Skip to main content

Filmar, sum siga søgur


Uni Leitistein Hansen við Kinoamo 35 mm upptøkutólinum hjá Juliusi Høgnesen úr Oyndarfirði. Upptøkurnar hjá Juliusi verða umrøddar í triðju sendingini, sum Uni ger um privatar filmsupptøkur hjá føroyingum í meiri enn hundrað ár. Eins og tær báðar undanfarnu sendingarnar, verður hendan eisini send í sjónvarpinum. Julius Høgnesen hevur gjørt upptøkur í Oyndarfirði í 1930'unum og systkinabarnið Ingvald Olsen hevur við sama tólið filmað kongavitjanina í Havn í 1926. Tólið hjá Juliusi hevur eina Carl Zeiss Jena Tessar linsu, og upptøkurnar, sum eru sjáldsama góðar, vísa fólk í vinnu og til gerandis í hesum árum. Bæði filmar og upptøkutól eru goymd og skrásett á Fornminnissavninum í Hoyvík, har eg tók myndirnar í dag. Á niðaru myndunum síggjast nakrar hillar í filmssavninum og Súsanna Joensen konserveringsteknikari, sum vísir stóra savnið við myndum á glasi hjá Heðini Brú (Myndir: Birgir Kruse)