Skip to main content

Kalevala dagur


Í dag er Kalevala dagur í Finnlandi, har finsk mentan og finskt mál verða hátíðarhildin.

Kjarnin í hátíðarhaldinum er tjóðkvæði Kalevala, sum finnin Elias Lönrot (1802-1884) setti saman í 1835 og hevur havt stóran týdning fyri finska málið.

Frá finskari tjøru úr Botnsvík og upp til okkara dagar við Koskenkorva, Nokia og Angry Birds er ikki einki samband til Finnlands.

Umframt at Filmsfelagið í 80'unum vísti tað, sum til var av Aki Kaurismaki filmum, so hevur Jóhannes av Skarði (1911-1999) umsett tjóðkvæði finnlendinga. Forlagið Fannir gav føroyska verkið út í 1993. Landsbókasavnið upplýsir tó at týðingarnar hjá Jóhannesi hava verið settar á prent í ymsum høpi langt áðrenn. Fyrsti partur í Følv í 1964 og síðani í Árbók Føroya Fólkaháskúlafelags í 1971 og at enda í Varðanum, árini 1984-92.

Anker Eli Petersen hevur á heimasíðuni Tjatsi gjørt klipp við evni úr Kalevala, sum sæst niðanfyri



Vit ynskja øllum finnlendingum góðan Kalevaladag!