Skip to main content

At ganga í Kingoljósi


Ikki veit eg, hvat ljós onnur ganga í, men allan vetur hava vit í Havn gingið í Kingoljósi. Tað eru stavandi ljósrípurnar, sum bróta seg niður gjøgnum døkku skýggini millum Borðuna og Glyvursnes, og lýsa frá lágari sól niður á Hósmøl og Reynið so Guddómliga, sum var tað Doré, ið hevði skorið í træ og beint nú skal skriva "Verði ljós!"


So skifti hann til 50mm linsu og tað varð ljós, og ljósið var gott. Ein glæma rakar Eystnes, so tær tríggjar vindmyllurnar standa skarar í baksýninum, sum skjótt verður eins blýgrátt og havið.


Ljósini á tyrlupallinum yviri við Strond eru tendrað og tyrlan hoyrist í tí fjara, meðan himinljós og skuggaspøl halda fram millum Borðuna og Glyvursnes. Klikk á myndina og hon verður størri.


Frakt- og avgreiðslumaðurin á tyrlupallinum er klárur, hevur fingið sær hoyrivernd og stáplað fraktina, sum er í trimum bananeskjum og einum postposa, á sekkjavognin, sum hann rullar niðan brekkuna, meðan sólin spælir í baksýni.


Teir skifta lastina, tað sum er komið úr Vágum og kanska Kolturi, skal út, og tað sum skal víðari til Skúvoyar, Dímun ella Froðba, skal umborð.

Jógvan Páll, sakførari úr Havn, fer umborð í hvassari sól. Skjótt er at ferðast, tí oyggjarnar er væl knýttar.


So lyftir tyrlan sær á og flýgur, fyrst í ein norðan í sortan yvir Boðanesi, út yvir fjørðin og so í ein sunnan. Eitt, tvey trý, so er hon burtur í skiftandi Kingoljósinum.




Og restina av degnum síggja vit sámiska flaggið veitra í Tinganesi, fyrst annanvegin so hinvegin, tí í dag er sámiskur flaggdagur. Umframt hitt grønlendska, er sámiska flaggið tað einasta norðurlendska, sum ikki hevur krossmerki, men ein runding, sum ímyndar sól og mána, og fevnir um fýra litir, ið savna eitt fólk í fýra londum. Lihkku beivviin Sápmi, sum starvsfelagin Gundur lærdi meg at siga í dag!