Skip to main content

Speglingar og hvørvisjónir


Fyrrapartin og nakað út á seinrapartin leygardagin var eg sjálvur annar ein biltúr úr Havn og norður til Tjørnuvíkar. Við Ennið á Streymoyarlandinum, yvirav Torvanesi, við Eiðiskolli og Risanum og Kellingi í baksýni, kom eg í tankar um yvirskriftina. Speglingar og hvørjisjónir. Útfyri her vit standa, funnu útróðrarmenn lívd og kallaðu staðin Lítla Himmiríki. Sama er á landi. Í skiftandi ljósinum eru Føroyar eitt eldorado til fotografering, gert tú teg út til tað. Tað hevði eg als ikki, men tá ljósi er so skiftandi eru nøkur skot, soleiðis av handahógvi, stuttlig og sigandi. Í hvussu er fyri júst tað løtuna. Tí næstu løtu er alt horvið og burtur. Myndin omanfyri er tikin klokkan fýra seinrapartin.


Klokkan hálvgum ellivu sama morgun er hetta ljósið og skinið við Høgukei undir Skeivapakkhúsi á Vestaruvág í Havn. Bátarnir eru Thorshavn hjá Ríkisumboðnum, bygdur á Frederikssunds Skibsvært í 1940, sama ár, sum næsti bátur, Brimnes, er bygdur á J.F.Kjølbros Sleipistøð og ytstur er Fram merktur TN2, sum Tórshavnar kommuna eigur. Laurits Debes bygdi henda sluppunga í 1921. Niðanfyri síggjast Fortuna og Høgna Jákup í sama góða morgunljósi.


Eftir Rót og Rútmu og ein døgurðabita liggur leiðin norður eftir Streymoynni við Roger Miller í fløguspælaranum. Og ikki er tað bara tí, at hann eigur sangin King of the Road. Nei, hann eigur nógvar aðrar góðar eisini. Sangir, sum hóska seg væl til ein leygardagsbiltúr í skiftandi ljósi og veðri úr høvuðsstaðnum og heilt út á bygd, har hønurnar skrukka og hanarnir gala. Um trítíðina steðga vit norðanfyri Langasand.


Í brekkuni, niðanfyri vegin og við øllum Sundalagnum og høgu fjøllunum, Eysturoyarmegin, sum baktjaldi, hevur onkur ónevndur lagað varðar úr gróti og ymsum, sum rekst her á leiðini. Nakað sunnanfyri var hvalastøðin á Gjánoyri. Ikki er óvist at ikki onkur lutur stavar hagani.


Baksýnið á ovaru myndini er Skerðingur og Svarðbakstindur og á niðaru myndini hómast Eiðisbygd og Ljósa handan lagaða varðan. Men í Halldórsvík, ella bara Vík, sum tey siga á staðnum, eru aðrar sjáldsamar sjónir. Skuldi nakar ivast, um árið 1946 og alt, sum tá hendi í Føroyum, bara fór í eitt kollektivt svart hol, so er at hyggja her. Undir heiðurskrýnda árstalinum, sum er málað í tjóðskaparligum litum, er bara - eitt stórt svart hol. Ja, her er gamla pisshúsið í Vík, segði ein lokalur og ypti øksl.


Men her er eisini sjáldsama kirkjan, sum er áttakantað, við teirri ikki mini sjáldsamu altartalvuni hjá Tórbirni Olsen av Seinastu kvøldmáltíðini. Kirkjan var stongd, so tað bleiv bara til eina mynd uttan, av stjørnuglugganum í forkirkjuni. Men vendir ein sær á kirkjubakkanum, so sæst ein undarliga greflig farleið av sjáldsama sjónligum rørum, sum renna út í ánna, allan vegin niðan eftir hinum áarbakkanum. So sjáldsamt verkfrøðingaarbeiði, at mær kemur ikki til hugs, hvørt tað er vakurt ella ei. Bara sjáldsamt.


Men fleiri av túnunum í Vík eru sjáldsama vøkur eisini og ikki minni hugtakandi. Serliga har sum steinsett er, bæði uppi og niðri. Og undarligt er at hugsa sær, at koyrandi er til allar hesar fotografisku herligheitir.


Tjørnuvík er annarleiðis bygd, sum hóast miðsavnað eins og Haldórsvík, hevur ein egnan og íbygdan vakurleika, væl skipa, undir høgu fjøllunum og út móti endaleysa havinum.


Her er útsýnið av sandinum í Tjørnuvík klokkan hálvgum fimm leygardagin. Tað er samdrigið og hevur hug at regna. Og vendi eg mær hinvegin, burtur frá Eiðiskolli og Risanum og Kellingini, inn móti bygdini, so síggi eg hesa spegling í sandhyljunum uttanfyri bakkan í Tjørnuvík. Undurfult, ein leygardag mitt í februar