Skip to main content

Grýlukvøld



So er tunnusláing og grýlukvøld í Tórsbyrgi. Ein rúgva av sprelskum grýlum í øllum alduri, mælandi og ómælandi, klæddar í altskyns outfit, komu í túnið og onkrar inn í felagshúsini at syngja. Kattakongurin Sveinur er hin triði frá vinstru á niðaru myndini omanfyri.Tær báðar sofistikeraðu punk-grýlurnar á myndini niðanfyri, sungu sannførandi og við perfektum røddum This is Me, sum eg haldi er úr Disney filminum 'Camp Rock'. Tvær stjørnur við hægsta x-faktori.


Sveinur úr nummar 35 var kattakongur millum børnini, og vinnari við ferðasteypi í vaksnamannadeildini var Bogi úr nummar 6, sum í góðum samstarvi við tvillingabeiggjan, Høgna, fekk tunnuna niður.


Og eftir tunnusláing við børnum og vaksnum var borðhald í felagshúsunum við mati og drekka til børn í øllum alduri. Á myndini síggjast Jóna úr nummar 19 og Augusta úr nummar 28 og niðast mín egni føstulávintstallerkur við tvøsti í føstu.