Skip to main content

Sakaris svarar Gerhardi


Til Gerhard Lognberg, Borgarstjóra og Javnaðartingmann.

Nú borgarstjórin og Javnaðartingmaðurin, Gerhard Lognberg, á øðrum árið á rað valdi at úttala seg heldur keðiliga um "skapandi fjøldina" og harvið eisini undirritaða, kenni eg meg noyddan at fáa nøkur ting uppá pláss.

Helst blandar Gerhard sømdargávur, virðislønir og starvslønir. Tað vóru starvslønirnar til listafólk, ið blivu kunngjørdar fyrst í vikuni og sømdargávur og mentanarvirðislønir landsins fingu undirritaði og tveir av okkara fremstu listamonnum fyrr í ár.

Fyri tað fyrsta, so kennist tað løgið, at blíva lagdur undir at vera orsøkin til at fólk kring landið pínast og gráta, tí eg havi fingið heilar fýra mánaðarlønir frá landinum. Eg søkti um pengarnar fyri at fáa møguleikan at skapa tað, sum eg meti meg duga best, nakað listarliga gevandi, ið vónandi gagnar samfelagnum. Og ikki fyri at skapa neyð og elendigheit. Trúgv mær, eg meinti bara gott við tí.

Fyri tað næsta, so kennist tað løgið at vera lagdur undir at fáa pengar, fyri at sita heima og gera einki. Tað er nú ikki soleiðis starvslønarskipanin er meint at virka. Eg kann sjálvandi ikki tala fyri alla tað skapandi fjøldina, men fyri mítt viðkomandi, so haldi eg ikki at eg havi sitið og fingið pengar fyri einki.

Starvslønirnar, ið eg fekk í fjør og fyrraárið, hava givið mær fíggjarlig kor til at arbeiða við leikritum, skapa smærri verk, gera undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið og enntá fara uttanlands at vinna Skopun onkra altjóða virðisløn. Vónin er eisini at fáa eina minni filmsverkætlan í gongd á Sandoynni í summar. Men tann hugurin hevur líkasum fingið ein lítlan smekk, nú øll list brádliga skal eitast at vera av tí ónda.

Mentanarvirðisløn landsins, heiðursgávu til ungt listafólk, var ikki nakað, eg bað um, men ein upphædd, sum eg bleiv kosin til at fáa. Tað eri eg hjartaliga glaður fyri og vil nýta høvið enn einaferð at takka Mentamálaráðnum fyri.

Tað er margháttligt at kenna seg noyddan at fara út í miðlarnar at reinsa tað av sær, at man hevur sitið og fingið pengar fyri at einki gera. Men tá tað verður sagt av sjálvum tingsins røðarapalli, má svarast aftur. Ikki var tað meint at starvslønin skuldi følast sum silvurpengarnir hjá Judasi. Og fyri at siga tað heilt erligt, so kennist tað heldur ikki soleiðis.

Eg eri ómetaliga glaður fyri virðislønina og tær fýra mánaðarlønirnar, ið vóru mær untar. Eg fegnist yvir tað, ið eg havi skapt fyri starvslønina og virðislønina, og vónandi kunna onnur eisini fegnast um hetta sama.

Tað skal sigast, at avrikini eru verk, ið ikki høvdu verði møgulig at arbeitt við, við síðuna av einum føstum starvi. Arbeiðsnáðir skulu til og eg havi ikki fíggjarliga bakgrund til at halda ólønta feriu, at skapa hesi verkini. Hví Gerhard Lognberg hevur slíkan ampa av akkurát stuðlinum til listafólk, skilji eg ikki heilt. Tað eru so nógvar stuðulskipanir í Føroyum og játtanin til Mentanargrunn Landsins, er lutfalsliga lítil. Hóast breyðið og ferðaseðilin um fjørðin kostar tað sama hjá okkum øllum

Gerhard átti heldur at hugsað um alt tað góða, ið listin ger fyri samfelagið, bæði fyri tjóðina, men sanniliga eisini á einum lokalum støði.

Sjálvur eri eg útbúgvin innan filmshandverkið í Kabelvåg, sum er ein lítil bygd í Noregi, ikki nógv størri enn Skopun. Men at Kabelvåg hevur tikið listina til sín, hevur gjørt lítlu útróðrarbygdina til eitt tað fagrasta mentanarumhvørvið í Noreg. Bygdin hevur bæði listaskúla og filmskúla, samstundis sum hon dregur nógv fólki til sín.

Tað er eingin loyna, at eitt ríkt mentanarlív er gott fyri umhvørvið á staðnum. Tað gevur ungdóminum gott í beinið og ríkar gerandisdagin hjá íbúgvunum.

Nei, listin er ikki av tí ónda. Men Gerhard skal hava loyvi at hava sína meining um tey, ið skapa hana. Men tað kennist sera sárandi og niðrandi, bæði fyri meg og mína familju, at fáa so keðilig orð um ein sjálvan, borin fram fyri allari tjóðini av tingsins røðarapalli.

Eg fari hvørki at biðja Gerhard, ella Javnaðarflokkin koma við eini umbering. Eg skal heldur ikki biðja hann grundgeva fyri, hví júst mítt verk og yrki skal niðurgerðast og kallast at "..søpla almennan pening burtur!" og "misbrúk av almennum pengum". Men tað hevði veri uppá sítt pláss, um Gerhard brúkti ein minni háðandi, og meir virðiligan tóna um sínar borgarar. Serliga tá hann talar frá landsins hægstu tign.

At arbeiða við list er ikki eitt fíggjarliga gevandi arbeiðið. At summi unna mær so illa tær krónurnar, ið eg fái, er harmiligt. Men tað er so tann luturin, ið eg nú einaferð havi valt, og hann vil eg halda fast við í viðgangi og mótgangi.

At enda, vil eg ynskja teimum, ið nú hava fingið starvsløn, hjartaliga tilukku. Tað er tykkum væl unt.

Við vón um at mítt arbeiðið gevur nakað til Føroyar og ikki minst til Sandoynna.

Blíðar heilsur
Sakaris Stórá.
Filmslistamaður, Skopun

Lesarabærv í Dimmalætting 24. februar 2012