Myndir frá tíðindafundinum í morgun, tá skráin og ætlanin fyri filmsstevnuna Vetrarsól varð løgd fram í frálíku hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon í Havn. Umframt Heðin Mortensen borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, síggjast Jákup Eli Jacobsen úr Havnar Bio og Martin N. Simonsen og Andreas Høgenni frá Klippfisk. Niðast sæst búmerkið fyri filmsstevnuna Vársól, sum Ole Wich gjørdi (myndir: Ole Wich)
Nú verður filmsstevna á hvørjum ári í Havnar Bio hesa ársins tíð. Heitið er Vársól og úrvalið verður fyri vaksin og børn. Í øllum førum verða sýndir filmar, sum annars ikki høvdu funnið vegin higar.
Fyrsta árið leggur 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu lunnar undir stevnuna, men framhaldandi skal Havnar Bio halda stevnuni gangandi á handilsligum støði.
Heitið Vársól vísir til gamla heitið á mánanum í apríl, men eisini til sólina, sum vinnur á myrkrinum. Henda týdning kenna vit til dømis úr sálmasangi hjá Grundtvig. Heitið kenna vit eisini úr stuttligum barnasangum, eitt nú Fagra fríða vársól blíða. Og uttan ljós í biografmyrkrinum var eingin filmur. Tí heitið Vársól.
Millum filmarnar undir fyrstu Vársól í Havn eru hesir:
Milk eftir Gus Van Sant úr USA, hebráiski teknifilmurin hjá Ari Folman Waltz with Bashir, ið er um kríggj í Miðeysturi, besti danski filmur beint nú Frygtelig lykkelig, sum Henrik Ruben Genz gjørdi eftir skaldsøgu hjá Erling Jepsen, svenski vampýrfilmurin Låt den rätte komma inn eftir Thomas Alfredson, italski mafiafilmurin Gomorra, ið Matteo Garrone gjørdi eftir skaldsøguni hjá Roberto Saviano, Frost/Nixon, sum Ron Howard gjørdi um sjónvarpssamrøðurnar, ið David Frost hevði við amerikanska forsetan og 3 Monkeys, sum er enska heitið á einum spennandi turkiskum filmi. Umframt hesar vaksnamannafilmar, verða eisini tveir nýggir main stream barnafilmar sýndir. Teir eru Hanna Montana: The Movie og Karla og Katrina.