Skip to main content

Jarðtímin



Nevndin í Eigarafelagnum á Norðasta Horni, Pól Jespersen, Elin Lindenskov, Uni Arge og Árni Gregersen; niðri undir Petur Jákup Sigvardsen, ið sigur huldusøgur og niðast Uni Arge, ið syngur og spælir nýggjar sangir (Myndir: Birgir Kruse)

Jarðtímin, eisini kallaður Earth Hour, varð hildin við Býlingshúsið á Norðasta Horni í allar besta veðri leygarvøldið. Turt og stilt, men rættuliga kalt og eisini skýggjað. So stjørnuklárt var ikki. Men ein rúgva av fólki kom og fór meðan tiltakið var.

Kim C. Petersen formaður í Eigarafelagnum byrjaði stundisliga kl 20:00 og gav Heðini Mortensen, borgarstjóra orðið. Síðani talaði Elin Lindenskov, sum er forkvinna í Umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs. Annika Olsen, landstýriskvinna var millum mongu áhoyrarar í túninum, har livandi ljós brunnu.

Uni Arge sang góðar nýggjar sangir og einsini onkran gamlan. Eftirsum eingin stjørna sást, vísti Pól Jespersen telduforritið Starry Night og greiddi frá, hvussu vit kunnu eygleiða stjørnur og fyribrigdi á himmalinum.

So varð ljósið sløkt og Petur Jákup Sigvardsen segði huldusøgur, meðan eigarfelagið bjóðaði ein drekkamunn.

25 ár eru liðin síðani tey fyrstu fólkini búsettu seg á Norðasta Horni, sum er ovasta bygd í Føroyum. Blaðstjórarnir á báðum teim stóru bløðunum búgva her. Teir vóru bodnir at meta um skiftandi útsýnið hjá einum blaðstjóra hesi farnu 25 árini. Árni Gregersen tók av og hevði hugt í Dimmalætting 1984 og framm eftir.

Hugnaliga tiltakið endaði við felagssanginum Fagra blóma.