Sunnukvøldið verða Oscarvirðislønir handaðar í the Dolby Theatre, fyrrverandi Kodak Theatre, sum tó enn er sami bygningur á Hollywood Boulevard. Eingin einstøk filmsvirðisløn er so týðandi sum henda, ið kann lyfta ókendar filmar, filmsleikarar og filmsleikstjórar, fram í ljósið og tryggja teimum eina framtíð. Mest áhugaverda grein er Best Foreign Language Film , besti filmur, sum ikki er amerikanskur. Her er tað at norðurlendskir filmar ofta gera seg galdandi, og aðrir púra fremmandir filmar, sum í størri mun enn mainstream blockbusters eru nýskapandi og listarliga áhugaverdir. Soleiðis er aftur í ár. Tveir norðurlendskir filmar eru skotnir upp, norski Kon-Tiki (Joachim Rønning og Espen Sandberg 2012) og danski En kongelig affære (Nicolaj Arcel 2012). Umframt ein kilenskan og kanadiskan film, er eysturríkski Amour (Michael Haneke 2012) millum hesar fimm. Filmklubbin í Tórsbyrgi vísti henda filmin í gjárkvøldið. Eg má siga sum er, at eg vóni hann vinnur. Norski filmurin er nettu