Skip to main content

Posts

Altmodisch

Gomul útvarpstól, ið hava sæð betri útvarpsdagar. Myndin er tikin í Tema Radio og sæst í bókini "Fjølmiðlar" (Mynd: Birgir Kruse) - Eri tað bara eg, ið haldi at útvarpið er vorðið altmodisch og hevur slept øllum sambandi við nútíðina? Siti og lurti eftir eini sending um gamlar dagar í Sjónleikarhúsinum í Havn. Útvarpsskráin sigur um sendingina, at hetta er: “prát við fólk, sum hava livað í einari tíð, sum nú er at kalla farin.” So eru vit ámint, ella ávarað. Ikki eitt orð um henda vakra mentanarstovn, ið eins og aðrir heil- og hálvalmennir mentanarstovnar, enn eru til og eftir førimuni reka sítt virksemi í sama býi. Í gjár varð greitt frá um Herman, sum sang Evert Taube. Altmodisch upplestur og síðani prát við altmodisch vágbing um el og annað mangt, sum fyrr var modernað, í fimm pørtum, eins og sendingarnar um farnu vísusangararnar. Og meðan eg skrivi, hoyrist ein altmodisch hugleiðing um staðarnavnið á Hálsi, sum, nú so nógvir tilflytarar eru, eingin kennir og

Páskatúrurin 2010

Gongutúrurin á páskum í ár var langa fríggjadag. Vit møttust á Lambafelli klokkan 10. Hetta er níggjunda ferðin at vit hittast á henda hátt. Útvið hálvthundrað fólk vóru í gonguni, sum fór eystureftir í góða kavaveðrinum. Ávegis oman móti Ánni við Grøv, sigur Lis Mortensen frá um sjónligu rivuna í lendinum, sum hevur givið ánni navn. Í 1960'unum, tá eg var grønur skóti, vóru vit við Kára Olsen í telti á hesum staði, sum sæst á myndini niðanfyri. Patruljan æt Ørnin og vit ruddaðu altíð eftir okkum. Men tað gera ikki øll. Á sama bakkanum liggur í dag toppurin av einum Jøtul ovni og nakrar ristir at grilla á. Búi Brattaberg, sum var við í ferðalagnum, fortaldi at pápi hansara, Árni, var við at gera Oyggjarvegin, sum var liðugur í 1966. Bergið, har vegurin fer um Sundsháls og Syðradalsskarð og sker seg gjøgnum klettin, fekk tí navnið Brattaberg. Áki Davidsen og Turið Joensen standa á einum kletti við mongu elektrisku installatiónirnar við Gellingarklett á Húsareyni. Við Nó

Filmar, sum siga søgur

Uni Leitistein Hansen við Kinoamo 35 mm upptøkutólinum hjá Juliusi Høgnesen úr Oyndarfirði. Upptøkurnar hjá Juliusi verða umrøddar í triðju sendingini, sum Uni ger um privatar filmsupptøkur hjá føroyingum í meiri enn hundrað ár. Eins og tær báðar undanfarnu sendingarnar, verður hendan eisini send í sjónvarpinum. Julius Høgnesen hevur gjørt upptøkur í Oyndarfirði í 1930'unum og systkinabarnið Ingvald Olsen hevur við sama tólið filmað kongavitjanina í Havn í 1926. Tólið hjá Juliusi hevur eina Carl Zeiss Jena Tessar linsu, og upptøkurnar, sum eru sjáldsama góðar, vísa fólk í vinnu og til gerandis í hesum árum. Bæði filmar og upptøkutól eru goymd og skrásett á Fornminnissavninum í Hoyvík, har eg tók myndirnar í dag. Á niðaru myndunum síggjast nakrar hillar í filmssavninum og Súsanna Joensen konserveringsteknikari, sum vísir stóra savnið við myndum á glasi hjá Heðini Brú (Myndir: Birgir Kruse)

Kathy og Jákup Pauli í Áarstovu

Kathy serverar og Jákup Pauli er kokkur í Áarastovu í Havn. Henda dagin varð einføld lambsgrýta á matskránni (Myndir: Birgir Kruse) Jákup Pauli er køksleiðari og Kathy serverar í Áarstovu í Havn. Hetta er nýggj matstova á gamla Hotel Djurhuus, eisini kallað Skarv, niðast á Áarvegnum, har loyniliga Havnará rennur út í ósan við Kongabrúnna. Navnið Áarstova er tikið úr grannahúsunum niðaneftir, omanfyri Knútsstovu, har Gongin er í annað borð og Áarvegur og Kafé Natúr í hitt borðið. Í Áarstovu, sum ikki er til longur, búðu Áarstovubrøðurinir, Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus. Hetta sæst aftur í búmerkinum og standmyndum, sum Janus Kamban hevur gjørt. Hølini eru hugnalig og væl innrættað til matstovuvirksemi við nógvum smáum stovum, hvør við sínum navnið, men í ymsum hæddum. Upprunaligi viðurin er brúktur og har neyðugt er at gera nýtt, er samanrenningin smakkfull og skilagóð, til dømis trappan niður í Sendistovuna, har glas og stál møtir gomlum viði og einum farra av útgrevsturi,

Sharpeville 50 ár

Ovast, hin kendasta myndin úr Sharpeville í Suðurafrika fyri 50 árum síðani. Niðri undir sæst yrkingasavnið hjá Líggjasi í Bø ‘Til Lívið’, sum kom í 1964. Jack Kampmann gjørdi kápumyndina og Býarbókasavnið hevur savnið til útláns (Myndir: Pressumynd og Birgir Kruse) Fyrstu ferð Norrønt Dagsverk varð fyriskipað millum lesandi í Føroyum, varnaðist eg yrkjaran Líggjas í Bø og einasta yrkingasavn hansara Til Lívið . Sjáldsamt, at ein føroyskur yrkjari tekur upp eitt so fjart evnið, sum Sharpeville morðini og viðurskiftini í Suðurafrika, sum fyri fimmti árum síðani vóru so út av lagi. Hetta var í 1985 og vit – Birita, Maja, Aref, Jón og eg sjálvur – komu eftir, at vit eiga nógv í felag við ung í Suðurafrika. Vit eru norðast og sunnast í sama havi, har sólin rísir og setir um somu tíð. Saman kundu vit í Vesturkirkjuni og í hølunum hjá LFÚ staðfesta somu sosialu indignasjón, tá fólk eru fyri skipaðum órætti. Um kvøldið setti bispur krúnuna á verkið og handaði innkomna peningin, útvið hálva m

Blóð hansara komi yvir okkum

Barabass-pressan er tað reina gass Heimligu miðlarnir brúka ymisk heiti, tá kappingarneytarnir verða siteraðir og umrøddir. Norðlýsið skrivar um Høvuðsstaðarpressuna og Oyggjatíðindi skriva um Einglapressuna . Størru bløðini brúka ikki tílík heiti, hvørt um annað. Kanska líða tey ikki undur somu ómegd og hava tí ikki sama tørvin. Við bíbilskari fyrimynd verða blóðmyndir ofta brúktar í talum og sangum her á landi. Hugtøk um grøðing og endurloysn í blóði spretta og blóma, meðan hin hóttandi setningurin 'Blóð hansara komi yvir okkum' darrar í tí fjara og kanska hómast sum óskrivað graffiti í einum óvígdum skýmaskoti. Eftir at hava fylgt við í gongdini, nú Oyggjatíðindi tvær ferðir innan stutta tíð hava fingið fútabann at bera fría orðið fram á torg, eri eg komin eftir at hetta blað kvalifiserar seg til eitt heilt nýtt heiti í føroyska blaðheiminum: Barabass-pressan . Støðið fyri hesum journalistiska nýyrði finni eg í Matteus 27, ørindini 11-26, tá Pilatus spyr ’Hvat ilt hevur h

Lust for Life - filmur í Steinbrá!

-Jamen, hatta ER van Gogh! Nei, hatt er Kirk Douglas í leiklutinum sum Vincent van Gogh í klassiska filminum 'Lust for Life' frá 1956. Ovast sæst prentið, ið gevur atgongd til alla herligheitina. Síðani sæst reyði intimbiografurin hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon. Niðast, Kirk Douglas saman við Anthony Quinn, sum er Paul Gauguin og fekk eina Oscarvirðisløn fyri avrikið (Life og filmsmyndir) Í samstarvi við Norðoya Sparikassa fer Grafikkfelagið STEINBRÁ at vísa listafólkafilmar í intima biografinum, sum er í Miðlon í Havn. Lagt verður fyri við filminum Lust for Life , sum Vincente Minelli gjørdi í 1956. Filmurin er um Vincent van Gogh (1853-1890) og byggir á ævisøguliga bók hjá Irving Stone, sum lýsir lívið hjá hálendska málaranum. - Guð er í allari sannari list, skrivar Vincent í einum av teim 800 brøvunum til beiggjan Theo, sum hóast tað var stokkut, mundi eiga lívið í bróðirnum. Søgan byrjar við at Vincent vil prædika í einum belgiskum kolanámi. Illa gongst og hann strí

Pátriksmessa

Írski Muiredach krossurin frá um ár 900 í Monasterboice norðanfyri Dublin. Niðri undir sæst útsýnið frá Giant's Causway, norðast í Norðurírlandi, har risin fór í havið. Kanska kom hann upp aftur í Froðba (Myndir: Birgir Kruse) Í dag er Pátriksmessa. Henda øldin, fyri ikki at siga túsundáraskeiðið, byrjaði við Listastevnu í Norðurlandahúsinum. Hvørki fyrr ella seinni havi eg upplivað sovorið tiltak. Undan fyrstu Listastevnuni í 2001 eydnaðist at skapa samband við listastevnuna í Galway og írsku operuna í Dublin, sum hevði hálva øld á baki. Fyri fyrstu ferð høvdu tey hug at fara uttanlands og bjóðaðu okkum eina ferðandi uppseting av Madame Butterfly. Gamaní ein kuffert-sýning, men her á leiðum var opera ikki sædd áður. So her vórðu sambond skapt millum tónleikarar og kórsangarar, sum aldri áður. Tey mongu, ið høvdu loyst billett til framførslurnar, fingu eina ógloymandi uppliving. Eisini Astrup í Føroyabanka, sum var høvuðsstuðul. Írska tjóðardagin hetta árið endaði Sosialurin oddag