Skip to main content

Vársól

Vársól er heitið á filmsstevnu, sum verður í Havnar Bio 20.-26. apríl 2009. 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu stuðlar nýggju filmsstevnuni, so hon kann byrja og síðani verða afturvendandi tiltak í miðbýnum í Havn hesa ársins tíð.

Undan hvørjum filmi verða nýggir føroyskir stuttfilmar sýndir. Flestu stuttfilmar eru frá Klippfisk, sum Tórshavnar kommuna eisini stuðlar.

Føroyskir forfilmar

Føroysku forfilmarnir undir fyrstu Vársól í Havn eru hesir:

The Chase, stutfilmur fyri børn, sum Benjamin Rajani, Jóhan Djurholm, Fía Hoydal og Una Nielsdóttir Galán gjørdu í Klippfisk 2008. The Chase varir 1:32 min
Ikaros, sum Sakarias Stórá í hevur gjørt í ár Nordland Kunst- og Filmfagskole. Ikaros varir 7:25 min og hevur norska talu.
En dårlig dag, sum Bjarki Thomsen gjørdi á Medieskolerne í Viborg í fjør. Filmurin varir 15:00 min
A Special Delivery, sum Tómhøvd Productions gjørdi í fjør. Fólkini handan stuttfilmin eru Osvald P. Hansen, Bjarni Petersen, Martin H. C. Hansen og Jóhan Petur Petersen. A Special Delivery varir 2:46 min.
Kvirt summar, sum Polar films gjørdi í fjør. Polar films eru Andres Jacobsen og Brian Samson. Kvirt summar varir 4:28 min.
Morgunsmíl, sum Andrias Høgenni gjørdi á Klippfisk í fjør. Morgunsmíl varir 12:40 min.
Fiskarin, sum Jóhannus E. Johansen, North Atlantic Film gjørdi í fjør. Fiskarin varir 4:05 min.


Altjóða spælifilmar

Altjóða spælifilmarnar undir fyrstu Vársól í Havn eru hesir:

Turkiski filmurin við enska heitinum 3 Monkeys, sum vann leikstjóravirðislønina í Cannes í fjør, hebráiski teknifilmurin hjá Ari Folman Waltz with Bashir, ið er um kríggj í Miðeysturi, besti danski filmur beint nú Frygtelig lykkelig, sum Henrik Ruben Genz gjørdi eftir skaldsøgu hjá Erling Jepsen, svenski vampýrfilmurin Låt den rätte komma inn eftir Thomas Alfredson, italski mafiafilmurin Gomorra, ið Matteo Garrone gjørdi eftir skaldsøguni hjá Roberto Saviano, Frost/Nixon, sum Ron Howard gjørdi um sjónvarpssamrøðurnar, ið David Frost hevði við amerikanska forsetan og Milk eftir Gus Van Sant úr USA, sum lýsir samkynda borgarstjóran, ið varð myrdur í San Franscisco.

Umframt hesar vaksnamannafilmar, verða eisini tveir nýggir main stream barnafilmar sýndir. Teir eru danski Karla og Katrina og amerikanski Hanna Montana: The Movie. Í seinna førinum er talan um evropeiska frumsýning. Føroyar er fyrsta land í Evropa, sum vísir nýggja Disney filminum um Honnu Montanu, ið er dóttir Billy Ray Cyrus. Ikki fyrr enn í næsta mánað verður filmurin um nýggju stjørnuna Hanna Montana frumsýndur á evropeiska meginlandinum.

Einki - uttan Vársól

Allir filmar, ið verða sýndir í Vársól, eru nýggir og høvdu ikki verið sýndir her heima, um henda filmsstevna ikki var. Tað er grundsjónarmiðið fyri Vársól.Heitið Vársól vísir til gamla heitið á mánanum í apríl, men eisini til sólina, sum vinnur á myrkrinum. Henda týdning kenna vit til dømis úr sálmasangi hjá Grundtvig. Heitið kenna vit eisini úr stuttligum barnasangum, eitt nú Fagra fríða vársól blíða. Og uttan ljós í biografmyrkrinum var eingin filmur. Tí heitið Vársól.

Nærru upplýsingar um allar filmarnar í Vársól eru á http://www.bio.fo/ har atgongumerkju eisini kunnu keypast. Kostnaðurin er 50 krónur fyri hvørja sýning, tað er forfilm og spælifilm.

Sýningarskráin á filmsstevnuni ’Vársól’ 20.- 26. apríl 2009 er henda:

Forfilmur: The Chase, Klippfisk 2008, 1:32 min(Benjamin Rajani, Jóhan Djurholm, Fía Hoydal og Una Nielsdóttir Galán)
Filmur: Karla & Katrina:
Mánadag 20.04 kl. 16.00
Týsdag 21.04 kl. 16.00
Mikudag 22.04 kl. 16.00
Hósdag 23.04 kl. 15.45
Fríggjadag 24.04 kl. 16.30

Forfilmur: Ikaros, Sakarias Stórá, Nordland Kunst- og Filmfagskole 2009, 7:25 min
Filmur: 3 Monkeys
Mánadag 20.04 kl. 20.30
Týsdag 21.04 kl. 20.30

Forfilmur: En dårlig dag, Bjarki Thomsen Medieskolerne Viborg 2008, 15:00 min
Filmur: Gomorra:
Mánadag 20.04 kl. 20.00
Týsdag 21.04 kl. 20.00

Forfilmur: Ikaros, Sakarias Stórá, Nordland Kunst- og Filmfagskole 2009, 7:25 min
Filmur: Frygtelig lykkelig:
Mikudag 22.04 kl. 20.30
Hósdag 23.04 kl. 20.45

Forfilmur: A Special Delivery, Tómhøvd Productions 2008, 2:46 min (Osvald P. Hansen, Bjarni Petersen, Martin H. C. Hansen, Jóhan Petur Petersen)
Filmur: Låt den rätte komma inn:
Mikudag 22.04 kl. 20.15
Fríggjadag 24.04 kl. 18.15

Forfilmur: Fiskarin, Jóhannus E. Johansen, North Atlantic Film 2008, 4:05 min
Filmur: Frost/Nixon:
Hósdag 23.04 kl. 20.15
Fríggjadag 24.04 kl. 20.30

Forfilmur: The Chase Klippfisk 2008 (Benjamin Rajani, Jóhan Djurholm, Fía Hoydal og Una Nielsdóttir Galán 1:32 min)
Filmur frumsýning: Hanna Montana – The Movie:
Leygardag 25.04 kl. 16.15
Sunnudag 26.04 kl. 15.45

Forfilmur: Kvirt summar. Andres Jacobsen, Brian Samson. Polar films 2008, 4:28 min
Filmur: Milk:
Leygardag 25.04 kl. 20.45
Sunnudag 26.04 kl. 20.15

Forfilmur: Morgunsmíl, Andrias Høgenni, Klippfisk 2008, 12:40 min
Filmur: Waltz with Bashir:
Leygardag 25.04 kl. 18.15
Sunnudag 26.04 kl. 17.45