Gomul útvarpstól, ið hava sæð betri útvarpsdagar. Myndin er tikin í Tema Radio og sæst í bókini "Fjølmiðlar" (Mynd: Birgir Kruse)
- Eri tað bara eg, ið haldi at útvarpið er vorðið altmodisch og hevur slept øllum sambandi við nútíðina?
Siti og lurti eftir eini sending um gamlar dagar í Sjónleikarhúsinum í Havn. Útvarpsskráin sigur um sendingina, at hetta er: “prát við fólk, sum hava livað í einari tíð, sum nú er at kalla farin.”
So eru vit ámint, ella ávarað. Ikki eitt orð um henda vakra mentanarstovn, ið eins og aðrir heil- og hálvalmennir mentanarstovnar, enn eru til og eftir førimuni reka sítt virksemi í sama býi.
Í gjár varð greitt frá um Herman, sum sang Evert Taube. Altmodisch upplestur og síðani prát við altmodisch vágbing um el og annað mangt, sum fyrr var modernað, í fimm pørtum, eins og sendingarnar um farnu vísusangararnar.
Og meðan eg skrivi, hoyrist ein altmodisch hugleiðing um staðarnavnið á Hálsi, sum, nú so nógvir tilflytarar eru, eingin kennir og enn færri duga. Og so kemur øll ramsan við staðarnøvnum, sum havnarfólk eiga at duga.
Hyggi í skránna hjá varpinum og sí: í morgin vitjar føroyska mikrofonin í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn, har “prátað verður við Berg Jacobsen prest, um hvussu tað var at verða barn og ungdómur í Klaksvík”. So sigur skráin hjá alfaðirliga landsvarpinum.
Fyri stuttum var morgunlesturin strikaður, tí hann forðaði flowinum í nýggju skránni. Eg eri púra samdur. Morgunlesturin breyt fráboðaða flowið, ið koma skuldi. Men gakk, har kom hvørki flow ella fluttur morgunlestur. Alt varð sum fyrr, minus kulturradikalismuna hjá Niels Juel. Hon er horvin sum døgg fyri sólini.
Nú horvir Útvarpið afturá, inn móti sær sjálvum, sum tað var í fyrndini. Altmodisch og við einum farra av besswerwisser. Í hvussu er tá talan er um mentanina í Havn – fyri langari tíð síðani.