Plakatin og tvær myndir úr turkiska filminum '3 Monkeys', sum gongur í Havnar Bio á filmstevnuni Vársól.
Fyrsti filmur eg sá á filmstevnuni Vársól í Havnar Bio var 3 Monkeys. Frálíkur og ógvuliga intensur. Stillførur og djúpur skapar hann eitt lágtrýst, ið leggur upp til ódn. Eins væl og ein western, kundi hetta verið ein føroyskur útróðrarfilmur, har dialogurin er nærum burtur. Men hann er turkiskur. Alla tíðina sæst Bosporus sundið uttanfyri gluggan og íbúðina, har leikur fer fram. Tað økir um stillu desperasjónina, sum tilætlað etur søguna upp innanífrá. Ein perla. Í fjør fekk leikstjórin fyrstu virðisløn í Cannes. Leikstjóri er Nuri Bilge Ceylan og upprunaheitið á filminum, sum er frá 2008, er Üç maymun. Filmurin verður aftur at síggja týskvøldið kl. 20:30. Forfilmurin var hin eins stillføri og desperati Ikaros, sum Sakarias Stóra hevur gjørt fyri stuttum í Noregi. Eg viðmæli báðar filmar.