Eftir arbeiðstíð í dag, skeyt Pól upp at vit í góðveðrinum fór ein túr niðan á Stall. Tað er 614 metrar høga fjallið fremst fyri, sum er dygst við vegateymin av Oyggjarvegnum og niðan á Sornfelli. Har vit seta bilin sigur kortið at vegurin er 570 metrar omansjóvar. Skælingsfjall, sum sæst aftanfyri, er 763 metrar. Har er Stallur, sigur Pól og peikar aftur við svingandi Sidney Bechet tónleiki í bilinum. Klarinett, hugsi eg tað var. Vit ganga niðan brekkuna undir Stalli meðan ljósið spælir. Beint nú er sólin hvøss og klár og himinin bláur við fáum skýstroggjum. Men so skiftir bæði lendið og lýsið. Bráddliga er sum at vera á Mánanum og lýsið er grátt í grátt. Fremst fyri er Gunvá í gonguskóm og myrkamóreyðum koti. Í baksýni sæst norðari radarkupulin á Sornfelli, har Navair fær upplýsingar um floglíkindi í Vágum. So eru vit komin niðan á Stall og nógv er at síggja kring varðan á toppinum. Pól peikar á Vágalandið og Trøllkonufingur, meðan Dorit avmyndar og Karina tjekkar inn á iPh