tað kortini er gott og rætt. Sum alt lítilsvert e

Trummur við Brimi

- Hesa LP plátuna kanst tú fáa ein rúgvu av dollars fyri, sigur Gunnlaugur Briem og peikar á "Surprise Surprise", sum eg keypti á Guernsey í 1983. Ovast situr Briem við trummusettið hjá Rúna úr Deja Vu á persiska teppinum í Reinsarínum (Myndir: Birgir Kruse) Á Reinsarínum í Tórsgøtu hevur Gunnlaugur Briem spælt uppá trummu alla vikuna. Ikki einsamallur, men saman við øll virknum føroyskum trummusláarum, ein og ein, við trummusettið hjá Rúna W. Højgaard. Innan hann skuldi undirvísa James Olsen, fekk eg loyvi at taka nakrar myndir av trummustjørnuni úr Mezzoforte. Tað var á námsferð við Hans Holm og læraraskúlanæmingum á Guernsey í 1983 at eg keypti tvær LP plátur við Mezzoforte, sum tá var nýggja stjørnan á rútmiska fusjónshimmalinum. Saman við nøvnum sum Spyro Gyra, Crusaders og Bob James. Í hvussu er í mínari verð. Pláturnar vóru givnar út árið fyri á íslendska plátufelagnum Steinar, ið hevði fingið sær adressu í London og broytt navnið til Steiner Records (UK). Pinnacle bre

Fólkaræðið koyrt á húsagang

Nøkur av føroysku tíðindabløðunum nú og aftur í fimtiárini. Onkuntíð hava vit lisið nógv bløð. Sigst, at í sjeytiárunum vóru fleiri enn túsund bløð í umfari fyri hvørji túsund fólk. Sigast skal tó, at eins og tá hava vit ikki upplagskontroll. Ovastu myndina tók eg í einum handili á Skála á páskum fyrrárið, tað eru páskaregg, ið síggjast ovast; mittasta myndin er úr eini roknibók frá 2004 og niðasta myndin er úr bókini Føroyar II, sum kom í 1958. Fjølmiðlarnir tryggja fólkaræðið. Soleiðis hava almennir og privatir fjølmiðlastjórar sagt upp í saman, tá teir skuldu fáa peningaligar sersømdir. Soleiðis stendur eisini at lesa í fororðunum á einastu journalistisku bókini ”Skjót journalistin”. Fjølmiðlar tryggja fólkaræðið. Ein trygg føroyska journalistisk mantra. Men í dag skrivar Vikublaðið: ”Ikki fleiri tíðindi. Vegna tess at Dimmalættingsamtakið hevur valt at koyra Vikublaðið á húsagang verða ikki fleiri tíðindi løgd út á heimasíðuna.” Deiliga turt staðfestandi. Eins turr og ikki sørt íha