Skip to main content

Suss – nú í myndum



Samstundis sum internetið røkkur út í hvønn krók og vit øll eru álinju, ella netjað, so gerast vit meira staðbundin og heimføðislig. Eg eri sannførdur um, at tey viðurskifti, sum vit á Facebook hava sterkastu meiningar um, eru beint úr túninum og tey fólk, sum vit oftast samskifta við á Facebook, eru fólk vit framman undan kenna.

Altjóðagerðin hevur gjørt okkum meiri heimføðislig og minni hugaði at leita upp nýggj, óvæntaði sambond.

Men nú eru fólk farin at telja dagarnar hjá Facebook. Ikki tí tað er føsta, men tí at nýggi sosiali samskiftispallurin skal verða Pinterest. Nýggi samskiftispallurin, sum eins og allir kappingarneytarnir  hevur heimstað í Palo Alto í Silicon Valley í Kalifornia, brúkar myndir, sum fólk deila sínamillum.

Myndir, heldur enn tekst og meiningar í orðum, so sum vit eru von við at løgmaður, landstýrisfólk og tingfólk við fragd føra fram á Facebook, sum var hesin staður fólksins nýggja parlament, tíðindamið og boðstaður.

Tað var miðlagranskarin Marshall McLuhan (1911-1980) sum í 1964 tosaði um at miðilin eru boðini, the medium is the message, og spáddi at um alla klótuna fór alt at verða ein sussimentan, a global village.

Og tvey ár frammanundan nam beat høvundurin William S. Burroughs (1914-1997) við fulkomnu fremmandgeringina í myndum, tá hann í stuttsøguni  'The Ticket That Exploded' spyr If I had a talking picture of you would I need you?

Nú eru tær her, myndirnar, sum nærum tosa og tala, tá eingin tímir at lesa og enn færri at skriva. Nýggjar hugnamyndir til tey býttu og klassiskur dannilsistekstur til tey klóku. Her er myndin, sum oftast er send millum millum fólk á Pinterest beint nú. Hendur, ið halda í ongum. Kanska tí, at tær hava nóg mikið í sær sjálvum.


Heimsins størsta alfrøði, Wikipedia, sigur at Pinterest er nýtt fyribrigdi og ger samstundis vart við at teksturin um Pinterest er meiri lýsingateksur, reklama, heldur enn óheftur og upplýsandi. Teksturin, sum er frá februar 2012, er soljóðandi:

Pinterest is a pinboard-styled social photo sharing website. The service allows users to create and manage theme-based image collections. The site's mission statement is to "connect everyone in the world through the 'things' they find interesting." Pinterest is managed by Cold Brew Labs, a team based in Palo Alto, California. Pinterest is especially popular among women.[2]