Skip to main content

Studio Bloch - mitt í Havn, mitt í verðini


Tróndur Bogason og Jónas Bloch Danielsen í einum hugnaligum horni í Studio Bloch á Bryggjubakka. Opnar tú gluggan er útsýnið sum niðanfyri (Myndir: Birgir Kruse)

Á Bryggjubakka eru eini upptøkuhøli við heitinum Studio Bloch. Hølini eru hjá Fiskimannafelagnum, har Samvinnufelagið fyrr seldi tjóðveldisblusur og klovstivlar til sjómenn úr øllum landinum.

Nú eru vørurnar skiftar út við Steinway, Studer og eksotiskar baryton- og resonansgittarar. Navnið er eftir Jónas Bloch Danielsen, sum arbeiðir her. Hann bjóðaði mær inn á gólvið og eg tók nakrar myndir meðan Jónas og Tróndur Bogason blandaðu eina upptøku við Teiti og orkestrinum hjá danska útvarpinum.

Niðara myndin vísir útsýnið júst henda dagin. Letur tú vindeygað upp, sært tú ferðafólkini, sum fara umborð á Norðlýsið og út í Klæmintsgjógv undir Hestoynni. Í báðum førum ein uppliving í ljóði.

Studio Bloch er besta boð uppá eina altjóða vinnuliga magnet eg higartil havi sæð í landinum. Ferðandi tónleikarin finnur alt á hesum staði. Mitt í Havn, mitt í verðini.