Skip to main content

Posts

3 Monkeys filmur úr Turkalandi

Plakatin og tvær myndir úr turkiska filminum '3 Monkeys', sum gongur í Havnar Bio á filmstevnuni Vársól. Fyrsti filmur eg sá á filmstevnuni Vársól í Havnar Bio var 3 Monkeys . Frálíkur og ógvuliga intensur. Stillførur og djúpur skapar hann eitt lágtrýst, ið leggur upp til ódn. Eins væl og ein western, kundi hetta verið ein føroyskur útróðrarfilmur, har dialogurin er nærum burtur. Men hann er turkiskur. Alla tíðina sæst Bosporus sundið uttanfyri gluggan og íbúðina, har leikur fer fram. Tað økir um stillu desperasjónina, sum tilætlað etur søguna upp innanífrá. Ein perla. Í fjør fekk leikstjórin fyrstu virðisløn í Cannes. Leikstjóri er Nuri Bilge Ceylan og upprunaheitið á filminum, sum er frá 2008, er Üç maymun . Filmurin verður aftur at síggja týskvøldið kl. 20:30. Forfilmurin var hin eins stillføri og desperati Ikaros , sum Sakarias Stóra hevur gjørt fyri stuttum í Noregi. Eg viðmæli báðar filmar.

Vársól

Vársól er heitið á filmsstevnu, sum verður í Havnar Bio 20.-26. apríl 2009. 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu stuðlar nýggju filmsstevnuni, so hon kann byrja og síðani verða afturvendandi tiltak í miðbýnum í Havn hesa ársins tíð. Undan hvørjum filmi verða nýggir føroyskir stuttfilmar sýndir. Flestu stuttfilmar eru frá Klippfisk , sum Tórshavnar kommuna eisini stuðlar. Føroyskir forfilmar Føroysku forfilmarnir undir fyrstu Vársól í Havn eru hesir: The Chase , stutfilmur fyri børn, sum Benjamin Rajani, Jóhan Djurholm, Fía Hoydal og Una Nielsdóttir Galán gjørdu í Klippfisk 2008. The Chase varir 1:32 min Ikaros , sum Sakarias Stórá í hevur gjørt í ár Nordland Kunst- og Filmfagskole. Ikaros varir 7:25 min og hevur norska talu. En dårlig dag , sum Bjarki Thomsen gjørdi á Medieskolerne í Viborg í fjør. Filmurin varir 15:00 min A Special Delivery , sum Tómhøvd Productions gjørdi í fjør. Fólkini handan stuttfilmin eru Osvald P. Hansen, Bjarni Petersen, Martin H. C. Hansen og Jóhan Petur P

Páskasól í Havn

Annan páskadag var av ljóssterkasta fotoveðri. Yviri við Strond og niðan gjøgnum býin vóru nógv myndaveni, ið dagaðu fram í skørpu sólini. Her eru fýra teirra. Ovast sæst eitt skot úti á Reyni, har bindingsverk møtir tjøraðum brettum; síðani tvey neyst, ið stremba upp móti gula skjøldrinum hjá Wenzil, har Statoil heldur til; síðani ein villdunna við bláum hvítrandaðum spegili ytst úti undir Bakka og niðast eini hús á leysari grund, ovast í Niels Finsensgøtu.

Føroyar á kortið

So eru Føroyar settar á heimskortið. Tá tiltakið Jarðtímin/Earth Hour varð hildið leygarkvøldið 28. mars 2009 sløktu nakrir býlingar í Havn ljósið í ein tíma. Eftir midnátt varð summartíðin sett í gildi. Tí hevur World Wildlife Foundation (WWF) sett Føroyar á kortið. Klikk á kortið omanfyri, so síggjast Føroyar klárari. Men her sæst samvirkna heimskortið - við Føroyum og Havnini á: http://www.earthhour.org/location/default:en/select

Studio Bloch - mitt í Havn, mitt í verðini

Tróndur Bogason og Jónas Bloch Danielsen í einum hugnaligum horni í Studio Bloch á Bryggjubakka. Opnar tú gluggan er útsýnið sum niðanfyri (Myndir: Birgir Kruse) Á Bryggjubakka eru eini upptøkuhøli við heitinum Studio Bloch. Hølini eru hjá Fiskimannafelagnum, har Samvinnufelagið fyrr seldi tjóðveldisblusur og klovstivlar til sjómenn úr øllum landinum. Nú eru vørurnar skiftar út við Steinway, Studer og eksotiskar baryton- og resonansgittarar. Navnið er eftir Jónas Bloch Danielsen, sum arbeiðir her. Hann bjóðaði mær inn á gólvið og eg tók nakrar myndir meðan Jónas og Tróndur Bogason blandaðu eina upptøku við Teiti og orkestrinum hjá danska útvarpinum. Niðara myndin vísir útsýnið júst henda dagin. Letur tú vindeygað upp, sært tú ferðafólkini, sum fara umborð á Norðlýsið og út í Klæmintsgjógv undir Hestoynni. Í báðum førum ein uppliving í ljóði. Studio Bloch er besta boð uppá eina altjóða vinnuliga magnet eg higartil havi sæð í landinum. Ferðandi tónleikarin finnur alt á hesum staði. Mitt

Fyrsta lambið var svart

Veit ikki um tað er tekin um ringan heystskurð, tá fyrsta lambið tú sært er svart. Lambið sá eg á Velbastaðhálsi langafríggjadag. Kring oyggjarnar er útróðarlívið fult at ófrættateknum. Mortan Nolsøe (1924-1987) skrivar upp í leypar um tílík omen í bókini ‘Trúgv og siðir í sambandi við útróður í Føroyum’. Sum bókaheitið sigur, er bert talan um tekin, knýtt at sjógvi og útróðuri. Har eru mangar stuttligar og ikki sørt skakandi frásagnir frá harðbalnum útróðrarmonnum í Suðuroy. Tykist ikki sum landbúnaðurin hevur verið líka søgufróður á hesum øki. Fjallið og hagin eru kanska ikki eins hóttandi og havið. Havið, ið sambært danska rithøvundan Carsten Jensen, er psykopatiskt. Men hvør veit, kanska eru onkrar lokalar søgur um omen í landbúnaði.

Skírisdagur 2009

Í fleiri ár hava Augusta Mikkelsen og Jón Kragesten savnað grannar, vinfólk og familju skírisdag at fagna várinum. Um morgunin møtast vit eitt avtalað stað í Suðurstreymi og ganga allan dagin eina avtalaða leið. Í ár møttust vit í Kirkjubø og gingu út á Bø, niðan á suðurendan á Kirkjubøreyni, fram við grótbrotinum á Glyvursnesi og heim á Hamarin á Argjum. Á túrinum út á Bø visti Erland Viberg Joensen nógvar søgur um Barjama úr Leith, sum fór á land her, og fekk kraddaralyndið fram í føroyinginum við streymharða fjørðin. Á heimasíðuni Leith Patriots skrivar ein sum eitir Scott soleiðis: The Bucklaw, Heriot and Barjama, these 3 I signed on and sailed from Leih, coasters as they were termed. My first ship was the Southern Raven, one of Salvesons, as you know, all of them started with Southern.The one I want to tell you about was the Barjama, also known by the crew as the Leith submarine, it was said on many occasions, it went down outside the Forth and came up at the Faroes. wh

At traðka í ein lort

Skúmandi mushmallow hundalorturin við bátabrúgvarnar á Skálatrøð var rustreyður og ringur at fáa av aftur skógnum (Mynd: Birgir Kruse) Í góðveðrinum í dag skein sólin við skørpum. Sjálvt nasjonalromantikkurin fór at blóma frítt av himni. Í útvarpinum vilja bæði Høgni og Høgni kanna sær nýggja danska forsætisráðharran. Og meðan tað soleiðis grør í hvørjari sprekku, borgarligheitin ger seg klára til konfirmasjón og ungir havnamenn liggja avdottnir á bønum við Glitnir, finni eg hópin av myndum við bátagrúgvarnar á Skálatrøð. Men gakk, so hendir tað. Bráddliga traðki eg í ein skúmandi hundalort, mest sum ein mushmallow, bara rustreyður á liti. Eg mundi spýð. Tað vellir upp í svølgið, út í oyruni og setir í eyguni. Helvitis hundaeigarar. Fyrst at føða mansins besta vin við áti, ið gevur hesa avføring, og so at lata hetta fýrbeinta sleppa øllum, ið er innaborða beint á alfaraveg. Tvívorið tykkum, helvitis hundaeigarar. Lukkutíð er enn ein grønur teigur undir Gamla Danmark at skeina sær trant

Steinsetingar í bommgarðinum

Carl Johan Jensen og Tóroddur Poulsen avmyndaðir við "Bommgarðin" á Skipasmiðjuni leygardagin. Niðast sæst myndalýsingin hjá Tóroddi (Myndir: Birgir Kruse) Í dag bjóðaði Grafiski Verkstaðurin til framsýning við verkum hjá Tóroddi Poulsen í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Steinsetingar er heitið á stóru framsýningini, sum fyrr hevur verið í Suðurjútlandi Umframt stór, er hon eisini stuttlig, framsýningin hjá Tóroddi. Óluksáliga stuttlig. Á ein hátt er tað orðið, ið tykist koma fyrst og so leggur støðið undir eini nýggjari dimensjón, grafisk ella verbal. Einastaðni sigur grafiski yrkjarin “Hvat var orðið uttan veggin”. Og eina aðrastaðni bjóðar grafikarin innar til ættargransking í einum “vælsparlaðum seyðahúsi”. Og í einum orðaspæli kring tíðindi, vil hann hvørki klúgva í tvey, trý ella fimm. Og so eru tilsipingar til lívið í Havn, kioskina hjá Astu á Vaglinum og Janus á pengaseðilinum. Umframt Bommgarðin dámdi mær serstakliga væl mynd nummar 23, sum er eitt skúlabókaprent av

Vársól - ein filmsstevna í Havn

Myndir frá tíðindafundinum í morgun, tá skráin og ætlanin fyri filmsstevnuna Vetrarsól varð løgd fram í frálíku hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon í Havn. Umframt Heðin Mortensen borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, síggjast Jákup Eli Jacobsen úr Havnar Bio og Martin N. Simonsen og Andreas Høgenni frá Klippfisk. Niðast sæst búmerkið fyri filmsstevnuna Vársól, sum Ole Wich gjørdi (myndir: Ole Wich) Nú verður filmsstevna á hvørjum ári í Havnar Bio hesa ársins tíð. Heitið er Vársól og úrvalið verður fyri vaksin og børn. Í øllum førum verða sýndir filmar, sum annars ikki høvdu funnið vegin higar. Fyrsta árið leggur 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu lunnar undir stevnuna, men framhaldandi skal Havnar Bio halda stevnuni gangandi á handilsligum støði. Heitið Vársól vísir til gamla heitið á mánanum í apríl, men eisini til sólina, sum vinnur á myrkrinum. Henda týdning kenna vit til dømis úr sálmasangi hjá Grundtvig. Heitið kenna vit eisini úr stuttligum barnasangum, eitt nú Fagra fríða

Jarðtímin

Nevndin í Eigarafelagnum á Norðasta Horni, Pól Jespersen, Elin Lindenskov, Uni Arge og Árni Gregersen; niðri undir Petur Jákup Sigvardsen, ið sigur huldusøgur og niðast Uni Arge, ið syngur og spælir nýggjar sangir (Myndir: Birgir Kruse) Jarðtímin, eisini kallaður Earth Hour, varð hildin við Býlingshúsið á Norðasta Horni í allar besta veðri leygarvøldið. Turt og stilt, men rættuliga kalt og eisini skýggjað. So stjørnuklárt var ikki. Men ein rúgva av fólki kom og fór meðan tiltakið var. Kim C. Petersen formaður í Eigarafelagnum byrjaði stundisliga kl 20:00 og gav Heðini Mortensen, borgarstjóra orðið. Síðani talaði Elin Lindenskov, sum er forkvinna í Umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs. Annika Olsen, landstýriskvinna var millum mongu áhoyrarar í túninum, har livandi ljós brunnu. Uni Arge sang góðar nýggjar sangir og einsini onkran gamlan. Eftirsum eingin stjørna sást, vísti Pól Jespersen telduforritið Starry Night og greiddi frá, hvussu vit kunnu eygleiða stjørnur og fyribrigdi á himmalinu

Hundrað í oyra

Ole Wich tók myndina av Mikkjali Gaard Hansen við 100 ára nálini í oyranum. Aftanfyri sæst málningurin hjá Ingálvi av Reyni í fundarhølunum hjá Tórshavnar kommunu (Mynd: Ole Wich) Limirnir í rokkbólkinum SIC eru teir fyrstu at fáa 100 ára nálina hjá Tórshavnar kommunu í bringuna. Tað hendi seinrapartin í dag, tá ungu rokkararnir settu tungt ljóð á ein biltúr hjá Landsverkfrøðinginum í Havn í 1977. Biltúrurin er frá R.C. Effersøesgøtu til kirkjugarðin við Velbastaðvegin og sæst á YouTube. Framførslan hjá SIC var brot úr tónleikaverki, sum 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu hevur bílagt innan SIC fer á størstu konsertferð, nakar føroyskur bólkur hevur átikið sær. Framførslan var í Ráðhúsinum á Vaglinum har varaborgarstjórin Bogi Andreassen beyð vælkomin og býtti út oyraproppar. Jógvan Arge, ið er formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, greidd síðani frá um tankarnar aftanfyri bílagada verkið. At enda festi hann 100 ára nálina í bringuna á tónleikarunum, sum nú fara út í heim. Men