Skip to main content

Norrøna Felagið 60


Annika Olsen er landsstýriskvinna við norðurlandamálum

Í hesum døgum fer Norrøna Felagið í Føroyum um tey seksti. Nógv er broytt hesi seksti árini og ikki minni í hinum londunum, har norrønu systirfeløgini eru nógv eldri. Upp og niðurgangstíðir hava verið í Norrønu Felags søguni. Eftir fleiri lak ár við útferðum til avtoftaði støð sum fremsta aktiviteti, er Norrøna Felagið aftur farið at seta dagsordanin. Hesuferð við einum avbjóðandi fundi um føroyskt vinnulív í Norðurlondum við spyrjandi undirheitinum: møguleikar ella forðingar.

Fundurin var í Høllini á Hotel Hafnia fríggjadagin kl 16:00, eitt vágið, men í hesum føri stak væleydnað tíðspunkt.

Spurt varð, hvørjir møguleikar eru hjá føroyskum vinnufyritøkum at víðka virksemið uttan fyri landoddarnar? Eru forðingar, sum gera tað trupult hjá føroysku vinnuni at virka í javnari kapping í øðrum Norðurlondum? Og er útferðarhugur yvirhøvur eitt ynski hjá føroyskum fyritøkum?

Heilt fitt av fólki varð møtt, landstýrisfólk, tingfólk, embætisfólk, vinnulívsfólk, vanligir felagslimir og skrivararnir í øllum norrønu systirfeløgunum. Teirra millum Peter Jon Larsen, mín gamli vinmaður, sum var í Hyde Park, tá Rolling Stones í 1969 sýndu fram hin livandi Mick Taylor, sum kom í staðin fyri hin deyða Brian Jones. Ingi Samuelsen, skrivari í Norrøna Felagnum, hevur avmyndað Peter Jon í miðjuni niðanfyri.


Fundurin á Hafnia byrjaði við at formaðurin, Hallstein Sigurðsson, bjóðaði vælkomin við vælvaldum orðum og síðani gav hann orðið til eina vælupplagda Anniku Olsen, sum er landsstýriskvinna við norðurlendskum samstarvi. Álvur Haraldsen avmyndaði hana omanfyri. Annika greiddi frá um støðu Føroya í Norðurlondum við og uttan forðandi landamørk og eftirlýsti inniliga eina nýggja norðurlendska samgongu, unión. Nýggir, spennandi tónar.


Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, greiddi frá um støðuna hjá føroyskum vinnufyritøkum, og teirra møguleikum at virka í øðrum londum, og Herálvur Joensen, deildarleiðari í uttanríkistænastuni, greiddi varisliga frá royndunum, sum uttanríkistænastan hevur gjørt, serliga við Hoyvíkssáttmálanum, ið fekk orðini hjá Tove Ditlevsen úr De Evige Tre við á vegnum.

Annita á Fríðriksmørk er nýggjur samskipari hjá NORA, og greiddi frá um tænastuna Hollo Norden, har øll, ið flyta, kunnu spyrja um praktiskt viðurskifti.


At enda tók Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, saman um breiða evnið og ymsu norðurlendsku støðurnar viðvíkjandi marknaðarforðingum. Greitt var, at hann ynskti Hoyvíkssáttmálan niður og norður, í minsta lagi endurskoðaðan. Sáttmálin var a Dead Duck, segði landstýrismaðurin.

Ein hugvekjandi fundur, sum aftur setti Norrøna Felagið í Føroyum á breddan í almenna kjakinum. Til lukku við tí og teim seksti!


Hesa myndina teknaði Bárður Jákupson í sambandi við fimmti ára haldið hjá Norrøna Felagnum fyri tíggju árum síðani. Hon ímyndar teir fyrstu 9 formenninar í felagnum. Teir eru aftast frá vinstru Heðin Brú, Marius Johannessen, Eskild Christiansen og Kjartan Hoydal. Fremst frá vinstru: Bárður Jákupsson, Heðin M. Klein, Demmus Hentze, Hallstein Sigurðsson og Birgir Kruse.